Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mai 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. MAI 2018 SOSIALURIN 56 7 dámdi betur at vála í gøtununum í Keypmannahavn enn at lesa, sigur Pál Weihe. Tá hann møtti konuni Sáru á Grønjordskollegiinum í 1971, gjørdi hann lítið og einki við lækna­lest­ urin, og hann hevði onga roynd staðið á universitetinum. – Um konan ikki var komin upp í tá, so hevði eg helst ongantíð blivið liðugur sum lækni, sigur hann og greiðir frá, at Sára, sum tá gekk á handilsháskúlanum Niels Brock, fekk skipað lesturin hjá honum. – Hon fekk meg at seta meg nið­ur heima og lesa. Hon segði við meg, at eg skuldi ikki fara á uni­ versitetið, men heldur lesa heima við hús. Veruleikin var jú tann, at tá eg fór á universitetið, so var tað mest fyri samveruna og prátið har, sigur Pál, sum leggur afturat, at tá hann veruliga byrjaði at lesa, varð hann hugtikin av fakinum. – Men tað var ikki fyrr enn eg fór út á sjúkrahúsdeildirnar at ar­beiða, at eg av álvara gjørdist bitin av læknafrøðini, sigur Pál Weihe, sum tey fyrstu árini eftir lokið læknaprógv í 1977 arbeiddi á Glostrup sjúkrahúsi og á Ríkis­ sjúkra­húsinum. – Síðani havi eg verið arbeiðs­ sam­ur, og mær hevur dámt sera væl at arbeitt øll árini, sigur hann. Hugnaløtu hvønn fríggjadag Hóast Pál Weihe hevur arbeitt all­ an sólarringin, líka síðani hann varð liðugur sum lækni, hava hann og konan altíð tikið sær stundir til hvønn annan. – Forelskilsi er sum ein planta. At byrja við er hvørki neyðugt við vatni ella Substrali, sigur Pál, sum saman við konuni altíð hevur vitað, at tað er neyðugt at taka sær løtur, har alt snýr seg um teg og meg sum hjún. – Tað eru alt ov nógv, sum ikki dyrka hvønn annan. Í nógv ár møtt­ust eg og konan hvønn fríggja­dag seinnapart í svimji­hyl­ in­um. Vit svumu, fóru í hitapott og í hitarúmið. So fóru vit heim, har vit lótu okkum í fín klæði, gjørdu okkum góðan døgurða við víni afturvið, og so dansaðu vit alt kvøldið til dansitónleikin, sum var í útvarpinum. – Hendan løtan snúði seg um okkum. Tá vóru vit bæði verðin. Tað ræður um at skapa sær sína egnu tilveru og skapa tær støðurnar, sum ein vil hava, heldur enn bara at droyma um tað og hyggja eftir, hvussu gott tey kongaligu ella tey í Hollywood hava tað. Tað er nakað tvætl. Vi kunnu øll skapa okkara egnu hátíðir. Tað snýr seg bara um at taka seg saman og gera tað, sigur Pál Weihe. – Vit hava altíð dugað væl at sett tíð av til at vera saman. Onk­untíð lótu vit okkum eisini fínt í, settu okkum á baksetrið í Berlingobilinum við hvør sínum sjampanjuglasi, og so vórðu vit koyrd runt í býnum, har vit heils­ aðu upp á fólk, greiðir hann frá. Hesar løturnar, sum hava havt so ómetaliga stóran týdning fyri tey bæði, eru ikki longur. Fyri 10 árum síðani byrjaði kona Pál at gerast minnisveik, og hetta sein­ asta árið hevur hon búð á heim­in­ um við Vallalíð, har hon trívist sera væl og hevur tað gott. Brendi ikki fyri læknafrøði Tá Pál Weihe fór av landinum at lesa læknavísindi síðst í sekstiárunum, var tað ikki tí, at hann var so øgiliga eldhugaður fyri at gerast lækni. Hann valdi læknafrøði, tí hann var fullkomiliga ráðaleysur og vildi so nógv. Hann hevði hug at lesa bæði alisfrøði, bókmentir, sálarfrøði og heimsspeki. – Hvat ger ein so, tá ynskini eru so ymisk. Jú, so velur ein eitt fak, har avgerðin verður útsett í nøkur ár. Læknalesturin er fullkomin til tað. Avgerðin kann útsetast, til læknaprógvið er lokið, tí við lækna­ út­búgvingini kanst tú fara nógvar ymiskar leiðir. – Eg valdi ein pakka, har eg út­ setti avgerðina um, hvat eg vildi takast við her í lívinum. Men tá eg kom á tær ymsu sjúkra­hús­ deild­irnar at arbeiða, uppdagaði eg, at mær dámdi sera væl at tosa við sjúklingar og at royna at finna útav, hvat teimum bagdi, og hvussu eg kundi hjálpa teimum. Tað er ein fantastiskur framíhjárættur at hava, heldur hann og sigur, at hesi 30 árini, síðani Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu varð stovnað, hava nógv fólk sitið inni á skrivstovuni hjá honum við ymisk­ um trupulleikum. Hug til gransking Pál Weihe hevði arbeitt sum lækni í tvey ár í Danmark, tá hann sá eitt uppslag í tíðarritinum “Ugeskrift for Læger”, har lidnir læknar fingu í boði eitt ársskeið í grundleggandi læknavísindaligu lærugreinunum við serligum atliti til medisinska gransking. – Eg søkti, tí eg hevði altíð havt hug til gransking, og her var so ein kjansur. 10 umsøkjarar vórðu út­valdir til skeiðið, og eg var ein teirra, sigur hann og leggur afturat, at tað varð hjúklað nógv um tey á skeiðnum. – Vit høvdu undirvísarar úr allari verðini. Undirvísarar komu úr London, Kairo og Moskva at undirvísa okkum 10. Tá eg hevði upplivað hetta at verða so forkelaður akademiskt í eitt heilt ár, kendi eg tað sum eina skyldu at bera okkurt aftur innan ar­ beiðs­medisin. Tað var hetta árið, sum gjørdi, at eg legði meg eftir at granska, greiðir hann frá. Kyksilvurgransking Pál og konan fluttu heim til Føroya í 1988, tá hann varð settur sum yvir­ lækni á nýskipaðu deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Sama ár hevði Pál tikið prógv sum ser­ lækni í samfelagslæknafrøði og ar­beiðslæknafrøði. Gransking hevur átt stóran lut í arbeiðnum hjá Pál Weihe øll árini. Hann hevur staðið á odda fyri og verið við í nógvum gransk­ing­ ar­verkætlanum, men her heima hjá okkum er hann helst bestur kendur fyri at granska, hvørji ár­in kyk­silvur hevur á heilan hjá børn­ um. At hann yvirhøvur byrjaði at granska innan hetta økið, komst av, at hann longu í 1984 kom í prát við yngsta professaran í Dan­ mark tá, Philippe Grandjean, um blýggjeitran. Tá var tað júst komið fram, at eisini blýggj í smá­um nøgdum hevði neilig árin á ands­ evnini hjá børnum. Teir báðir hildu, at lang­tíð­ ar­kanningar áttu eisini at verið gjørdar av, um smáar nøgdir av kyk­silvuri høvdu árin á heilsuna hjá børnum. Teir vórðu samdir um, at ein slík kanning hevði verið áhuga­verd at gjørt í Føroyum, og tá Pál Weihe flutti heimaftur, byrjaði hann við at taka blóðroyndir av familju og vinum. Tað varð bein­an­ veg­in staðfest, at tølini vóru høg sam­anborið við onnur lond. Árið eftir fór Pál Weihe til Leir­ víkar, har hann bjóðaði øllum kvinn­um millum 18 og 50 ár til blóðroynd og hárroynd. Í 1986 og 1987 varð so farið undir fyrstu veruligu kanningarnar av, um og hvussu børn verða ávirkað av kyk­ silvuri í móðurlívi. Síðani eru til­ samans 2300 børn, mammur teirra og viðhvørt páparnir eisini kannað. – Vit sóu alla tíðina neiligt árin á heilan av kyksilvuri. Serliga hjá teimum, sum høvdu verið fyri mest kyksilvuri í móðurlívi. Men vit staðfestu longu eftir ta fyrstu kanningina, at tað var ikki kyk­ silv­urið einsamalt. Onnur evni, so sum PCB, sum er í spiki, hava eisini ávirkan, hóast tey ikki ávirka heilan eins og kyksilvur. Hinvegin síggja vit, at evni sum PCB hava ávirkan á immunverjuna hjá børn­ um, greiðir Pál Weihe frá. Seinasta granskingarverkætlanin Pál Weihe og Philippe Grandjean hava staðfest, at eitt nú PCB og – Eg var ómetaliga dovin, tá eg las til lækna, og fyrstu árini dumpaði eg í øllum. Hevði eg ikki møtt konuni tá, so hevði eg helst ongantíð blivið lækni. Framhald á síðu 8 – Í nógv ár møttust eg og konan hvønn fríggjadag seinnapart í svimjihylinum. Vit svumu, fóru í hitapott og í hitarúmið. So fóru vit heim, har vit lótu okkum í fín klæði, gjørdu okkum góðan døgurða við víni afturvið, og so dansaðu vit alt kvøldið til dansitónleikin, sum var í útvarpinum. L ARBEIÐSGREV