Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. november 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 216 - 11. november 2004 Nr. 216 - 11. november 2004 3 Amerikanararnir hava hildið, at yvir- gangsmaðurin Abu Musab al-Zarqawi fjaldi seg í Fallujah, men nú halda teir, at hann slapp til rým- ingar, áðrenn álopið á býin byrjaði IRAK Árni Joensen: fartekst@mail.dk Nógv bendir á, at tað eydnaðist yvirgangsmann- inum Abu Musab al- Zarqawi at sleppa úr Fallu- jah, áðrenn amerikanskir og irakskir hermenn fóru undir álopið á býin mána- dagin. – Vit halda, at hann er sloppin úr býnum, segði amerikanski generalurin Thomas Metz í gjár, og seinni søgdu aðrar keldur við sjónvarpið CNN, at teir trúgvastu stuðlarnir hjá al- Zaeqawi helst eisini sluppu úr býnum, áðrenn álopið byrjaði. Tann stóri spurningurin hjá amerikonsku herleiðsl- uni í Irak er nú, hvar al- Zarqawi og menn hansara eru. Eingin er í iva um, at bólkurin hjá al-Zarqawi hevur skipað fyri teimum flestu atsóknunum at amer- ikonskum og øðrum málum í Irak, og summir eygleið- arar halda, at álopið á Fallujah kann hava styrkt bólkin. Sambært tíðindastovuni AP bendir nógv á, at upp- reistrarmenninir eru í ferð við at fyrireika seg til álop aðrastaðni í Irak, meðan amerikanararnir berjast í Fallujah. Sagt verður, at nógvir uppreistrarmenn hava verið at síggja í býun- um Ramadi og Hit seinastu dagarnar, og bardagar hava eisini verið í býunum Mosul og Haditha. Amerikanski verjumála- ráðharrin, Donald Rums- feld, segði mánadagin, at tað er ikki óhugsandi, at herurin fer at halda fram við álopum á aðrar býir, tá Fallujah er tikin. Serfrøð- ingar siga, at hetta kann enda sum tann væl kenda søgan um kettuna og mús- ina. Ongantíð síðani 1980 hava so nógvir útlendskir ríkisborg- arar valt at fara úr Danmark sum nú DANMARK Árni Joensen: fartekst@mail.dk Mánaðarnar juli, august og september í ár fluttu næstan 5.600 útlendskir ríkisborg- arar úr Danmark. Tað eru góð tíggju prosent meiri enn somu mánaðir í fjør og tað mesta í einum ársfjórð- ingi seinastu 24 árini, sigur danska hagstovan. Tað er ikki greitt, hví so nógvir útlendingar fara úr Danmark, men í Rådgiv- ningscentret for Racedis- krimination halda tey, at tað nógva tosið um trupulleikar av innflytarum hevur fingið nógvar útlendskar ríkis- borgarar at kenna seg illa í Danmark. Stovnurin er í løtuni í ferð við at kanna hesi viðurskiftini hjá út- lendskum læknum, verk- frøðingum og øðrum, sum eru komnir til Danmrkar at arbeiða sum granskarar. Hagtølini vísa eisini, at fleiri danskir ríkisborgarar velja at fara úr Danmark nú enn fyrr. Í juli ársfjórðingi fluttu næstan 9.700 danskir ríkisborgarar av landinum, samstundis sum talið á donskum ríkisborgarum, sum velja at flyta úr út- londum til Danmarkar, er minkað. Nú búgva 5.408.716 fólk í Danmark. Av teimum eru 450.250 innflytarar ella eftirkomarar hjá innflytar- um ella 8,3 prosent av fólkatalinum. Triði hvør innflytari er danskur ríkis- borgari. Hann slapp til rýmingar UTTAN ÚR HEIMI Útlendingar rýma úr Danmark Jordanski yvirgangsmaðurin Abu Musab al-Zarqawi slapp eftir øllum at døma úr Falluja, áðenn amerikanaranir lupu á býin Elin Lindenskov er sannførd um, at hon varð revsað av veljar- unum í samband við innanhýsis stríðið millum seg og Tór- finn Smith í Javnað- arflokkinum. - Høvdu vit verið stríðið fyri- uttan høvdu vit havt góðar møguleikar at fingið trý umboð í býráðið, sigur hon VALIÐ 04 Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Hann hevur gjørt eitt ótrúligt arbeiði fyri Javnað- arflokkin gjøgnum tíðina, men eg haldi tað ber væl til at siga, at Tórfinn kostaði okkum dýrt á valinum hesaferð. Høvdu vit verið stríðið fyriuttan høvdu vit havt góðar møguleikar at fingið trý umboð í býráðið, og tað hevði eisini betra munandi um møguleikarnir at koma í meirilutan Elin Lindenskov hevur framvegis ikki lagt stríðið millum seg og fyrrverandi partamannin í Tórshavnar býráð, Tórfinn Smith, aftur um seg. Elin fekk persón- liga lakasta býráðsvalið síðan 1992. Á býráðsvalin- um hesaferð fekk hon 238 atkvøður, og tað er ein afturgongd á slakar 150 at- kvøður sammett við valið í 2000. – Eg haldi fyrst og fremst, at eg eri revsað fyri stríðið, sum hevur verið millum meg og Tórfinn, men eg kann so fegnast um, at eg gjørdist sigursharrin okkara millum á valinum hesaferð. Sjálvandi hevur tað eisini spælt ein leiklut, at Javnaðarflokkurin hesa- ferð hevur havt ein sterkan lista við nógvum kvinnu- ligum valevnum, sum eisini hevur havt við sær, at eg misti nakrar atkvøður, sigur Elin Lindenskov. Sum ein kvinna Elin Lindenskov hevur ver- ið ein av oddakvinnunum í stríðnum at fáa kvinnur at gerast virknari í føroyskum politikki, og hon fegnast, sum verða man, um mongu kvinnurnar, sum vórðu valdar í Tórshavnar býráð hesaferð. – Eg eri ótrúliga glað, at Javnaðarflokkurin hevur fingið tvey kvinnulig um- boð í býráðið. Av fimm teimum fremstu valevnun- um hjá okkum vóru hesa- ferð fýra kvinnur, og tað kennist ómetaliga væl. At fleiri kvinnur eru valdar á hinum listunum er eisini gott, tí endiliga eru vit við at nærkast javnstøðu í Tórs- havnar býráð, sigur hon Spurd um vit kunnu vænta ein Javnaðarflokk, sum fer at standa saman í Tórshavnar býráð komandi árini, svarar Elin brosandi, at flokkurin fer at standa saman sum ein kvinna. Vit royndu at fyrrapartin mikudagin at fáa fatur á Tórfinn Smith, men tað eydnaðist tíverri ikki. Tórfinn kostaði okkum dýrt – Eg haldi fyrst og fremst, at eg eri revsað fyri stríðið, sum hevur verið millum meg og Tórfinn, men eg kann so fegnast um, at eg gjørdist sigursharrin okkara millum á valinum hesaferð Mynd: Jens Kr. Vang TÍÐINDASKRIV kelda: www.sparikassin.fo Nakrar av privatkunda- deildunum hjá Føroyar Sparikassa bjóða starvs- fólkunum ókeypis frukt, og sum heild er undir- tøkan góð. Ein av deildunum hjá Sparikassanum, sum hava hesa skipanina, er Deild Tórshavn, har starvsfólk fáa ókeypis frukt fýra dagar um vikuna. – Vit ynskja, at starvs- fólk okkara hava tað gott, og skipanin við morgunfrukt er ein part- ur av starvsfólkarøktini. Fruktin er sunn og eitt gott alternativ ella ískoyti til kaffi og te og franskbreyð, sigur Øssur Skeel Nolsøe, økisleið- ari í Føroya Sparikassa. Sum skilst er skipanin sera vælumtókt millum starvsfólkini. Øssur Skeel Nolsøe sigur, at hann kann av- gjørt mæla øðrum ar- beiðsgevarum at royna hetta. Starvsfólkini eru, sambært honum, glað fyri tað. – Fruktin er sunn, og hvør veit, um skipanin ikki kann kvinka talið av sjúkradøgum niður, sig- ur hann men leggur tó dent á, at hetta við sjúkradøgum ikki er orsøk til, at fruktskip- anin er komin. - sae - Ókeypis frukt til starvsfólk P/F Smyril Line og Fjord Line AS møgu- liga at samskipa ferjuvirksemið hjá báðum feløgum FLUTNINGUR Jákup Mørk Í tíðindaskrivi, sum fyritøk- urnar báðar hava sent út, verður sagt, at tvinnar or- søkir eru til samráðing- arnar. Partvíst rokna feløgini við, at eitt samstarv kann føra við sær, at skipini hjá feløgunum báðum í størri mun kunnu gagnnýtast. Hartil ger eitt samstarv, at feløgini við fleiri skipum verða minni sárbar í rakstr- inum. Rationaliseringar eru sjálvsagt eisini millum málini, sum feløgini royna at røkka við hesum, eins og marknaðarføringin kann gerast bæði breiðari og miðvísari. Sagt verður annars í tíð- indaskrivinum, at samráð- ingarnar fara fram undir teirri fortreyt, at samstarvið tryggjar feløgunum ein sterkan búskaparligan grundvøll, sum er í sam- svari við virksemið hjá fe- løgunum. Samstarvandi feløgini fara at hava tilsamans umleið 800 starvsfólk, 5 skip, ein árligan umsetning uppá umleið 1 milliard og fara árliga at flyta 700.000 ferðafólk. Í tíðindaskrivinum verð- ur at enda sagt, at feløgini miða eftir, at nærri sam- starvskarmar verða settir sum skjótast, samstundis sum ein tíðarætlan verður gjørd fyri tí framhaldandi tilgongdini. Smyril Line og Fjord Line samráðast Smyril Line og Fjord-Line samráðast í løtuni um eitt møguligt framtíðar samstarv C M Y K 3 2