hósdagur 17. mai 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MAI 2018
SOSIALURIN 56
6
Hjá 68 ára gamla yvirlæknanum Pál Weihe byrjar arbeiðsdagurin klokkan
fimm á morgni. Arbeiðið er hansara lív, og hann ætlar at halda fram, so leingi
heilsan er góð. Men soleiðis hevur ikki altíð verið. – Eg var ómetaliga dovin, tá
eg las til lækna, og fyrstu árini dumpaði eg í øllum. Hevði eg ikki møtt konuni
tá, so hevði eg helst ongantíð blivið lækni, sigur Pál Weihe, sum umframt at
vera granskarin, ið ávarar móti at eta grind og spik, eisini er vertskapsmaður
burtur av og er góður í ráðum, tá um ræður at halda lív í parlagnum
MILDRIÐ JACOBSEN
MILDRID@SOSIALURIN.FO
– Arbeiðið er mín tilvera. Mær
dámar so sera væl at arbeiða.
Eg haldi, at eg veit meira nú enn
nakrantíð áður, og eg dugi als ikki
at síggja nakra orsøk til, at eg skal
gevast.
Tað sigur Pál Weihe, sum um
framt at hava verið yvirlækni
á Deildini fyri Arbeiðs- og Al
mannaheilsu í 30 ár, hevur staðið
á odda fyri einari ørgrynnu av
granskingarverkætlanum, og sum
her heima hjá okkum hevur staðið
fyri skotum, tí hann hevur ávarað
um heilsuskaðilig árin av at eta
tvøst og spik.
Pál Weihe, sum verður 69 ár
í summar, er ómetaliga arbeiðs
samur. Hann er í gongd frá
morgni til myrkurs. Umframt at
vera yvirlækni og granska heldur
hann fyrilestrar og skipar fyri ráð
stevnum, og hann er eisini formað
ur og nevndarlimur í fleiri feløgum
og ráðum.
Hann fer til arbeiðis klokkan
fimm um morgunin, tí honum
dámar so sera væl friðin tíðliga
um morgunin. Í hugnaligu skriv
stovuni við frálíka útsýninum av
greiðir hann nógv mál, áðrenn hini
koma til arbeiðis klokkan átta.
– Tá fái eg tað frá hondini, sum
eg havi ringast samvitsku av, sigur
Pál, sum ásannar, at so arbeiðs
samur hevur hann ikki altíð verið.
Konan fekk skil á honum
– Eg var dovin, tá eg var ungur. Eg
var hvørki nørdur ella íðin, og tað
var eg heldur ikki í læknalestrinum.
Pál Weihe greiðir frá, at tað var
so nógv annað enn lesturin, sum
hann helt vera meira spennandi
í Keypmannahavn, tá hann kom
hagar í 1969.
– Verðin var so ómetaliga spenn
andi í seksti- og sjeytiárunum. Eg
kom úr Sørvági og beint niður í
ungdómsuppreisturin. Verðin var
ung og fantastisk. Alt var púra nýtt
og kókaði av eldhugi, so tað var
ringt at savna seg um nakað. Mær
PERSÓNSSØGA
Pál Weihe
FRÁ LETINGI TIL