mikudagur 5. januar 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 2 - 5. januar 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 2 - 5. januar 2000
Samgongan
Samstundis fara løgtings-
umboð Tjóðveldisfloksins,
Finnur Helmsdal og Páll av
Reynatúgvu, illa við sam-
gongufelaga og landsstýri-
sumboði Sjálvstýrisfloks-
ins, Helenu Dam á Neysta-
bø, og avdúka hana fyri m.a.
at siga ósatt fyri løgtingi-
num og almenninginum.
Hvussu skal úrslitið verða
hjá slíkari samgongu? Hesi
eru jú tey, sum søgdu seg
skulu føra Føroya fólk røttu
leiðina móti sjálvbjargni og
sjálvsstýri. Vit skulu nú
taka ábyrgd av egnum
landi og gerðum, hava tey
tikið uppaftur og uppaftur
alment.
Í teirra eygum er tað
sostatt nakað nýtt !!
Slíkum noyðast vit onnur at
standa uttanfyri og lurta eft-
ir, alt meðan tey, sum valdið
hava, samstundis brigsla
hvørjum øðrum
•
ábyrgdarleysa fram-
ferð,
•
at siga ósatt og vil-
leiða,
•
at undirgrava stýris-
skipanarlógina o.a.m.
bert fyri at nevna nøkur
dømi, og samstundis senda
tey føroyska samfelagið við
Samgongan og
Samstarvið
Bjarni Djurholm reingir veruleikan og sigur ósatt í fleiri førum, hetta
skoðsmál fær fíggjarnevndarformaðurin við ársenda frá sínum egnu
samgongumonnum og fremstu landsstýrisumboðum Tjóðveldisfloksins,
Høgna Hoydal og Karsten Hansen.
fullari ferð móti sokallaðum
fullveldi við teirra vælsign-
ilsi
Ábyrgdin
Tey hava sagt seg vilja taka
ábyrgd av egnum gerðum,
men lítið sæst til tað, tí alt
verður tolererað, tá saman-
um kemur. Tey kundu spart
almenningin fyri at hoyrt
slíkt fjas og uttanumtos, tí
annað er og verður verður
tað ikki. Ilt er at síggja nakr-
an teirra taka nakað í álva-
ra, allarminst fremsta mann
landsins, løgmann. Full-
veldi skulu vit hava fyri ein-
hvønn prís, og tað er tað alt
snýr seg um.
Tá til stykkis kemur kann
tann framferð og ta skoðs-
mál, sum samgongulimir
geva hvørjum øðrum, ikki
tulkast øðrvísi, enn at hesir
persónar vilja snúgva sær
undan ábyrgd, vaska sær
hendurnar og geva øðrum
skuldina (í hesum føri teirra
egnu samgongufelagar), og
tá fullveldið er bjargað, og
vit skulu liva í hesum landi
undir heilt øðrum fortreyt-
um enn í dag, so kunnu teir
framhaldandi blaka runu
eftir hvørjum øðrum, tí tá
er avgerðin tikin, og tað var
tað sum lá teimum fremst.
Um Føroyar so skulu
stýrast av ótrúverdugum po-
litikarum í framtíðini, tað
hevur minni týdning fyri
teir. Men møguliga ger
Høgni Hoydal tá álvara av
tí, hann nú hóttir við: Tá
Føroyar gerast sjálvstøð-
ugt land, Bjarni Djur-
holm, so sleppur tú ikki í
sjálvdrátt uttan við loyvi
frá Høgna!
Lisbeth L. Petersen, løg-
tingslimur
fyri
Sam-
bandsflokkin
Við gildi frá 1. januar ár
2000 lækka allir elprísir
við ímillum 5% og 7%.
Fyri eini vanlig sethús
lækkar prísurin úr 1,17
kr./k.kwh niður í 1,11
kr./kwh fyriuttan MVG.
Við MVG verður talan
um eina lækking uppá
7,5 oyru/kwh. Fyri eitt
meðal húsarhald (5.000
kwh/ár) verður talan um
eina sparing uppá 375 kr.
um árið.
Hetta er 5. árið á rað,
SEV hevur lækkað el-
prísin hjá húsarhaldi-
num, t.v.s. úr 1,39 í 1995
niður í nevndu 1,11 kr/
Broytingarnar í elprísunum
frá 1. januar ár 2000
kwh í 2000. Við MVG verð-
ur talan um eina sparing fyri
eitt meðal húsarhald uppá
1.750 kr. um árið í ár 2000
samanborið við 1995.
Fyri størri ídnaðarvirkir
v.m. lækkar prísurin úr 0,72
kr/kwh niður í 0,67 kr/kwh.
Í 1991 rindaði ídnaðurin
1,25 kr/kwh, so fyri ídnaðin
er prísurin næstan farin nið-
ur í helvt eftir 8 árum, og er
nú á sama støði, sum fyri
20 árum síðani.
Fyri SEV merkir prís-
lækkingin, sum far gildi frá
1. januar 2000, at inntøkan
í 2000 verður umleið 10
mió. kr. lægri enn í 1999.
Málið hjá SEV er -
eins og gjørt hevur verið
nú í nógv ár - at halda
áfram at bøta um góðsk-
una á elmegini við m.a.
útbygging og betran av
elkervinum samstundis
sum vóna verður, at el-
prísirnir kunnu halda á-
fram at lækka, hóast
gongdin í oljuprísunum
í seinastuni hevur verið
okkum ímóti.
Tórshavn, tann 31. des.
99
Elfelagið SEV
Viðmerking:
SKRIVSTOVUFÓLK
Til Føroya Handilsskúla á Kambsdali
Føroya Handilsskúli á Kambsdali søkir eftir skrivstovufólki
at seta skjótast gjørligt.
Starvslýsing
Starvið umfatar alt vanligt skrivstovuarbeiði í samband við
skúlan. Tú fært ábyrgd av bókhaldi skúlans. Lærlingur er á
skrivstovuni, sum tú verður lærumeistari hjá.
Starvið fevnir eisini um bókhaldið hjá sjálvsøluni, kantinuni
og Næmingaheiminum á Kambsdali. Eykað samsýning
verður fyri hesar uppgávur.
Førleikakrøv
Tú skalt hava útbúgving í skrivstovuyrkinum og hava royndir
í øllum vanligum skrivstovuarbeiði. Eisini skalt tú hava royndir
við bókhaldsarbeiði og kenna bókhaldsskipanina Concorde.
Tú skalt vera sjálvstøðug/ur og smidlig/ur í arbeiðinum.
Vit kunnu bjóða
Eitt avbjóðandi og ábyrgdarfult starv við nógvum ymiskum
uppgávum. Vit leggja dent á góða tænastu. Høvi verður hjá
tær at ávirka arbeiðsdagin. Í arbeiðinum hevur tú samband
við nógv fólk, og tí mást tú vera opin og virkin. Tú fert at
hava tætt samband við leiðsluna.
Setanartreytir
Sambært sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og
Fíggjarmálastýrið.
Umsóknarfreist
Umsóknin skal verða Føroya Handilsskúla í hendi í seinasta
lagi 07. januar 2000.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Føroya
Handilsskúla tel. 444 900, tó um høgtíðina tel. 220 900
(Elsa Maria Olsen).
Sosialurin - 311820
Kambsdalur - 530 Fuglafjørður - Telefon 444900 - Telefax 444901
Viðskiftafólki og áhugaðum
verður hervið boðað frá at
P/F Vónin hevur móttøku í
nýggja nótavirkinum í
Fuglafirði
leygardagin 8. januar
millum klokkan
15 og 17
Tað hevði glett okkum at
sæð tykkum.
Móttøka
P/F
Vinarliga
2000
2000
20002000
-ver
við
frá
byrjan!
Haldarar í Føroyum: 320,-/ársfj.
Haldarar í Europa: 490,-/ársfj.
Onnur lond: Ymiskir prísir
Internet: 240,-/ársfj.
Ger skálki gott hann lønir
tær aftur við há og spott
So gekk mín dapri spádóm-
ur tíverri út. Hvussu hevur
ikki Helena Dam á Neysta-
bø landsstýrismaður, staðið
nú í meir enn eitt ár og
gabba og gabba í øllum
teimum føroysku fjølmiðl-
unum, um at nú skuldi allir
fólka og avlamispensiónist-
ar togast uppeftir í pensións
útgjaldið, ja nú varð so
endiliga spakin settur í og
allir pensiónistar skuldu fáa
eitt økonomiskt herðaklapp
frá tí almenna Føroya Land-
skassa. Jú vøkur orð. Tað
fyrsta Palliba og Marsanna
fáa at vita, tað er, at pensi-
ónin ikki kann gjaldast áðr-
enn jól, átti annars at verði
útgoldin 22. des. Ein vøkur
jólagáva frá Helenu við
familju. Tað næsta sparkið
á skinnabeinið kom millum
jól og nýggjár, á gáttuni til
ár 2000, nýggju øldina.
Øll henda væntaða gleði
við einari lítlari hækking í
krónum frá fólka og avlam-
ispensiónistum gjørdist ein
svørt sorg.
Eitt rættuligt UPPER
COUT, legði avlamispen-
siónistarnar í gólvið við
60% minni útgjaldið og tey
legði Helena upp á hjá
fólkapensiónistunum, fyri
síðani, at taka alt inn aftur
yvir skattin, ella hvat? Jú,
hetta var tað lovaða landið,
ið Helena skuldi leiða allar
pensiónistar inn í. Nei, her
fleyt hvørki av mjólk ella
hunangi. Heldur fleyt her av
illgerð og væntandi vilja, at
útrætta nakað gott fyri teir
fólka og avlamispensiónis-
tar, ið onki eiga í forvegin.
Landskassin leggur onki
út í hesi støðu, teir taka bara
meira inn í staðin.
Avlamispensiónistarnir
gjalda gildið 60% eftir reyv,
tað leggja tey í Nesinum við
Helenu á odda yvir til fólka-
pensiónistarnar, fyri síðani
at taka alt og meir afturat
innaftur í skatti frá fólka-
pensiónistunum.
Jú, eg ein stóran, tú ein
lítlan, tú ein lítlan eg ein
stóran, hasa kenna vit armu,
alt ov væl.
Mín avlamispensión ið
var 2.600 kr., tað verður
ongin millióningur av, fór
niður á 1.200 kr., barnastuð-
ul og Gud hjálpi mær næst-
an 200 kr. í skatti íroknað.
Eg eri familjumaður og
eg havi brúk fyri hasum
krónunum, fyri at kunna
liva, svara hvørjum sítt, lán
og annað.
Eg havi alla mína tíð
stuðla Tjóðveldisflokkin og
taki fult undir við stevnu-
mið floksins um eina fræls-
ar Føroyar, har allir landsins
búgvar hava sømulig kor at
liva undir, men er hetta
veruliga ætlanin hjá mínum
flokki, at tey gomlu og
sjúku skulu blakast út fyri
Trælanípuna upp á henda
hátt, so verður her í okkara
Føroya landi ein ódámlig
byrjan upp á tað í mínum
eygum sjálvsagdu fullveld-
isætlan.
Ein fullveldisætlan kann
eisini keypast ov dýr, um
hon fer at gera ov stóran
mun á okkum føroyingum.
Jú, jú tað er lætt at rista
breiðar álir av annan mans
ryggi.
Í mínum eygum, átti tú at
fingið eina misálitisváttan
klamsaða á borðið, fyri eitt
makkverk av eini pensións-
lóg, har tú segði ósatt upp í
eyguni á okkum avlamisog
fólkapensiónistum. Tú eig-
ur tó ikki skuldina einsa-
møll, men tú fært yvirstóra
løn, fyri at standa á ovastu
rók og har mást tú, um tú
hevur nakran rygg, boyggja
teg og gera sum japanarin
plagar, tá hann er tikin í
onkrum ósømuligum. Við-
ganga sína skuld og rætta
alt upp aftur, ella hvørva út
í myrkrið.
Ein harmur
avlamispensiónistur
Eyðálvur Kári Nielsen
Nú hevur verið nógv tosa
um fólkapensjónina. Og
ofta eru orð fallin niður yvir
Helenu, orð sum eru púra
órættvís.
Men nokk um tað.
Eg haldi at Helena hevur
sanniliga víst, at hon meinti
tað hon segði, um at nú
skuldi pensjónin hækka. Og
nú er hon hækka. Hitt er so
tað, at tað vantar ein lóg um
skattspurningin.
Landsfelag Pensjonist-
anna gjørdi longu vart við
hetta mál á fundi við Trivn-
aðarnevndina tann 15. des-
ember. Landsfelagið fram-
helt, at um viðbótin bleiv
skatta framyvir, so kemur
hækkingini ongan mun at
gera. Men nú hevur boðað
frá at eitt uppskot kemur á
ting heilt skjótt.
So eg haldi at vit eiga øll
at geva henni frið at arbeiða,
og bíða til allur pensjóns-
spurningurin er greiddur, -
einaferð í januar ella í feb-
ruar. Ein pensjónistur úr
Skopun skrivar, at vit mugu
hava val nú. Eg gangi út frá
at hann meinar, at vit fáa
betri pensjón aftaná tað val-
ið.
Nei, góði vinur. Eitt nýtt
val broytir onki til tað betra,
men kundi hent tað tað bleiv
nógvar ferðir verri. Tí vit
eru bara soleiðis, at av
gomlum vana, so velja vit
tey somu fólkini aftur, og
soleiðis melur alt runt.
Ein svenskur pensjone-
Helena Dam á Neystabø
- fólkapensjónin
raður yvirlækni segði á ein-
um norðurlanda fundi.
Vit pensjonistar hava all-
an feilin sjálvi at pensjónin
og kor okkara eru so vána-
lig, tí vit velja sum vit velja.
Og segði hann víðari: Um
nú allir vit pensjonistar, - og
fyri so vítt eisini øll avlam-
isfólk atkvøddu fyri einum
pensjonistaflokki, so koll-
veltu vit tað svenska tingi.
Tað sama hevði verið her.
Tað hevði verið nógv tann
størsti flokkurin á tingi.
Hevði helst fingið bæði løg-
mann og fíggjarmálaráð-
harra.
Men mín góði vinur, hetta
gera vit føroyingar bara ikki.
Nei, Helena hevur hildið tað
hon hevur lovað, so lat
okkum geva henni frið og
fullføra arbeiði.
Símun P. Poulsen
formaður fyri
Eldraráðið
Viðmerking:
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo