týsdagur 15. mai 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. mai 2018 · Nr. 54
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Kappingin um Løgmanssteypið
2018 hevur havt fleiri óvæntaði úrs
lit við sær. KÍ, NSÍ og Víkingur, sum
hava vunnið steypakappingin til
samans seinastu seks árini, eru øll
útsligin móti veikari mótstøðu – um
tú hugt verður eftir pappírinum.
Tá lutakastið var í 3-2 mána
kvøldið, vóru bæði AB og Suðringar
í pottinum. Argjamenn hava ongan
tíð verið í steypafinaluni, meðan
Suðringar ikki hava verið í finaluni
sum felagslið, men bæði TB og VB
hava verið í finaluni.
Nú er greitt, at HB skal spæla
móti AB, meðan B36 skal spæla móti
Suðringum. Feløgini í Gundadali
hava heimavøll fyrst, meðan AB og
Suðringar hava heimavøll í seinna
dystinum. Tað verður mangan mett
sum ein lítil fyrimunur.
Fyrru hálvfinalurnar verða 30.
mai, meðan seinnu hálvfinalurnar
verða 13. juni. Sjálv finalan verður
25. august á Tórsvølli.
Endurtøka av 1991
– ella søga
Hálvfinalurnar leggja upp til, at
tað verður antin ein endurtøka av
steypafinaluni í 1991, ella skal nýggj
søga skrivast. Í 1991 er seinastu
ferð, at HB og B36 vóru í steypa
finaluni. Hóast tey hava vunnið 14
meistaraheiti og sjey steypakapp
ingar síðani tá, so hava tey ongantíð
verið í steypafinaluni samstundis.
Í 1991 vann B36 1-0 á HB í steypa
finaluni. Bergur Magnussen skor
aði einsamalla málið í finaluni, sum
tó tykist verða eitt sindur gloymd,
tá tú hugsar um støðuna, sum
B36 mangan var í tá. Hetta er eitt
tíðarskeið, har HB javnan hevði
munin á B36, men Jákup Mørk, sum
júst hevur útgivið B36-bókina “Her
er tað stuttligt”, undrast eisini á tað. Í
Fótbóltspanelinum, sum er sending
á Rás2, helt hann fyri, at helst mundi
finalan ikki verða sjónvarpa. Tí eru
ongar myndir frá henni, og við tí er
hon farin úr minninum á fleiri.
Nú er ein møguleiki fyri, at vit
fáa eina endurtøku av finaluni.
HB og B36 eru favorittar at koma
í finaluna, men tað merkir ikki at
tey gera tað. Bæði Suðringar og AB
hava spælt móti væl sterkari mót
støði í kappingini higartil og vunn
ið. Suðringar hava vunnið á bæði KÍ
og Víkingi, meðan AB vann á NSÍ í
Runavík.
Argjamenn hava bara eina ferð
verið í hálvfinaluni í kappingini um
Løgmanssteypið. Tað var í 2009, tá
teir taptu samanlagt fyri EB/Streymi.
Onkrir spælarar ganga aftur í dag.
Heðin Stenberg stóð í mál, meðan
Jobin Drangastein byrjaði inni. Av
øðrum kunnu nevnast Bárður Olsen,
sum tá spældi við EB/Streymi, men í
dag er á miðjuni hjá AB.
Suðringar hava stolta fótbólts
søgu, men sum felagslið hevur felag
ið bara tvey ár á baki. Hetta kann
hinvegin verða ein gylt høvi hjá
Suðringum at savnast um liðið. Í fjør
gekk væl við at fáa viðhaldsfólkini at
stuðla felagsliðnum, men í ár hevur
ikki gingið eins væl.
Nú er bara eftir at bíða til hálv
finalurnar verða.
Løgmanssteypið:
FÓTBÓLTUR
Lutakastið til hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
hevur verið. Favorittarnir úr HB og B36 renna ikki saman
í hálvfinaluni. Tí er ein møguleiki fyri eini endurtøku av
steypafinaluni í 1991 – ella skulu vit til at skriva søgu
SØGA ELLA
AFTUR TIL 1991
1955 – HB
1956 – TB
1957 – HB
1958 – TB
1959 – HB
1960 – TB
1961 – TB
1962 – HB
1963 – HB
1964 – HB
1965 – B36
1966 – KÍ
1967 – KÍ
1968 – HB
1969 – HB
1970 –
1971 – HB
1972 – HB
1973 – HB
1974 – VB
1975 – HB
1976 – HB
1977 – TB
1978 – HB
1979 – HB
1980 – HB
1981 – HB
1982 – HB
1983 – GÍ
1984 – HB
1985 – GÍ
1986 – NSÍ
1987 – HB
1988 – HB
1989 – HB
1990 – KÍ
1991 – B36
1992 – HB
1993 – B71
1994 – KÍ
1995 – HB
1996 – GÍ
1997 – GÍ
1998 – HB
1999 – KÍ
2000 – GÍ
2001 – B36
2002 – NSÍ
2003 – B36
2004 – HB
2005 – GÍ
2006 – B36
2007 – EB/Streymur
2008 – EB/Streymur
2009 – Víkingur
2010 – EB/Streymur
2011 – EB/Streymur
2012 – Víkingur
2013 – Víkingur
2014 – Víkingur
2015 – Víkingur
2016 – KÍ
2017 – NSÍ
STEYPAVINNARAR:
(1955 – 2017)
VINNARAR AV STEYPAKAPPINGINI:
26 – HB
6 – GÍ
6 – KÍ
5 – TB
5 – B36
5 – Víkingur
4 – EB/Streymur
3 – NSÍ
1 – VB
1 – B71
FAKTA:
Løgmanssteypið – hálvfinalur:
Fyrru hálvfinalur 30.05.2018
B36 - TB/FCS/Royn
HB - AB
Seinnu hálvfinalur:
13.06.2018
TB/FCS/Royn - B36
AB - HB