hósdagur 17. mai 2018síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MAI 2018
SOSIALURIN 56
3
Løgfrøðingur til Fiskimálaráðið
Søkt verður eftir einum løgfrøðingi til Fiskimálaráðið.
Høvðusuppgávur
•
At menna og dagføra tær lógir og kunngerðir, ið stjórnarráðið
umsitur, serliga lógarøki innan fiskivinnu, landbúnað og
tilbúgving
•
At standa fyri løgfrøðiligari ráðgeving í síni heild
•
At standa fyri kæruviðgerð, málsviðgerð og rættarmálum
•
At tryggja og menna fyrisitingarligar mannagongdir
•
At luttaka í ymsum arbeiðsbólkum innanhýsis í
stjórnarráðnum, eins og í innlendis- og altjóða samstarvi
Almenn førleikakrøv
•
Kandidatprógv í løgfrøði frá lærdum háskúla ella útbúgving,
ið kann javnsetast við hetta.
•
Eisini er tað av týdningi, at løgfrøðingurin hevur
•
Áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og evni at síggja virkisøkið í
síni heild, men eisini megnar at fara í smálutir, tá ávísar
arbeiðsuppgávur krevja tað.
•
Góð evni at samskifta í talu og skrift á føroyskum,
norðurlendskum og enskum fyri leikum og lærdum.
Tað er ein fyrimunur, um tann setti hevur starvsroyndir innan
virkisøki hjá Fiskimálaráðnum ella almennari umsiting, men vit
heita eisini á óroynd um at søkja.
Setanartreytir
Starvið eru fulltíðarstørv og verður flokkað eftir sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið (BLF).
Starvið verður lønt eftir, hvørjar royndir og útbúgving, tann setti
hevur. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí,
umframt hini stjórnarráðini.
Umsókn
Umsókn við upplýsingum um prógv, royndir og møguligum
viðmæli skal sendast til Fiskimálaráðið, Postrúm 347, FO-110
Tórshavn, ella við telduposti til fisk@fisk.fo í seinasta lagi 22. mai
2018.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá Andras Kristiansen,
deildarstjóra á telefon 553 241 ella senda teldupost til fisk@fisk.fo
Fiskimálaráðið
Fiskimálaráðið er eitt av átta stjórnarráðum í landsfyrisitingini, ið veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. Í
Fiskimálaráðnum starvast 16 starvsfólk. Umsitingarøkið fevnir um fiskivinnumál, fiskiveiðieftirlit, fiskirannsóknir og –gransking, inntøkutrygd fiskimanna, hvalamál,
búnaðarmál, bjarging, tilbúgving og trygd.
Arbeiðsfólk at sláa
Søkt verður eftir arbeiðsfólki at byrja skjótast til ber.
Arbeiðsuppgávurnar eru at sláa og lúka í kirkju-
gørðunum og minnisvarðanum, umframt annað
fyrifallandi uttandurðaarbeiði.
Starvið er tíðaravmarkað fram til 30. september
2018.
Starvið er tímalønt sambært sáttmálanum hjá Føro-
ya Arbeiðarafelag.
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til
Kommunuskrivstovuna, tlf. 770 112.
Skrivlig umsókn skal vera Vestmanna Kommunu í
hendi í seinasta lagi mikudagin 23. mai 2018,
kl. 1200.
Vestmanna Kommuna
Bakkavegur 8
Postboks 91
355 Vestmanna
www.ssh.fo
Suðuroyar Sjúkrahús søkir eftir
Starvsfólki til vekslaran/leiðbeiningina
og sjúkrarøktarfrøðingi til skurð- og
røntgendeildina
Sí meira á www.ssh.fo
FIMLEIKAFELAGIÐ LJÓSIÐ
AÐALFUNDUR 2018
Ársaðalfundur felagsins verður í Fimi
mánadagin 4 juni kl. 17
Skrá sambært viðtøkum felagsins
Mál til viðgerðar mugu verða givin
nevndini upp í hendi minst 10 dagar
áðrenn fundin
Minnist til haldargjaldið
Sosialurin · Tórsgøta 1 · FO-110 Tórshavn