Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mai 2018 · Nr. 54 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Seinastu dagar­nar hava Ingvar Joen­ sen, stjóri í Tavuni og Johan Morten­ sen, kon­sulent­ur, verið á kunda­ vitjan í Svøríki hjá teim­um, sum keypa føroysku krydd­aðu sildabitarnar. - Vit hava fing­ið nógv rós fyri dygd og smakk, siga teir báð­ir, sum nú eru spentir til silda­ ver­tíðina í heyst Vilmund Jacobsen Í fjør heyst byrjaði Tavan í Leir­vík, sum gjøgnum árini er vorðin kend fyri sína gull­laksaframleiðslu, at elta slóð­ina hjá føroyingum við sild­ini. Virkið hevur gjørt íløgu í eina sildalinju, og í vertíðini í fjør heyst varð fyrsta sild­in og fyrstu sildabitarnir skorn­ ir, kryddaðir og útfluttir. Í fyrstu syfti var hetta ein royndarverkætlan, sum hevur til endamáls at gagn­ nýta og meirvirka sild, og úrslitið gjørdist, at krydd­ aðu sildabitarnir hjá Tavuni í fjør heyst gjørdust tað mest góðs­kaða, sum gjørt verð­ur her heima burtur úr før­oy­ skari sild í løtuni. Meðan sildaframleiðslan í Tavuni var í gongd í fjør heyst, vitjaði Sosialurin á virki­num, og her fingu vit høvi at síggja, hvussu nýggja sildalinjan er uppbygd - frá tí, at fiskurin kemur í tangabili í túnið, til sildin er skorin, og silda­bitarnir eru koyrdir í tunnur við laka. Á tveimum vaktum Um miðjan november í fjør sendi Tavan fyrstu 200 tunn­ ur­nar við sildabitum í bingju til svenska keyparan, sum eisini hevði ein mann í Før­ oy­um, meðan fyrstu nøgd­ir­ nar vórðu virkaðar. Sum heystið leið, fóru nakr­ar hundrað tunnur aftr­at til Svøríkis, men í fjør heyst náddi virkið ikki heilt tali­num á 2000 tunnur, sum Tav­an hevði møguleikan at fram­leiða og senda svenska keypara­num. Henda dagin, vit vitj­aðu, fekk Tavan sild frá Fin­ni Fríða, sum landaði í Fugla­ firði. Tangabilur kom við jøvn­um millumbili við sild, so­leið­is sum tey á virkinum megn­aðu at arbeiða undan. Eini 10 fólk á tveimum vakt­um á 10 tímar vóru knýtt at sildaframleiðsluni í Tavu­ni, og ta fyrstu tíðina lá fram­leiðslan um 140 tunnur um døgnið. Men, skjótt gekk framá, og sum tíðin leið, megnaðu tey á Tavuni eisini at veksa um framleiðsluna. Nýggir møguleikar Á ferðum uttanlands eru um­ boð fyri Tavuna ofta komin í samband við innflytarar og framleiðarar av sild, og so­ leiðis er hetta samstarv við silda­bitunum eisini komið í lag. Svøríki telist millum tey lond, sum brúka ógvuliga stór­ar nøgdir av sild, og teir keypa nógv úr eitt nú Noregi. Hugskotið aftan fyri silda­ virksemið hjá Tavuni er, at føroyingar eiga at gera meira við hetta ediliga tilfeingi, so­ leiðis sum føroyingar gjørdu áður, tá sildin skapti nógv arbeiðspláss. Seinnu árini, nú meira upp­sjóvarfiskur er komin í før­oyskan sjógv, vóru sviar eisini farnir at spyrja, um tað ikki bar til at fáa sild úr Føroyum. Tá nøgdirnar av sild eru stórar, soleiðis sum tær hava verið seinni árini, hava upp­ sjóvar­virkini í Kollafirði, Tvør­oy­ri og Fuglafirði keypt og fryst nógva sild, og á onkrum virki hevur ein min­ ni partur verið skorin. Sildin úr dvala Í tilgongdini á Tavuni hava tey alla tíðina miðjað eftir at koma inn á tann marknaðin, har sildin verður skorin í bitar í Føroyum, saltað og síðan latin í gløs sum kon­ ser­ves. At Tavan upp á lutfalsliga stutta tíð hevur gjørt íløgur í maskinur, samstundis sum virkið hevur fingið keyparar til sildabitarnar, er ikki eitt nýtt virksemi í Føroyum, men eitt virksemi, sum nú aftur hevur sæð dagsins ljós eftir fleiri ár í dvala. Úr flakamaskinuni fara fløk­ini í Tavuni í eina aðra maskinu, sum sker bitarnar. Sildabitarnir fara í tunnur við sukursalti og kryddi, og her fara umleið 84 kilo í hvørja tunnu, sum gevur um­leið 5.200 bitar tilsamans. Tá tunnurnar síðan eru komnar til keyparan í Svøríki, fara bitarnir í miljón­ ir av gløsum, sum verða seld í Svøríki og Skandi­naviu annars, har silda­mark­nað­ urin er velduga stórur. Fáa nógv rós Seinastu dagarnar hava Ing­ var Joensen, stjóri í Tavu­ni og Johan Mortensen, kon­ sulentu­r, verið á kundavitjan í Svøríki hjá teimum, sum keypa føroysku kryddaðu silda­bit­arnar. - Vit hava fingið nógv rós fyri bæði dygd og smakk, og hetta fegnast vit sjálvsagt um, tá sildabitarnir úr Tavu­ ni er tað mest virkaða, sum í HÁGÓÐSKAÐIR SILDABITAR ÚR LEIRVÍK VEKJA ANS Í SVØRÍKI Sviar eru sera væl nøgdir við dygd og smakk av føroysku sildini