mikudagur 5. januar 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 2 - 5. januar 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 2 - 5. januar 2000
Ein rund og romantisk røða
Formaður Javnaðarfloksins heldur ikki nýggjársrøðu løgmans vera eina ser-
liga minniliga røðu. Hon var, eftir hansara tykki, rund og romantisk og gleið
væl niður
JOHN JOHANNESSEN
– Nýggjársrøða løgmans
skal kanska ver rund, so hon
glíður væl niður hjá øllum,
og tað var hendan afturlít-
andi og romantiska røðan
hjá Anfinni Kalsberg eisini.
Men eg haldi, at hann fór í
so lætt um ávís viðurskifti.
Jóannes Eidesgaard held-
ur, at løgmaður gjørdi í so
nógv burturúr at romanti-
sera tjóðskaparstríðið fyri
hundrað árum síðani somu-
leiðis, sum hann gjørdi í so
nógv burturúr at romanti-
sera støðuna hjá okkum
sum føroyskt fullveldi.
Lítið ítøkiligt
– Samstundis sum løgmað-
ur sigur, at vit skulu sleppa
okkum av við ríkisveiting-
ina, fáa evsta valdið í landi
okkara og fáa merkið okk-
ara at veittra úti í heimi,
hevur hann einki ítøkiligt
boð um, hvussu hetta mál
skal náast.
– Løgmaður hevur í røð-
uni einki boð uppá, hvussu
vit skulu takla ymiskar trup-
ulleikar í samfelagnum, ið
standast av, at vit sleppa
ríkisveitingini, sigur Jóann-
es Eidesgaard og vísir á,
trupulleikarnar við at finna
pening at gjalda pensjónir
og so framvegis.
Tískil heldur Jóannes
Eidesgaard, at løgmaður
romantiserar í so nógv um
framtíðina í staðin fyri at
vera ítøkiligur.
Gloymir
fakfelagsstríðið
Nýggjársrøða løgmans var
býtt upp í sjey partar. Ein
inngang, ein part um tús-
undáraskeiðið, ið viðger
kristindómin, ein part um
hundraðáraskeiðið, ið við-
ger tjóðskaparstríðið, ein
part um seinasta tíggjuára-
skeiðið, ið viðger kreppuna,
ein part um samanhaldið í
fólkinum og ein enda.
Í partinum um seinasta
hundraðáraskeiðið saknar
Jóannes Eidesgaard í stóran
mun eina viðgerð av verka-
mannastríðnum.
– Við allari virðing fyri
tjóðskaparstríðnum má eg
viðmerkja, at eg meti fak-
felagsstríðið vera eins týdn-
ingarmikið og kanska týdn-
ingarmiklari fyri føroyska
samfelagið enn tjóðskapar-
stríðið.
Formaður Javnaðarfloks-
ins sigur seg meta fakfelag-
srøðsluna, ið tók seg upp í
1915, at vera sterkastu
rørðsluna í samfelagnum
seinastu hundrað árini som-
uleiðis, sum hann metir
hesa rørðslu at hava borið
miklan ávøkst fyri samfel-
agið.
– Var tað eg, ið skuldi
hildið
løgmansrøðuna,
hevði eg uttan iva raðfest
fakfelagsstríðið ovast á list-
anum fyri avrik seinasta
hundraðáraskeiðið. Hetta
var ein stíð, ið framdi stór
framstig fyri arbeiðandi
fólkið, meðan tjóðskapar-
stríðið var eitt stríð, ið gekk
varð stýrt av teimum, ið
høvdu bestu korini í sam-
felagnum, nevniliga ungum
stundentum, ið somuleiðis
vóru bóndasynir og tískil
væl fyri.
Jóannes Eidesgaard legg-
ur tó dent á, at hann ikki
undirmetir týdningin av
málstríðnum og tjóðskapar-
stríðnum, men at hann vil
undirstrikað,
at
fakfelagsstríðið sanniliga
eisini hevur havt týdning
fyri samfelagið.
Prædikukent
Partin um túsundáraskeiðið
og kristindómin og partin
um kreppuna heldur Jóann-
es Eidesgaard eru ógvuliga
prædikukendir. Hann vísir
á, at hesir partar kanska
høvdu hósað betur í einari
prædiku enn í einari løg-
mansrøðu.
Serliga heldur Jóannes
Eidesgaard, at viðgerðin av
kristindóminum seinastu
túsund árini er heldur bjart-
skygd. Hann er samdur í, at
kristindómurin helt føroy-
ingum uppi í trongdum tíð-
um, men hann heldur, at
løgmaður ger av lítið við
trongdina og neyðina, ið
hevur valdað.
Í viðgerðini av kreppuni,
her løgmaður røddi um, at
samanhaldið í kristindóm-
inum helt okkum uppi í
kreppuni, heldur Jóannes
Eidesgaard løgmann vera í
so bjartskygdan, tá hugsað
verður um, at átrúnaðarligar
ósemjur hava ført til alt
fleiri og fleiri trúarbólkar
seinastu mongu árini.
Samanumtikið heldur Jó-
annes Eidesgaard nýggjárs-
røðu løgmans ikki vera eina
av teimum heilt stóru røð-
Ein bærilig og góð røða
Høgni Hoydal heldur nýggjársrøðu
løgmans vera eina bæriliga røðu, har
løgmaður megnaði at brúka ártús-
undskiftið til at gera upp støðu Før-
oya sum tjóð
JOHN JOHANNESSEN
– Nýggjársrøða løgmans
hevði søguligt kjølfesti og
lýsti greitt framtíðarætlanir
landsstýrissins somuleiðis,
sum hon hevjaði seg upp
um partapolitiskt kegl.
Høgni Hoydal, varaløg-
maður, heldur nógv um
nýggjársrøðu
løgmans.
Hann heldur, at løgmaður í
bæruligu røðu sínari megn-
aði at brúka ártúsundskiftið
til at gera støðuna upp hjá
Føroyum sum tjóð.
Gott sjónarhorn
Varaløgmaður heldur tað
vera eitt gott sjónarhorn at
minnast øldina fyri tjóð-
skaparstríðið. Hetta var
nevniliga eitt stríð, ið
meginparturin av føroying-
unum stóðu saman um, og
júst við at standa saman
kunnu vit lyfta byrðar, held-
ur hann.
Eisini er Høgni Hoydal
samdur við løgmanni, tá
hann tosar um tey mongu
menniskjaligu virðini - harí-
millum kristindómin - ið
hava hildið føroyska sam-
felagnum uppi gjøgnum tíð-
ina. Hesi virði heldur hann
vera ógvuliga týdningar-
mikil, hóast tey ikki kunnu
gerast upp í tølum og tal-
vum.
Eingin partapolitikkur
Høgni Hoydal heldur, eins
og Jóannes Eidesgaard, at
fakfelagsstríðið var líka
týdningarmikið sum tjóð-
skaparstríðið. Men hann
heldur, at løgmaður lat vera
við at koma inn á júst hetta
evnið, fyri at sleppa undan
partapolitikki. Tó heldur
varaløgmaður, at røða løg-
mans hevði kjølfesti í verk-
amannastríðnum, hóast tað
ikki beinleiðis varð drigið
fram.
Samanhald lyklaorðið
– Boðskapurin í røðu løg-
mans var eftir mínum tykki,
at vit við felags tøkum sam-
an vinna fram á mál. Tað
nyttar nevniliga ikki at vera
superliberalur, um tú skalt
koma nakaran veg sum tjóð.
Viðvíkjandi viðgerðini av
framtíðarstøðu
Føroya,
heldur Høgni Hoydal boð-
skapin vera tann sama.
V i ð m
e r k i n g a r t i l n ý g g j á r s r ø ð u l ø g m
a n s
unum í Føroyum, sum verð-
ur mint nógv ár fram í tíð-
ina, men samstundis heldur
hann talan vera um eina ro-
mantiska og runda røðu, ið
glíður væl niður hjá fólki,
uttan mun til politiskan lit.
Hann heldur, at løgmaður
fekk sagt, at vit nokk skulu
koma á mál í felag við neyð-
ugu stigunum.
Høgni Hoydal heldur
nýggjársrøðu løgmans
vera góða
Jóannes Eidesgaard heldur ikki nýggjársrøðu løgmans
vera eina røðu, ið fólk í mong ár fara at minnast aftur á
Fyrimyndin til Barbaru deyð
Fyrradagin doyði Estrid Bannester Good 95 ára gomul. Hon var skyldkona
og vinkona Jørgen-Frantz Jacobsen - og fyrimyndin til Barbaru í skaldsøguni
Í sambandi við, at fyri-
myndin í skaldsøguni »Bar-
bara« hjá Jørgen-Frantz Jac-
obsen, Estrid Bannester
Good nú er deyð, 95 ára
gomul, endurprenta vit brot
úr grein hjá Jógvani Isak-
sen, Íblástur og andróður
III, har greitt verður frá
brævaskiftið, Jørgen-Frantz
hevði við vinmenn í Føroy-
um meðan hann var sjúkur
og skrivaði skaldsøguna.
Jørgen-Frantz
Jacobsen
doyði tann 24. mars 1938 -
og megnaði ikki at skriva
skaldsøguna lidna:
»William Heinesen hevur
fleiri ferðir sagt frá, at ar-
beiðslagið
hjá
Jørgen-
Frantz Jacobsen kravdi
føðslu úr veruleikanum, og
um persónarnar í »Barbaru«
sigur hann, at teir eru allir
teknaðir eftir livandi fyri-
mynd, „og Barbara sjálv er
sum vitiligt einki undan-
tak“. Men leggur hann aftr-
at: „Annars er ónýtt at seta
báðar Barbarurnar, veru-
leikans frá tjúgu og tríati
árunum og hana í søguni,
hvørja upp móti aðrari - tað
ber ikki til at skilja tær
sundur, kvinnumyndin í
søguni er í hvørjum bragdi
tikin úr veruleikanum“.«
»Nú hevði Jørgen-Frantz
Jacobsen
tilfarið,
men
hvussu fór leikur í hesi
skriving? So seint sum 25.
september 1934 hevur tað
ikki enn rættiliga borið við
William Heinesen, at vin-
maðurin er farin undir eina
skaldsøgu:
»Viðvíkjandi
skaldsøguni hjá tær, so kom
tað mær ikki til hugs, at tú
vart farin undir hesa skald-
søgu.
Álvaratos so trúði eg, at
tað snúði seg um meir og
minni leysar ætlanir, sum tú
møguliga einaferð, tá ið
høvi beyðst fórt at hugsa um
at seta í verk«. Hann leggur
tó aftrat, at hann veit, at
Jørgen-Frantz ikki letur seg
kúga av lagnunar svikaráð-
um, men í staðin savnar
bæði pínu og royndir í eina
søgugongd: »Og tað, skilji
eg altso nú, evnið er hesa
ferð skaldsøgan um Beintu.
Lagnan hevur latið tær til-
farið, latið tær psykologiina
hjá høvðuspersónunum«.
Í brævi frá 20/10 1934
sigur Jørgen-Frantz seg vera
likamliga linan, men í and-
aligum ódnarstormi: »Eina-
stu ráðini til at koma sær
uppundan aftur er skaldsøg-
an. Men eisini hon krevur
bæði nervar og megi«. Og
hann biðjur William Hein-
esen senda Tinganesi »eitt
blítt eygnakast. Tað er har
skaldsøgan er um at taka
seg upp - í vindgosinum utt-
an av havi, aftur við tónu-
num hjá Rameau og Coup-
erin-le-Grand,
skelvandi
sálmasongi og uppressandi
gavottum. Á, hann sum ork-
aði at leika seg mettan í síni
øði!«
Jørgen-Frantz Jacobsen
er nú rættiliga komin í
gongd við skrivingina, og
tað er púra greitt, at hann
roynir at skriva seg ígjøgn-
um og leysan av øllum
kenslum, sum Estrid vekir í
honum. Hann veit, hvør
drívkraftin er, og sigur, at
sálin tíggjar sær »sum ein
skáldað apa!« Upp á sín
egna retoriska spurning,
hvat hetta er fyri nakað,
svarar hann: »Tykni, særdur
stoltleiki, vónbrot, saknur
og ein fittlig stór rúgva av
púra banalum egoistiskum
fyribrigdum. Men fyri tað
er pínan tann sama«.
3. januar 1935 skrivar
Jørgen-Frantz til William:
»Mítt listarliga mál er at
flyta menniskjað Estrid yvir
í 18. øld í Føroyum. Eg havi
skrivað trý kapittul í Clair-
obscur á Reyni og Tinga-
nesi. Søgugongdin er lænt
frá søgnini um Beintu, men
tað er eingin roynd at end-
urskapa tær veruligu hend-
ingar ella ta søguligu
Beintu«.
Eftir eina lítið hugaliga
skurðviðgerð skrivar Jørg-
en-Frantz Jacobsen tann 20/
2 1935 til William Heine-
sen: »Men annars vil eg ikki
doyggja, bæði fyri móður
mínar sakir, og tí at eg eisini
fegin vildi sæð útgongdina
á míni lívsfúsu bók, sum er
bygd á tað stóra menniskj-
aliga temað Fáfongd«.
Tað gongur stútt framá
við skaldsøguni, hóast sjúk-
an javnan forðar honum í at
arbeiða. 26. februar 1936
skrivar hann til William
Heinesen,
at
Christian
Matras hevur lisið tey skriv-
aðu kapitlini út í eitt fyri
konuni, og at hetta er tekin
um, at bókin fangar.
Til
Christian
Matras
skrivar hann 20. august
1937: »Eg havi nú leingi
hvønn dag ivast, antin eg
skuldi skriva bræv til tín ella
eina síðu av Barbarubókini.
Og Barba (bókin) hevur
higartil vunnið! Eg havi so
mikið útróðrarblóð í mær,
at eg ikki gjarna liggi ein
dag av mær, tá líkindi ann-
ars eru tolulig. (...) Tú skilir
meg altso, síggi eg av øllum
brøgdum: at tað ikki einans
er eina søgu eg vil skriva,
ikki heldur einans eina
mynd eg vil geva av Føroy-
um, men eina djúpa lívs-
kenslu eg vil royna at fáa
fram, ja at endanum kanska
eina tøkk til lívið eg vil siga.
Um hetta innasta endamálið
kann náast, er kanska ein
stórur spurningur, men
einki kann gleða meg meira
enn at frætta, at Tú hómar
eitt perspektiv. Uttan per-
spektivið verður bókin ein-
ans hálv. (...)
Ein sterkur drykkur er lív-
ið, í góðum og illum menn-
andi fyri tann, ið ikki fær ilt
fyri hjartað av at drekka
hann. Hetta skuldi verið
perspektivið, eitt sindur
banalt kanska, men alt sum
skal hava alment gildi er á
tromini av tí banala. Høv-
uðssakin er, hvussu tað
verður ført fram«.
Tað komandi tíðina er tað
skiftandi sum hann boðar
vinfólkunum frá. Aðru-
hvørja ferð gongur tað væl
framá, og aðruhvørja ferð
fær hann einki gjørt vegna
sjúku, ella tí at hann hevur
mist áhugan fyri bókini:
»Tað tvørliga er, at Barbara
nú er farin at vera mær so
undarliga óavvarðandi, er
ikki í leikinum longur. Men
tá ið ein bara nóg mikið
»tries and tries again« man
fara at bera til at øsa seg
upp«. Soleiðis skrivar hann
í juli 1937, og eitt hálvt ár
seinni í januar 1938 er søg-
an tann sama: »Tað versta
er bert tað at eg tími ikki
longur at skriva hesa bók-
ina. Mundi hetta kunnað
komið av tí at sál mín hevur
vent sær frá Barbaru? Ringt
skil. Eg má royna at øsa
meg eitt sindur upp aftur í
listar halga navni«.
Tað er púra liðugt millum
Jørgen-Frantz og Estrid og
harvið hvørvur ein partur av
ákoyringini at skriva bók-
ina, men sambært William
Heinesen tekur listin yvir:
»...tann livandi Barbara
bliknaði, og fyrimyndin
fánaði burtur, tann skalds-
liga Barbara yvirtók pallin,
og á hesa skaldsligu Bar-
baru legði hann nú allan sín
kærleika«.
William Heinesen ger
annars vart við, at Barbara
ikki bara hevur havt eina
einstaka fyrimynd, men at
høvundurin hevur drigið
fleiri upplivingar uppí:
»Hann bleiv ógvuliga for-
elskaður í eini kvinnu og
hon spælir avgjørt eisini ein
leiklut í myndini av Barbu -
nettupp teir vøkru miðpart-
arnir í skaldsøguni«. Nú
gongur tað eina tíð framá
við skrivingini, og Jørgen-
Frantz hevur góðar vónir
um at gera bókina lidna. 15.
februar 1938 boðar hann
Williami frá: »Og so, mín
harri, eru bert eftir teir tveir
triðingarnir í mykineskap-
itlinum, og so tey trý enda-
kapitlini.
Í sama brævi skrivar
hann, at tað eisini eru onnur
viðurskiftir hann kundi
hugsa sær at havt á munni:
»M. a. spurningurin um
meg sjálvan sum skald.
Harragud William, nú hevur
tú kent meg í 37 ár (rødd
sum Tom) og kortini er tað
ikki fyrr enn stutt síðani riva
fyri tær, at eg var skald...«
Hetta gjørdist tað seinasta
brævið til vinmannin. Jørg-
en-Frantz Jacobsen doyði
tann 24. mars 1938, og so-
statt náddi hann ikki at gera
skaldsøguna hjá sær lidna.«
Estrid Bannester Good giftist til Írlands. Tá Margreta drotning í 1978 var á almennari vitjan í Írlandi, hitti hon Estrid
Jørgen-Frantz Jacobsen á
ferð í Stokhólmi fyrst í
tríatiárunum, tá hann
arbeiddi sum blaðmaður á
Politiken