týsdagur 15. mai 2018síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. mai 2018 · Nr. 55
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Arbeiðsuppgávur
• Luttaka í vaktarskipanum til djóralæknauppgávur og heilsuváttanir á stovninum,
bæði í og uttan fyri vanliga arbeiðstíð
• Heilsuyvirvøka, eftirlit og málsviðgerð í sambandi við aling av fiski
• Málsviðgerð í sambandi við flutning av alifiski og aliútgerð
• Málsviðgerð í sambandi við løggilding og skráseting av matvørueindum
• Eftirlit og skoðan av góðkendum matvørueindum á heimamarknaðinum, vatnverkum
og fiskavørum til inn- og útflutning.
Listin omanfyri er ikki endaligur, men kann broytast, alt eftir hvørjar uppgávur eru á
stovninum, og hvussu økið annars mennist.
Krøv til útbúgving og førleikar
• Djóralækni
• Fiskaheilsukandidatur
• Matvørukandidatur
• Aðra viðkomandi akademiska ella tekniska útbúgving.
Um møguligt verður djóralækni settur í bæði størvini.
Djóralæknaútbúgvingin skal vera frá einum norðurlendskum háskúla ella einari
javnmettari útbúgving, soleiðis at tú kanst gerast løggildur embætisdjóralækni á
Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Vit sóknast eftir fólki við áræði og framfýsni at náa settum málum og sum:
• kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samstarva
• sær nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina spennandi avbjóðing
• dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu ella á einum norðurlendskum máli
• hevur kunnleika til framkomnar KT skipanir
• kann arbeiða nógv úti kring landið
• hevur koyrikort til bil.
Umsøkjarar við viðkomandi starvsroyndum hava fyrimun. Harumframt er ynskiligt við
royndum innan fyrisiting.
Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv, sum fakliga fevnir breitt á ali- og matvøruøkinum.
Tú fert at starvast á matvørudeildini, saman við dugnaligum og áhugaðum starvsfólkum við
góðum útbúgvingum og hollum royndum. Góðir møguleikar eru fyri førleikamenning.
Setanarviðurskifti
Størvini eru fulla tíð og verða sett skjótast gjørligt. Talan er um eitt fast starv og eitt tíðar-
avmarkað starv í 1 ár. Størvini verða sett sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og
Fíggjarmálaráðið, sí www.fmr.fo.
Umsókn
Umsóknir til størvini við avriti av prógvi, C.V., viðmælum o.t. skulu sendast Heilsufrøðiligu
starvsstovuni, Smyrilsvegur 7, 100 Tórshavn, ella hfs@hfs.fo, og skulu verða okkum í
hendi í seinasta lagi hin 1. juni 2018. Viðmerk, um søkt verður um fast starv og/ella
avloysarastarv.
Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.
Endamál stovnsins er at umsita matvøru-, djórasjúku- og alilógina við tilhoyrandi
kanningarstovum.
Matvørudeildin umsitur matvørulógina og djórasjúkulógina. Høvuðsuppgávurnar
eru eftirlit við alivinnuni og matvøruvirkjum. Á deildini eru 15 starvsfólk, harav eru nú
2 djóralæknar.
Ali- og matvørueftirlit
STARVSLÝSING
Vit søkja eftir einum djóralæka og einum náttúruvísindaligum fólki. Einum djóralækna í fast starv og einum
náttúruvísindaligum starvsfólki tíðaravmarkað í 1 ár til matvørudeildina á Heilsufrøðiligu starvsstovuni
Smyrilsvegur 7, FO-100 Tórshavn, hfs@hfs.fo
SKRIVSTOVUNÆMINGUR
TIL BLIKA
Eitt pláss sum skrivstovunæmingur hjá Blika
innan fyrisiting, er leyst at søkja.
VIT BJÓÐA
Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðs-
pláss har kundin er í fokus. Tú kemur at
arbeiða saman við fryntligum starvsfólki.
Í løtuni starvast 6 fólk hjá Blika.
Arbeiðsuppgávurnar vera nógvar og
ymiskar. Alt frá vanligum skrivstovu-
arbeiði, telefonavgreiðslu, undaav-
greiðslu, vørutolling, vørumóttøku til
viðlíkahald av heimasíðu og mangt
annað.
VIT VÆNTA AT TÚ
• Ert tænastusinnað/ur og vilt veita
okkara kundum bestu tænastu.
• At tú í minsta lagi hevur FHS prógv.
• Hevur góðan málsligan førleika í
føroyskum og donskum.
• Dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
SETANAR OG LØNARTREYTIR
• Starvið verður at seta frá 01. juni
ella skjótast til ber.
• Starvið verður sett sambært treytum
hjá S&K felagnum.
• Lærutíðin er 2 ella 3 ár, alt eftir slag
av miðnámsprógvi.
• Skúlagongd á Glasir, 1 dag um vikuna
í 30 vikur, er partur av lærutíðini.
UMSÓKN.
Skrivlig umsókn við møguligum
viðmælum verður at senda til Blika,
Akranesgøta 9, FO-100 Tórshavn, sum
teldupostur ella vanligt bræv, í seinasta
lagið 21. mai 2018.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við
at venda sær til Eyðun Hansen á telefon
233667 ella við at senda teldupost til
eydun@blika.fo
Blika Sp/f • Akranesgøta 9 • FO-100 Tórshavn • Tel. 60 66 66
SKRIVSTOVUARBEIÐI
- farloyvisstarv
Søkt verður eftir einum ágrýtnum
skrivstovufólki. Talan er um eitt
farloyvisstarv frá umleið 1. juni 2018
og til umleið 15. august 2019 ella eftir
avtalu.
Starvið
Starvið fevnir um alt vanligt
skrivstovuarbeiði, herundir bókhald,
lønir, telefon, tolling v.m.
Førleikakrøv
•
Skrivstovuútbúgving ella onnur
viðkomandi útbúgving ella
royndir
•
Kunnleika til bókhald og lønir
(løttløn)
•
Góðan telduførleika
Annars verður dentur lagdur á,
at tú:
•
Hevur kunnleika til Navision.
•
Hevur góð evni at samskifta og
samstarva.
•
Kanst arbeiða sjálvstøðugt.
•
Ert álítandi og tekur ábyrgd av
tínum arbeiði.
•
Ert arbeiðssamur/-som, røkin og
fyrikomandi.
Vit bjóða
tær eitt fjølbroytt og áhugavert
arbeiði innan skrivstovuyrkið. Løn
eftir avtalu. LM hevur umleið 90 fólk
í starvi, og kemur tú at taka tær av
alskyns uppgávum og fært harvið gott
innlit í nógv ymisk viðurskifti.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til
Hjalmar Sjóvará (hj@lm.fo) á telefon
291260.
Umsókn
saman við avritum av próvskjølum
og upplýsingum um arbeiðsroyndir,
útbúgving v.m. skulu vera P/F
Leif Mohr, Hoyvíksvegur 53, 100
Tórshavn, í hendi í seinasta lagi
20. mai 2018.
www.lm.fo – lm@lm.fo - tel 35 12 20
LEIF MOHR
STARVSMARKNAÐUR