hósdagur 11. november 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 216 - 11. november 2004
Nr. 216 - 11. november 2004
3
Amerikanararnir
hava hildið, at yvir-
gangsmaðurin Abu
Musab al-Zarqawi
fjaldi seg í Fallujah,
men nú halda teir, at
hann slapp til rým-
ingar, áðrenn álopið á
býin byrjaði
IRAK
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Nógv bendir á, at tað
eydnaðist yvirgangsmann-
inum Abu
Musab
al-
Zarqawi at sleppa úr Fallu-
jah, áðrenn amerikanskir
og irakskir hermenn fóru
undir álopið á býin mána-
dagin.
– Vit halda, at hann er
sloppin úr býnum, segði
amerikanski
generalurin
Thomas Metz í gjár, og
seinni søgdu aðrar keldur
við sjónvarpið CNN, at teir
trúgvastu stuðlarnir hjá al-
Zaeqawi helst eisini sluppu
úr býnum, áðrenn álopið
byrjaði.
Tann stóri spurningurin
hjá amerikonsku herleiðsl-
uni í Irak er nú, hvar al-
Zarqawi og menn hansara
eru. Eingin er í iva um, at
bólkurin hjá al-Zarqawi
hevur skipað fyri teimum
flestu atsóknunum at amer-
ikonskum og øðrum málum
í Irak, og summir eygleið-
arar halda, at álopið á
Fallujah kann hava styrkt
bólkin.
Sambært tíðindastovuni
AP bendir nógv á, at upp-
reistrarmenninir eru í ferð
við at fyrireika seg til álop
aðrastaðni í Irak, meðan
amerikanararnir berjast í
Fallujah. Sagt verður, at
nógvir
uppreistrarmenn
hava verið at síggja í býun-
um Ramadi og Hit seinastu
dagarnar, og bardagar hava
eisini verið í býunum
Mosul og Haditha.
Amerikanski verjumála-
ráðharrin, Donald Rums-
feld, segði mánadagin, at
tað er ikki óhugsandi, at
herurin fer at halda fram
við álopum á aðrar býir, tá
Fallujah er tikin. Serfrøð-
ingar siga, at hetta kann
enda sum tann væl kenda
søgan um kettuna og mús-
ina.
Ongantíð síðani 1980
hava so nógvir
útlendskir ríkisborg-
arar valt at fara úr
Danmark sum nú
DANMARK
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Mánaðarnar juli, august og
september í ár fluttu næstan
5.600 útlendskir ríkisborg-
arar úr Danmark. Tað eru
góð tíggju prosent meiri
enn somu mánaðir í fjør og
tað mesta í einum ársfjórð-
ingi seinastu 24 árini, sigur
danska hagstovan.
Tað er ikki greitt, hví so
nógvir útlendingar fara úr
Danmark, men í Rådgiv-
ningscentret for Racedis-
krimination halda tey, at tað
nógva tosið um trupulleikar
av innflytarum hevur fingið
nógvar útlendskar ríkis-
borgarar at kenna seg illa í
Danmark. Stovnurin er í
løtuni í ferð við at kanna
hesi viðurskiftini hjá út-
lendskum læknum, verk-
frøðingum og øðrum, sum
eru komnir til Danmrkar at
arbeiða sum granskarar.
Hagtølini vísa eisini, at
fleiri danskir ríkisborgarar
velja at fara úr Danmark nú
enn fyrr. Í juli ársfjórðingi
fluttu næstan 9.700 danskir
ríkisborgarar av landinum,
samstundis sum talið á
donskum ríkisborgarum,
sum velja at flyta úr út-
londum til Danmarkar, er
minkað.
Nú búgva 5.408.716 fólk
í Danmark. Av teimum eru
450.250 innflytarar ella
eftirkomarar hjá innflytar-
um ella 8,3 prosent av
fólkatalinum. Triði hvør
innflytari er danskur ríkis-
borgari.
Hann slapp til rýmingar
UTTAN ÚR HEIMI
Útlendingar rýma úr Danmark
Jordanski yvirgangsmaðurin Abu Musab al-Zarqawi slapp eftir øllum at døma úr Falluja, áðenn
amerikanaranir lupu á býin
Elin Lindenskov er
sannførd um, at hon
varð revsað av veljar-
unum í samband við
innanhýsis stríðið
millum seg og Tór-
finn Smith í Javnað-
arflokkinum. - Høvdu
vit verið stríðið fyri-
uttan høvdu vit havt
góðar møguleikar at
fingið trý umboð í
býráðið, sigur hon
VALIÐ 04
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Hann hevur gjørt eitt
ótrúligt arbeiði fyri Javnað-
arflokkin gjøgnum tíðina,
men eg haldi tað ber væl til
at siga, at Tórfinn kostaði
okkum dýrt á valinum
hesaferð. Høvdu vit verið
stríðið fyriuttan høvdu vit
havt góðar møguleikar at
fingið trý umboð í býráðið,
og tað hevði eisini betra
munandi um møguleikarnir
at koma í meirilutan
Elin Lindenskov hevur
framvegis ikki lagt stríðið
millum seg og fyrrverandi
partamannin í Tórshavnar
býráð, Tórfinn Smith, aftur
um seg. Elin fekk persón-
liga lakasta býráðsvalið
síðan 1992. Á býráðsvalin-
um hesaferð fekk hon 238
atkvøður, og tað er ein
afturgongd á slakar 150 at-
kvøður sammett við valið í
2000.
– Eg haldi fyrst og
fremst, at eg eri revsað fyri
stríðið, sum hevur verið
millum meg og Tórfinn,
men eg kann so fegnast um,
at eg gjørdist sigursharrin
okkara millum á valinum
hesaferð. Sjálvandi hevur
tað eisini spælt ein leiklut,
at Javnaðarflokkurin hesa-
ferð hevur havt ein sterkan
lista við nógvum kvinnu-
ligum valevnum, sum eisini
hevur havt við sær, at eg
misti nakrar atkvøður, sigur
Elin Lindenskov.
Sum ein kvinna
Elin Lindenskov hevur ver-
ið ein av oddakvinnunum í
stríðnum at fáa kvinnur at
gerast virknari í føroyskum
politikki, og hon fegnast,
sum verða man, um mongu
kvinnurnar, sum vórðu
valdar í Tórshavnar býráð
hesaferð.
– Eg eri ótrúliga glað, at
Javnaðarflokkurin hevur
fingið tvey kvinnulig um-
boð í býráðið. Av fimm
teimum fremstu valevnun-
um hjá okkum vóru hesa-
ferð fýra kvinnur, og tað
kennist ómetaliga væl. At
fleiri kvinnur eru valdar á
hinum listunum er eisini
gott, tí endiliga eru vit við
at nærkast javnstøðu í Tórs-
havnar býráð, sigur hon
Spurd um vit kunnu
vænta ein Javnaðarflokk,
sum fer at standa saman í
Tórshavnar býráð komandi
árini, svarar Elin brosandi,
at flokkurin fer at standa
saman sum ein kvinna.
Vit royndu at fyrrapartin
mikudagin at fáa fatur á
Tórfinn Smith, men tað
eydnaðist tíverri ikki.
Tórfinn kostaði
okkum dýrt
– Eg haldi fyrst og fremst, at
eg eri revsað fyri stríðið, sum
hevur verið millum meg og
Tórfinn, men eg kann so
fegnast um, at eg gjørdist
sigursharrin okkara millum á
valinum hesaferð
Mynd: Jens Kr. Vang
TÍÐINDASKRIV
kelda: www.sparikassin.fo
Nakrar av privatkunda-
deildunum hjá Føroyar
Sparikassa bjóða starvs-
fólkunum ókeypis frukt,
og sum heild er undir-
tøkan góð.
Ein av deildunum hjá
Sparikassanum,
sum
hava hesa skipanina, er
Deild Tórshavn, har
starvsfólk fáa ókeypis
frukt fýra dagar um
vikuna.
– Vit ynskja, at starvs-
fólk okkara hava tað
gott, og skipanin við
morgunfrukt er ein part-
ur av starvsfólkarøktini.
Fruktin er sunn og eitt
gott
alternativ
ella
ískoyti til kaffi og te og
franskbreyð, sigur Øssur
Skeel Nolsøe, økisleið-
ari í Føroya Sparikassa.
Sum skilst er skipanin
sera vælumtókt millum
starvsfólkini.
Øssur Skeel Nolsøe
sigur, at hann kann av-
gjørt mæla øðrum ar-
beiðsgevarum at royna
hetta. Starvsfólkini eru,
sambært honum, glað
fyri tað.
– Fruktin er sunn, og
hvør veit, um skipanin
ikki kann kvinka talið av
sjúkradøgum niður, sig-
ur hann men leggur tó
dent á, at hetta við
sjúkradøgum ikki er
orsøk til, at fruktskip-
anin er komin.
- sae -
Ókeypis frukt
til starvsfólk
P/F Smyril Line og
Fjord Line AS møgu-
liga at samskipa
ferjuvirksemið hjá
báðum feløgum
FLUTNINGUR
Jákup Mørk
Í tíðindaskrivi, sum fyritøk-
urnar báðar hava sent út,
verður sagt, at tvinnar or-
søkir eru til samráðing-
arnar.
Partvíst rokna feløgini
við, at eitt samstarv kann
føra við sær, at skipini hjá
feløgunum báðum í størri
mun kunnu gagnnýtast.
Hartil ger eitt samstarv, at
feløgini við fleiri skipum
verða minni sárbar í rakstr-
inum.
Rationaliseringar
eru
sjálvsagt eisini millum
málini, sum feløgini royna
at røkka við hesum, eins og
marknaðarføringin
kann
gerast bæði breiðari og
miðvísari.
Sagt verður annars í tíð-
indaskrivinum, at samráð-
ingarnar fara fram undir
teirri fortreyt, at samstarvið
tryggjar feløgunum ein
sterkan
búskaparligan
grundvøll, sum er í sam-
svari við virksemið hjá fe-
løgunum.
Samstarvandi
feløgini
fara at hava tilsamans
umleið 800 starvsfólk, 5
skip, ein árligan umsetning
uppá umleið 1 milliard og
fara árliga at flyta 700.000
ferðafólk.
Í tíðindaskrivinum verð-
ur at enda sagt, at feløgini
miða eftir, at nærri sam-
starvskarmar verða settir
sum skjótast, samstundis
sum ein tíðarætlan verður
gjørd fyri tí framhaldandi
tilgongdini.
Smyril Line og Fjord Line
samráðast
Smyril Line og Fjord-Line samráðast í løtuni um eitt møguligt framtíðar samstarv
C
M
Y
K
3
2