mikudagur 5. januar 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 2 - 5. januar 2000
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 2 - 5. januar 2000
Ayr United við Jens Krist-
iani Hansen millum teir fyr-
stu ellivu kom við sama un-
danvindi inn í nýggja árið,
sum teir høvdu mesta partin
av síðsta mánaði. Sjálvs-
álitið er í topp, og tað sæst
aftur á spæligleðini og spæl-
ihuginum.
Mánakvøldið var Ayr
United á útivølli, og 2–0
sigrinum á botnproppinum
Clydebank lyfti føroyska
liðið í skotskum fótbólti sær
eitt pláss upp á støðutalvuni.
Ayr United hevur á sætta
plássinum 26 stig og fór eitt
stig framum Inverness CT,
sum greiddi 1–1 á útivølli
móti Livingston. Raith Rov-
ers, sum í síni tíð sendi GÍ
úr Europa Cup, er á fimta
plássi. Hesa ferð vunnu teir
3–0 á heimavølli móti Dun-
fermline Athletic. Raith
Rovers hevur 32 stig. Teir
hava spælt nítjan dystir,
meðan Ayr United og flestu
av hinum liðunum hava
spælt 21 dystir.
St. Mirren er framvegis
oddalið, men gongdin hjá
teimum er ikki, sum hon var
fyrri í kappingini. Eftir tapið
á heimavølli móti Ayr Uni-
ted megnaðu teir bara 1–1
á heimavølli móti Greenock
Morton. Airdrie, sum Air
United síðst vann 5–0 ímóti,
tapti hesa ferð á heimavølli
2–0 móti Falkirk.
Stórt sjálvsálit
Skotsku fjølmiðlarnir vita at
siga, at Ayr United hevði
bóltin nógv størsta partin av
tíðini mánakvøldið. Teir
løgdu stórt trýst á beinan-
vegin, og longu tá tveir
minuttir vóru farnir var um
Jens Kristian og teir
eru fullir í sjálvsáliti
Fótbóltur: Liðformaðurin á landsliðnum var við í 56 minuttir, tá Ayr United
aftur fekk trý stig á útivølli
reppið, at teir fingu mál,
men ungi málverjin hjá
heimaliðnum bjargaði væl.
Sjey minuttir vóru farnir,
tá Hurst kom ímillum jánk-
asliga afturlegging, og so
var einki at gera hjá mál-
verjanum. Fimm minuttir
seinni bjargaði verjuspælari
hjá Clydeband á strikuni, og
tað hevði ikki verið við síð-
una av, um leiðslan hjá Ayr
hevði verið størri enn 1–0,
tá teir fóru at hvíla seg.
Longu tríggjar minuttir
eftir steðgin økti Rogers um
leiðsluna, tá hann úr 20 met-
ra fjarstøðu sendi fríspark í
kassan. So tóku teir í Ayr
sær meiri av løttum. Jens
Kristian Hansen, sum í út-
gangsstøðuni var á miðvøll-
inum, varð skiftur út, tá 56
minuttir vóru farnir, og
seinni vórðu tveir aðrir skif-
tir út. Heimaliðið royndi at
trýsta fyri at sleppa upp í
part aftur, men tað eydn-
aðist teimum ikki at skora.
Komandi leygardag skal
Ayr United spæla á útivølli
móti Raith Rovers. Jens
Martin Knudsen var ikki á
liðnum hjá Ayr United mán-
akvøldið, tá 901 áskoðarar
hugdu at. Vit søgdu í síðstu
viku, at Jens Martin hevur
ikki verið á besta liðnum
enn. Tað er rætt, at hann
hevur ikki spælt saman við
Jens Kristiani Hansen, men
hann vardi málið í tveimum
dystum á besta liðnum, áðr-
enn Jens Kristian Hansen
kom til Skotlands.
jh
Jens Kristian, sum her sæst í hornatøkum við íslendingarnar úr Leiftri, hevur rættuliga fingið vind í seglini seinastu
tíðina, og mánakvøldið gjørdist tað til enn ein sigur saman við liðfeløgunum úr Ayr United.
Síðani 18 ára gamla
Gudrid Nolsøe av Tvør-
oyri í summar fór til
Odense, har hon nú
gongur á HF, hevur hon
rættuliga gjørt vart við
seg í flogbóltshøpi.
Kom beint á liðið
Beinanvegin hon kom til
Danmarkar, fór hon und-
ir at venja saman við For-
tuna Odense, sum hevur
lið í donsku elituseriuni.
Hetta er annars sama
felag, sum Bárður Mikk-
elsen leikar fyri, og tað
var eisini Bárður, sum
spurdi venjaran, um tað
var møguleiki hjá Gudrid
at
venja
við
besta
kvinnuliðnum.
Skjótt gjørdist venjarin
greiður yvir, at føroyski
landsliðsleikarin hevði
góð evni, og tá kappingin
fór í gongd, var Gudrid
framvegis millum gent-
urnar í 1. liðshópinum.
Sjálv heldur Gudrid, at
tað hevur gingið hampu-
liga gott, bæði persónliga
og hjá liðnum, sum í løt-
uni liggur á einum fjórða
plássi, og m.a. komu tær
í hálvfinaluna í steypa-
kappingini.
Sum vera man, so er
støði í donsku elituseri-
uni væl hægri enn her
heima, og Gudrid sigur
eisini, at tær gera rættu-
liga nógv við venjingina
har niðri.
Einar 3-4 ferðir um
vikuna verður vant, um-
framt at tær hava styrkis-
venjing.
Dýrt limagjald
Ein bági við at leika í
danska felagnum er tó,
at limagjaldið er óvan-
liga høgt, um sammett
verður við tað limagjald,
sum føroyskir ítróttar-
íðkarar rinda.
Árliga er talan um
1.700 kr. og tað er ein
heldur stór upphædd, um
tú ert lesandi, og ikki
hevur annað enn lestrar-
stuðulin at taka av.
Gudrid gjørdi tískil av,
at spyrja seg fyri her
heima, og á Delta Sea-
food á Tvøroyri vóru tey
beinanvegin til reiðar at
hjálpa tvørágentuni.
Soleiðis ber tað til, at
Gudrid tað, sum eftir er
av
kappingarárinum,
skal leika í fremstu flog-
bóltsrøðini í Danmark
við einum føroyskum
búmerki á bringuni.
Gudrid sigur annars, at
hon gjørdi av at spyrja
seg fyri hjá Delta, við tað
at hetta er eitt virki, sum
alla tíðina hevur sýnt
stóran áhuga fyri at
stuðla upp undir ítróttar-
ligu menningini hjá ung-
fólkunum har suðuri,
eins og tað fyri tað mesta
eru ungfólk, sum starvast
á virkinum.
Víðari sigur hon, at
hon er sera fegin um
stuðulin, tí sum hon sig-
ur, so er hetta ein hamp-
uliga stór upphædd, tá tú
bert hevur studning at
liva fyri.
Við føroyskum
búmerki
Restina av hesum kappingarárinum skal
Gudrid Nolsøe av Tvøroyri leika í
donsku elituseriuni við búmerkinum hjá
Delta Seafood á troyggjuni
Í jólafrítíðini hevur ikki ver-
ið so nógv at hoyrt um fót-
bóltssøgur í Danmark, men
í hesi vikuni er rættulig ferð
komin á aftur, og øll tey trý
feløgini, sum hava føroy-
skar spælarar í superliguni,
hava í vikuni verið umrødd
í sambandi við sáttmálar av
ymiskum slagi.
Í hesi vikuni eru feløgini
farin undir fyrireikingarnar
til nýggja fótbóltsárið, og
fyrsta søgan, sum Jákup
Mikkelsen og hinir í odda-
liðnum í superliguni, Her-
følge, hoyrdu í hesi vikuni,
var, at nú hevur Kenneth
Wegner fingið sekkin sum
stjóri í Herfølge.
Tá Jákup Mikkelsen í
1994 kom til Herfølge, var
Kenneth Wegner ein av lið-
feløgunum. Verjuspælarin,
sum var við í landsliðshóp-
inum, tá Danmark í 1992
vann EM í Svøríki, spældi
til á heysti í 1996, tá hann
burturav fór at røkja stjóra-
starvið í felagnum.
Stutt fyri jól skrivaði
Kenneth Wegner saman við
Jákupi Mikkelsen undir
sáttmála, sum ber við sær,
at føroyski málverjin skal
spæla í Herfølge fram til á
sumri í 2001. Nú hevur
Kenneth Wegner einki at
gera í Herfølge. Formaðurin
í Herfølge, sum eitur eitt so
føroyskt fótbóltsnavn sum
Martin Juul, segði mána-
dagin, at partarnir høvdu
gjørt av at skiljast, tí teir
vóru ikki samdir um fram-
tíðar politikkin hjá Herfølg-
e, men sambært donsku
fjølmiðlunum er søgan tann,
at stjórin hevur fingið
sekkin.
Í gjár var ikki greitt, hvør
nú skal vera stjóri í felag-
num, men tað er neyvan at
skjóta nógv við síðuna av,
um vit gita, at John Faxe
Jensen fer at hava ein upp-
aftur størri leiklut í Herfølge
nú, enn hann hevur havt,
síðani hann kom til felagið
1. juli í fjør.
Fyritreytirnar at standa seg
Herfølge er í vetrarsteðg-
inum oddalið í bestu donsku
deildini, og eisini í jólafrí-
tíðini hevur verið tosað og
mett, um teir fara at megna
at vinna DM, ella heldur
nær teir fara at detta afturum
t. d. Brøndby, sum hevur
keypt fleiri spælarar úr Nor-
egi og Svøríki, umframt at
teir hava fingið svenskan
venjara.
Møguleikarnir hjá Jákupi
og teimum eru ikki minst
treytaðir av, at teir halda
uppá fólkið, og at teir ikki
fáa nógv leikbann og nógv-
ar skaðar at dragast við.
Fyri jól ljóðaði, at liðfor-
maðurin og álitismaðurin í
verjuni, Henrik Lykke, var
á veg í eingilskan fótbólt.
Bæði Reading og Charlton
søgdust hava hug á honum,
men í fyrstu atløgu spurdist
einki burturúr. Nú sigst, at
bæði feløgini framvegis eru
áhugað at keypa, og at eisini
týska Karlsruhe, sum er í
tyngra endanum í næstbestu
deildini, hevur víst Herfølge
manninum áhuga.
Henrki Lykke er 29 ára
gamal. Hann sær høvið sum
tað síðsta at koma út um
eingjagarðarnar at spæla
fótbólt, men hann hevur
ikki mist fótafestið:
– Um eingin sáttmáli er
skrivaður, tá januar mánaði
er liðugur, so verði er í Her-
følge, staðfestir hann.
Selja og keypa
spælarar
Tá Jákup Mikkelsen í heyst
var í Leeds og royndarvandi
gekk tað sera stillisliga fyri
seg. Tíðindini komu fram í
Ítróttarsosialinum, men í
donsku pressuni vórðu tey
ikki tikin upp á tunguna.
Danska pressan man einki
hava hoyrt um hetta, tí teir
tykjast hava stóran áhuga
fyri keyp og sølu, eisini tá
talan er um aðrar spælarar
enn teir, sum hoyra til á
landsliðnum. Um ársskiftið
hava teir verið skjótir at siga
frá, tá tað hevur ljóðað, at
onkur dani hevur royndar-
vant í lægru deildunum í
Onglandi, og í fyrrakvøldið
ljóðaði, at Søren Frederik-
sen, sum í 2. hálvleiki var í
álopinum hjá AaB, tá teir
spældu vígsludyst á Tórs-
vølli, skal royndarvenja í
Leicester, sum spælir í bestu
deildini í Onglandi.
Í hesi vikuni hevur ljóðað,
at ein av liðfeløgunum hjá
Toda Jónsson í FCK, verju-
spælarin Diego Tur, er á veg
til Manchester, og harvið
kunnu vit staðfesta, at ein-
gilski
fótbóltsheimurin
framvegis eygleiðir felagið
hjá føroyska álopsmann-
inum.
Tað er kortini ikki stór-
felagið Manchester United,
men grannarnir hjá teimum
í Manchester City, sum sig-
ast hava víst áhuga fyri
verjuspælaranum. Seinnu
árini hevur tað ikki gingið
nakað serligt hjá Manchest-
er City, men nú tykjast teir
hava sett kósina aftur hagar,
sum teir sjálvir og so mong
onnur hava mett, at teir
hoyra heima. Manchester
City er fremst í næstbestu
eingilsku deildini.
Í FCK hildu teir í heyst,
at álopið var ikki nóg væl
mannað. Todi Jónsson verð-
Peter Rudbæk verður
verandi í
venjarasessinum hjá
AGF fram til
kappingarárslok
Ferð komin á fótbóltsmylluna
Feløgini hjá øllum føroyingunum í superliguni eru partar av broytingum í donskum fótbólti
Jákup Mikkelsen skal nú hava nýggjan stjóra, við tað at
Kenneth Wegner í vikuni hevur fingið sekkin
ur nú mettur meiri sum mið-
vallari enn álopsmaður. Tað
verður Thomas Thorninger
eisini, og nú vilja teir hava
ein at kappast við David
Nielsen og Clement Cliff-
ord um fremstu plássini.
Akkurát nú eru teir í FCK
mest forliptir í einum nor-
skum álopsmanni. Hann eit-
ur Harald Brattbakk, sum er
28 ára gamal og er á lønar-
listanum í skotska Celtic.
Har hevur hann spælt lítið
síðstu tíðina, og tí er hann
áhugaður í at skifta felag.
Umframt FCK eru franska
St. Etienne og fyrrverandi
felagið hjá honum, norska
stórfelagið Rosenborg, á-
hugað.
Harald Brattbakk, sum
var í norska HM hópinum í
Fraklandi í 1998, hevur
spælt átta landsdystir, og
hann hevur skotið trý mál á
landsliðnum, har hann hesa
síðstu tíðina hevur havt tað
torført í kappingini við m.
a. Ole Gunnar Solskjær og
Tor Andre Flo.
Tað sigst, at Celtic vil í
hvussu so er hava seks mill-
iónir danskar krónur fyri
norska spælaran, og so fæst
at síggja, hvørt av feløgu-
num, sum kappast um hann,
fer longst niður í lønar-
posan.
Nýggi venjarin
Í gjár skrivaðu vit, at felagið
hjá Óla Johannesen, AGF,
skal hava nýggjan venjara
nú beinanvegin. Upplýsing-
arnar høvdu vit frá Århus
Stiftstidende í fyrradagin. Í
gjár vórðu tíðindini alment
váttað, men tað hongur eitt
sindur øðrvísi saman, enn
vit søgdu í gjár. Nýggi venj-
arin, Ove Christiansen, sum
var sera nógv avhildin í Vi-
borg, tekur ikki við starv-
inum í AGF fyrrenn 1. juli.
Peter Rudbæk heldur fram
sum venjari í AGF til 30.
juni. Tá fer hann úr felag-
num, og so er ætlanin, at
hann skal taka venjarastarv-
ið í AaB á seg 1. januar
komandi ár.
Ove Christiansen er, sum
vit søgdu í gjár, venjari, hjá
danska U-18 landsliðnum,
og hann fer at halda fram í
tí starvinum inntil 30. juni.
jh
Tjóvstarta
Í kvøld verður fyrsti dysturin í
endaumfarinum í hondbólti
leiktur
JÁKUP MØRK
Nú vit eru farin um árs-
skiftið, munnu flestu
hondbóltsáskoðararnir
vera farnir at hugsa um,
hvussu leikur fer at fara
í avgerandi dystunum í
endaspælinum.
Flestu liðini leggja
ikki til brots fyrr enn í
vikuskiftinum,
men
longu í kvøld verður eitt
slag av premieru, tá
vestmenningar skulu
hýsa uppgerðini móti
hoyvíkingum.
Verður hugt at avrik-
unum hjá liðunum báð-
um í grundspælinum, er
ikki nógv at ivast í, at
VÍF er greiður favoritt-
ur at vinna dystin.
H o y v í k i n g a r n i r
munnu heldur ikki hava
tær heilt stóru vónirnar
undan dystinum, men
hóast tað, so kann talan
sjálvsagt gerast um eitt
óvæntað úrslit, og tá
liðini bæði møttust í
grundspælinum, vóru
hoyvíkingar bert 3 se-
kund frá at fáa annað
stigið suður aftur við
sær.
Eftir at Todi saman við fyrrverandi álopsfelaganum,
Thomas Thorninger, nú er farin longur aftur á vøllin,
leitar leiðslan í felagnum nú eftir nýggjum álopsevnum