Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mai 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. MAI 2018 SOSIALURIN 56 5 JÓGVAN ZACHARIASSEN BLOGGAR G ranskarar gjørdu eina kanning, har nøkur fólk skuldu standa í einum ringi og kasta ein bólt ímillum teirra. Kanningin hevði hesa treyt: Ein av luttakarunum – uttan at hon visti um hetta – skuldi ongan­tíð fáa bóltin! Hugsa tær, um tú vart í hennara støðu: Spælið byrjar, bólturin verður blakaður aftur og fram, leikararnir hugna sær, látur hoyrist, og tú bíðar, til tú fært bóltin. Men hann verður ikki kastaður til tín. Tú bíðar tolin. Tú flennir við hinum og hintar at fáa tey at spæla bóltin til tín eisini. Brosið á andlitinum verður meira álvarsamt, men enn hevur tú vón um, at bólturin kemur til tín. Men hann kemur ikki... Nei, hetta spælið er ikki fyri teg. Tú letur sum um hugurin at luttaka, er farin og fert úr spælinum – og stendur fyri teg sjálvan. Kanningin snýr seg ikki um bóltspæl. Kanningin er um kensluna av EINSEMI. Úrs­lit­ ini vístu greitt, at útlitini hjá útihýsta persóninum til tung­ lyndi, meiningsloysi og vónloysi, vaksa margfalt í kensluni av ein­semi. Kanningin peikar á ein grundleggjandi manglandi menniskjansligan tørv – felags­ skap! Hugsa tær nú, at hetta ikki longur er ein kanning, men lívsins veru­leiki. Í staðin fyri at bíða eftir, at bólturin verður kastaður til tín, so bíðar tú eftir, at onkur ringir, at onkur vitjar ella at onkur nevnir teg við navni. Tú dugir illa at seta orð á tað sjálvur, men tær leingist eftir samfelagi, samveru og felagsskapi við onnur. Tú hungrar eftir at verða hoyrdur og sæddur. Men eingin ringir. Eingin vitjar. Eingin spyr, hvussu gongur. Eingin nevnir teg við navni. Tú ert einsamallur. Og sjálvt um tú kanst vera saman við fleiri fólkum, so ert tú einsamur. Sann­leikin er tann, at tað eru fleiri hundrað sum tú í Føroyum og millión­ir kring knøttin. Tú ert ikki einsa­mallur um at vera einsamur. Men tað ger ikki teg minni ein­ saman. Einsemi er ein samfelagslig far­ sótt. Kanningar í grannalondum vísa, hvussu einsemi eyðkennir allar aldursbólkar. Í Onglandi vísa kann­ingar hjá Center for Social Justice, at 800.000 íbúgvar eru grein­aðir við sjúkuni, “varandi ein­semi.” 17% av gomlum hava sam­band við familju og vinir gjøgnum vikuna, og 11% einaferð um mánaðin. Men restin hevur einki samband við nakran. Tey eru gloymd. Ung og miðalaldraði ei­nsom fólk eru 30% meira út­ sett fyri at doyggja ov tíðliga. Børn hjá fráskildum foreldrum eru einsamari, strongdari og ótta­ fullari enn onnur børn. Størsta deyðs­orð­søk hjá monnum millum 25 og 55 er sjálvmorð – og orðsøkin er grundleggjandi einsemi. Tætt samband er millum ein­ semi og fátækradømi: at hava tveir ella fleiri góðar vinir, minkar um vandan fyri fátækradømi við 20%. Kenslan av at kenna seg uttanfyri, úti­hýstan ella gloymdan, hevur álvar­samar likamligar og sálarligar av­leiðingar og er deyðsorðsøkin hjá mongum teirra. Kanningarnar vísa eisini, at eins nógv doyggja av einsemi sum tey, ið doyggja av royking ella ovurfita. Avleiðingarnar av einsemi eru umfatandi – bæði persónliga og samfelagsliga – og tað rakar okk­um øll. Hetta er okkara egna ábyrgd, tí tað eru vit, sum mynda mentan okkara. Vit hava umskapt menniskju at “klára seg sjálv”, at vera sjálvstýrandi, vard frá og óheft at nørkrum øðr­um, og fræls at meta um og søkja egna autentiska lívsleið. Vit hava útihýst nakrari innrás av tí andaliga ella yvirnáttúrliga til tess at skapa ta tilveru, sum okk­um líkar. Men tað, sum vit ikki vistu var, hvussu dyggiliga vit stongdu okkum sjálvi inni. Til­lukku, framkomna menniskja! Vit settu okkum sjálv frí við at slíta øll trælabond, og avleiðingin varð at vit sita innilæst í egnum fanga­húsi. Vit hildu okkum vera okkara egnu frælsishetjur, men tað endaði við, at vit blivu okkara egnu fangavørðar. Men tað er ikki úti við okkum. Enn er vón. Men vit eiga ábyrgdina. Vit kunnu enn venda okkum frá individualismu til felagsskap, frá sjálvsøkni til samfelag, frá sjálv­ nøgdsemi til samstarv, frá sjálvs­ profilering til at heiðra onnur – frá at liva í fangahúsi til at liva í landi teirra frælsu. Tað ber enn til at skapa eitt samfelag har børn og gomul hittast, har les­andi og gomul liva saman, har for­eldur spæla við børn síni, har arbeiðspláss menna trivnað, har ítróttarfeløg ikki bert kappast, har sam­komur og kirkjur síggja menniskju sum menniskju og ikki bert sum ein fong at frelsa, og har vit ikki leita inni í okkum sjálvum, men síggja, at vit eru partur av nøkr­ um, sum er stórri enn vit. Nøkur av antonymunum til orð­ ið, einsemi, eru orðini luttøka og sam­vera. Hóast hesi fevna nakað av tí mótsatta til einsemi, so fevna tey ikki heilt. Tí vit kunnu luttaka og tó kenna okkum einsom, eins og vit kunnu vera saman við øðrum og kanska kenna okkum meiri einsom enn nakrantíð. Men vit vita, at um vit skulu lýsa tað øvugta av orði­num, snýr tað seg um nakað, vit ikki vilja missa, eitthvørt, vit ynskja at vera partur av og sum vit ynskja at bjóða øðrum við inní. Tað er orðið, vit kundu nýtt, tá vit bjóða øðrum við inn í leikin, kasta bólt­in og siga: “Lofta!” »LOFTA!« MYND: VISUALHUNT