týsdagur 15. mai 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 16. mai 2018 · Nr. 54
TÍÐINDI
løtuni verður fingið burtur
úr føroysku sildini.
Ingvar Joensen og Johan
Mortensen, sum framvegis
vóru í Svøríki, tá Sosialurin
hitti teir, vísa á, at meðan
teir vitjaðu á virkinum, sóu
teir eisini stóru framleiðslu
linjuna, har ikki færri enn
80.000 sildabakkar við før
oyskum sildabitum vórðu
framleiddir á tí eini linjuni
um dagin.
- Nú nærkast tað, sum svi
ar rópa “midsommar” - ella
jóansøka - ið ikki minst er
kend sum sildahátíð í Svøríki,
og sagt verður, at sviar bara
um “midsommar” keypa heili
9 miljónir sildagløs.
Sum skilst á Ingvar Joen
sen og Johan Mortensen er
framleiðsluvirkið í Svøríki,
sum Tavan samstarvar við,
ógvuliga framkomið og sjálv
virkandi, og her eru bæði
sjálvvirkandi maskinur og
linjur og ymisk tólmenni
ella robottar, sum vit eisini
rópa tað.
- Hetta er ein fyritøka, sum
hevur røtur langt aftur í tíðina,
og tí eru vit onga løtu í iva um,
at hetta er eitt samstarv, sum
er vert at byggja okkara silda
framleiðslu á, siga stjóri og
konsulentur.
Fyrr í gongd
Á Tavuni í Leirvík eru
tey ógvuliga spent upp á
sildavertíðina í heyst og
gongst, sum ætlað, verður
farið í holt við framleiðsluna
av sildabitum, tá gulllaksa
vertíðin er av.
- Vit miðja eftir at koma í
gongd við sildini fyrr í heyst,
helst longu í september, og
vit hava gjørt avtalu við svi
ar um levering, sigur stjórin
í Tavuni.
Johan Mortensen, sum
eisini er íbirtari innan gas
tronomi í Føroyum, leggur
aftrat, at tað ikki er óvist, at
føroyingar møguliga kunnu
geva svensku samstarvs
pørtunum onkur hugskot
og íblástur úr føroyskari
gastronomi, sum dugnaligi
samstarvsparturin í Svøríki
møguliga kann brúka til
okkurt.
Ingvar Joensen, stjóri
í Tavuni og Johan
Mortensen, konsulentur
á kundavitjan í Svøríki
Eftir hesi linjuni fara 80.000 sildabakkar
við føroyskum sildabitum um dagin