Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mai 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin – og legg Posta undir Føroya Tele Hvat er tað, sum ger, at Posta ikki skal kapp­ ast við privatar flutningsfyritøkur – tá tað er so av­gerandi neyðugt, at Atlantsflog abso­ lutt skal kappast við føroysk privat før­oysk gistingarhús? Bæði feløgini eru almenn partafeløg. Ann­að felagið hevur til uppgávu at bera post út til før­oy­ing­ar. Hitt felagið hevur sum upp­gávu at flúgva fólk millum Føroyar og út­heimin. Sami landsstýrismaður umsitur bæði feløgini. Hann hevur boðað frá, at tað er fínasta lagi, at Atlantsflog saman við meira ella minni almenna tryggingarfelagnum Lív, í­legg­ing­ar­grunn­i­num fyri Føroyar og onkr­ ari útlendskair hotel-ketu fer í beinleiðis kapping við føroysku gistingarhúsini, sum hava boðað frá stórum út- og ný­bygg­ingum. Landsstýrismaðurin sigur, at tað ikki er rætt, at almenna partafelagið Posta kappast við før­oysk flutningsfeløg, sum eru komin inn á markn­aðin hjá Posta – ein marknað, sum post­verk kring heimin altíð hava havt. Hetta elvir til umhugsunar. Ikki minst tí, at í roynd og veru er eingin munur: Tvey al­menn partafeløg við hvør sínari upp­gávu. Landið hevði privatiserað Atlants­flog, sum eitt borg­ar­ligt landsstýri aftur tjóðartók. Alt­ so frá at hava verið partvís privat, bleiv At­ lants­flog við politiskari makt aftur alment. Hjá Posta er mótsætt. Posta hevur al­tíð verið alment og ger tað, sum tað al­tíð hevur gjørt. Gamaní broytist flutn­ings­markn­ að­ur­in, og tí hevur Posta fingið kapping frá priv­atum fyritøkum, samstundis sum bræva­post­ur minkar nógv. Men hví skal Posta ikki kapp­ast við tað privata, tá Atlansflog kann kapp­ast við tað privata á einum virkisøki, sum slett einki hevur við flogferðslu at gera? Løgið... ella er okkurt, vit ikki hava skilt? Um uppgávur hjá Posta minka so nógv. So er bara at leggja uppgávurnar undir hina sam­skift­is­fyr­i­tøk­una hjá Landsstýrinum, Føroya Tele. Føroya Tele kundi havt eina lítla deild við ein­um deildarleiðara, sum yvirtók post­upp­ gáv­ur­nar hjá Posta. Latið so teir privatu eiga flutn­ings­part­in, sum ikki nátúrliga hoyrir undir eitt postverk. So spara vit allan tann dýra yvirbygnaðin hjá Posta. Privata vinna fær frið, og fólkið í Føroyum fær tær tænastur, tað eigur at fáa frá einum postverki – so leingi brúk er fyri teimum. Tá vit í mánadagsblaðnum skrivaðu um nýggju nevnd­ina hjá Huxa – ungmannafelagnum hjá Fólka­flokkinum, skrivaðu vit undir myndini, at nevn­din hevði avgjørt at arbeiða fyri fríari fost­ur­tøku. Her er eitt orð komið skeivt fyri, sum tot­alt broytir boðskapin. Stóra máli hjá Fólka­floks­ung­ dómi er júst at arbeiða ímóti fríari fosturtøku. Felagið skrivaði soleiðis í fráboðan: »Nýggja nevndin í Hux­a fer at arbeiða fyri ein­um virknum, kon­serv­a­tiv­um ung­dóms­p­oli­ tikki, og er nevnd­in m. a. samd um at ar­beiða fyri at forða frí­ari fosturtøku. Nevnd­in ætlar eis­ini at við­gera týð­ andi sam­fel­ags­spurn­ ing­ar, sum fisk­i­vinnu og bú­stað­ar­trup­ul­ leik­ar og annað«. Lat tað privata vera privat og fáa frið Arbeiða ímóti fríari fosturtøku FÓLKAFLOKSUNGDÓMUR Les eisini blaðið á telefonini Merkið verður viðurkent Siðsøga síða 26-27 Pengar eru (næst­ an) ikki alt Baksíðan Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Tað fer at runga við Dynamit-hittum á Okkara Tórsfest 2018, tá Niclas Heri og Shaky við manning fara á pall á Vaglinum í Havn í summar Skráin til Okkara Tórsfest 2018, leygarkvøldið 21. juli, gerst bara størri og størri. Tí í dag hava fyriskipararnir kunngjørt, at "VIT VILJA ONGANTÍÐ DOYGGJA" við Niclas Hera Jákupsson og Hans Jacob Nystrøm, sum vit kenna frá Dynamit, verða millum mongu nøvnini, sum fara á pall á Vaglinum í Havn í summar. Tað fer at runga við Dynamit-hittum á Okkara Tórsfest 2018, tá Niclas Heri og Shaky við manning fara á pall á Vaglinum í Havn í summar. Og tað er einki at ivast í, at hýrurin fer at verða serliga góður og øll fara at syngja við, tá bólkurin fer at framføra Dynamit-hitt undir navninum ”VIT VILJA ONGANTÍÐ DOYGGJA”. Hetta er eitt nýtt undirhaldandi, festligt og jaligt tónleikakonsept, sum ossar av góðum stemningi og hýri. Tónleikarnir, sum fara at spæla saman við Niclas Hera og Shaky á Okkara Tórsfest eru Magni Husgaard á keyboard/klaver, Mikkjal Hvannastein á guitar/solo, John Johansen á bass og kór og Henning Hjalt Nicodemussen á trummum. Longu nú er kunngjørt, at Icona Pop, Carpark North, Burhan G, Smokie, Burak Yeter, Jacob Dinesen, Danny & The Veetos, Maria Montell og Signar í Homrum eisini fara á pall hetta kvøldið. Dynamit-hitt á Okkara Tórsfest 18. MAI 2018