Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-15, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2018síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 16. mai 2018 · Nr. 55 Vil tú arbeiða sum heilsufrøðingur? Gigni søkir eftir heilsufrøðingum til tvey avloysarastørv. Størvini eru: 30 tímar avloysarastarv á smábarna- og skúlaøkinum í Runavíkar kommunu og Sjóvar kommunu. Avloysarastarvið verður at setast skjótast tilber og til 31. desember 2018. 24 tímar avloysarastarv í skúlaøkinum í Norðoyggjum. Starvið verður sett frá 1. august 2018 til 31. desember 2018. Vit kunnu bjóða: • Sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi arbeiði • Fakligt mennandi umhvørvi • At verða partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfeløgum Førleikakrøv: • Útbúgving og løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur • Útbúgving sum heilsufrøðingur • Góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar o.o. • Áhuga fyri fakligari menning Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum at søkja størvini, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing. Upptøkutreytirnar eru: • Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur og danska løggilding • Royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til minst tvey ár við fullum setanarbrøki. Hesar royndir skulu vera frá minst tveimum av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barna- og ungdómspsykiatri, læknaviðtalu og heimarøkt. Minst ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 8 mánaðir til longdar Yvirskipað kunnu broytingar væntast í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við menningartilgongd. Lønar- og setanartreytir: Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Umsókn og viðkomandi skjøl skulu sendast til: Heilsutrygd Postsmoga 52 Klaksvíksvegur 7 700 Klaksvík ella umvegis teldupost: heilsutrygd@heilsutrygd.fo Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 31. mai 2018. Meiri fæst at vita við at ringja til Sólrun Foldbo, fakligur stjóri, tel. 562394. STARVSMARKNAÐUR Vit virka fyri at fyribyrgja og avmarka dálking frá virkjum og virksemi, eitt nú ídnaði, aling, skipum og øðrum virksemi á landi og á sjónum. Vit gera uppskot til lógir og kunngerðir á umhvørvisøkinum og luttaka í norðurlendskum og altjóða umhvørvissamstarvi. Starvið Starvið er fjølbroytt og avbjóðandi, og fevnir m.a. um at góðkenna og hava eftirlit við dálkandi virkjum og virksemi, at meta um dálking frá ymiskum virksemi, meta um umhvørvisstøðuna á firðum, meta um óljóð frá virkjum, skipum o.ø., viðgera umhvørvisárinsmetingar, gera uppgerðir og hagtøl. Talan kann eisini verða um aðrar uppgávur treytað av førleikum og áhuga. Førleikar Tú hevur útbúgving sum verkfrøðingur, umhvørvisverkfrøðingur, lívfrøðingur ella líknandi. Tú ert tvørfaklig(ur), fjølbroytt(ur) og kanst útinna ymiskar uppgávur. Áhugi og kunnleiki til náttúru og umhvørvi og royndir við fyrisitingarlóg eru fyrimunir. Tú hevur teldukunnleika á brúkarastigi og dugir væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum, norðurlendskum og enskum. Tú hevur koyrikort til bil. Setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv at byrja skjótast gjørligt. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya ella annað viðkomandi yrkisfelag. Arbeiðsstaður er Umhvørvisstovan. Umsókn, saman við prógvum, CV o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi hósdagin 24. mai 2018. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til starv@ us.fo ella sum bræv. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Suna Petersen, deildarleiðara á Vernd, teldupostur sunip@us.fo, tlf. 342444. Starvsfólk til deildina Vernd á Umhvørvisstovuni Umhvørvisstovan søkir starvsfólk til deildina Vernd til fjølbroytt og avbjóðandi starv innan umhvørvisøkið at byrja skjótast gjørligt. Umhvørvisstovan · Traðagøta 38 · Postboks 2048 · 160 Argir · tlf. 342400 · us@us.fo · www.us.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STARVSMARKNAÐUR STØRV Ófulltikin dekkari t P/F VØRN Fulltiknir dekkarar t P/F VØRN Hevur sernámsfrøði tí r a Leys størv á Landssjúkrahúsinum Vaskaríatstøðari til Vaskaríið Umsóknarfreist 21 mars. 2018 Introstilling i Inte 21 alurin X 19.03.18 ørn X 20.03.18 Seinasta freist