hósdagur 17. mai 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MAI 2018
SOSIALURIN 56
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Týsdagin bleiv P/F Poul
Hansen kosið ársins
borgari av Lions Club
Tórshavn.
Týsdagin boðaði Effo frá,
at Janus Thomsen tekur við
stjórastarvinum 1. august.
Mikudagin bleiv ákæra
reist móti eigara
og skipara á einum
RIB-báti, sum sigldi
við ferðafólkum í
Skopunarfirði.
Mikudagin skrivaði Turið
Arge Samuelsen undir tvey
ára sáttmála við íslendska
hondbóltsfelagið Haukur.
Hósdagin byrjaði
rættarmálið móti 42 ára
gamla føroyinginum, sum
er ákærdur fyri at hava
eggjað eini javnaldrandi
danskari konu at
neyðtaka son sín.
Semingsstovnurin
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
fleiri mannfólk fluttu til
Føroya enn úr Føroyum
fyrsta ársfjórðing í ár.
Kvinnurnar vóru 64 fleiri.
ferðir er LÍV Resecue
tilkallaður hesi 10 árini,
síðani bjargingarbáturin
kom til Føroya.
176
300
Tá partarnir á arbeiðsmarknaðinum
staðfesta, at samráðingarnar ikki bera á
mál, verður semingsmaðurin tilkallaður.
Í vár hava fleiri av sáttmálasamráðingunum
á arbeiðsmarknaðinu verið so harðar,
at semingsmaðurin er tilkallaður. Terje
Sigurðsson er semingsmaður og Símun
Absalonsen er varasemingsmaður.
Semingsmaðurin hevur heimild at útseta fráboðaðan
arbeiðssteðg í upp til eina viku. Hann kann eisini
heita á partarnar um at samráðast víðari sjálvur,
um hann heldur, at grundarlag er fyri tí.
Vanliga leggur semingsmaðurin eitt uppskot fyri
partarnar, sum partarnir síðani sjálvir kunnu
góðtaka ella vraka. Semingsmaðurin kann leggja
fleiri uppskot fyri partarnar, men vanligt er at bíða
somikið leingi, at tá eitt uppskot verður lagt fram, er
tað snikkað so til, at báðir partar kunnu góðtaka tað.
Systkin eru sum pannukøkur.
Tann fyrsta verður altíð eitt
sindur løgin.
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri,
8 til 13 m/s, møguliga harðar hvirlur.
Seinnapartin hækkar hann í ein vestan
og útnyrðing og makar í gul til stívt
andøvsgul, 6 til 10 m/s. Regn og skýggjað,
men seinnapartin klárar í. Hitin millum
8 og 10 stig. Um náttina lot til gul av
útsynningi, upp í 5 m/s, men út á náttina
lækkar hann í sunnan og øtlar í gul til stívt
andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og
samdrigið og hitin millum 5 og 8 stig.
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi,
upp í 10 m/s. Yvirhøvur turt og
sólglottar og hitin millum 8 og
10 stig. Um náttina gul til stívt
andøvsgul av útsynningi, 5 til 10
m/s. Yvirhøvur skýggjað, men turt,
og hitin millum 6 og 8 stig.
Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í
ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s,
og út á seinnapartin upp í hvassan
vind, 15 m/s, og harðar hvirlur. Mest
skýggjað og nógv regn. Hitin um 10
stig. Um náttina eitt skifti strúkur í
vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18
m/s, men út á náttina snarar hann í
ein útsynningi og makar í andøvsgul
upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, og
tað klárar í. Hitin millum 6 og 8 stig.
8-13 m/s
7-10 m/s
8-13 m/s
At Løgtingið fer heim og ikki hevur fundir,
hevur ongantíð verið trygd fyri, at friður
er á politiska vígvøllinum.
Soleiðis heldur ikki í ár.
Nú eru tað tunnlar, sum hava sett eld í.
Tað er eisini skiljandi, at kjakast verður
um stóru tunnlarnar, tí har er talan um
megastórar íløgur. Allastørsta íløgan
á økinum er verkætlani, sum bindur
Sandoynna, Streymoynna og Eysturoynna
saman.
Ein verkætlan, sum tá ið avtornar fer
at nærkast trimum milljardum krónum.
Farið er eisini undir at gera nýggjan
tunnil til Hvalbiar, samstundis sum
krøvini økjast um l at fáa gongd á at gera
nýggjar tunnlar Norð um fjall.
Sum nevnt er hetta væl skiljandi,
men stríðið nú er í veruleikanum eitt
annað stríð. Landsstýrismaðurin við
samferðslumálum hevur sett sær fyri, at
tann fyrsta av smáu tunnlunum, sum skal
gerast, er tann til Fámjin.
Hetta hóvar ikki forkvinnuni
í fíggjarnevndini, tí hon metir, at
landsstýrismaðurin tekur tingið og
fíggjarnevndina av ræði við hesi
raðfestingini.
So hóast talan er um eitt lítið mál í stóru
myndini, so er talan um eina politiska
telving innanhýsiss í samgonguni.
Oldurin vil til Fámjins fyrst, meðan frú
Vang vil fyrst til Dals.
Sum vanligir borgarar hava vit kanska
hug at siga, at politikararnir skulu
taka seg saman og loysa uppgávurnar.
Politikararnir skulu raðfesta og tað skal
gerast uppá ein greiðan og skiljandi mátta.
Tað er ikki gott nokk, at hvør tulkar
tingsins samtyktir egnan veg.
Seinastu
hagtølini
vísa,
at
útflutningurin
er
minni
fyrsta
ársfjóðringin í ár, samanborið við sama
ársfjóðring í fjør. Fyrst ein hoyrir tað, so
ringja alarmklokkurnar, men veruleikin
er tann, at hjólini mala við fullari ferð enn.
Ein litil niðurgongd er, tí minni av
makreli og sild er útflutt og helst eisini tí
prísirnir hava verið eitt sindur lægri.
Eisini laksaútflutningurin gav minni
fyrsta ársfjóðring í ár, men laksaalararnir
sjálvir eru framvegis í góðum lag.
Hóttanin um, at prísirnir á laksi fóru at
fella í hesum árinum annars, vísa seg ikki
at fara at halda. Greinararnir í Noreg siga
tvørturímóti,, at prísurin fer at halda høga
støðið í minsta lagi trý ár afturat.
Fyri Føroyar sum heild er hetta óført
at hoyra, men vit vita eisini, at við alingini
ber ikki til at taka nakað fyri givið. Har er
so nógv, sum skal spæla saman, at ansast
má væl eftir – eisini tá ið tað gongur væl.
Vit hava hoyrt um sjúkur, lús og annað,
sum kunnu gerast sera avbjóðandi fyri
alingina.
Hvítusunnan stendur fyri durum. Tað
eigur at hava við sær, at vit fáa eitt meira
várligt og summarligt veðurlag. Vónandi
hendir tað nú.
Eitt sindur av lýkku hevði hjálpt.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
FBI setti seg í samband
við donsku løgregluna um
myndirnar, sum 42 ára gamli
føroyingurin fekk sendandi
frá javnaldrandi mammuni,
har hon gjørdi seg inn á
sonin?