hósdagur 17. mai 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MAI 2018
SOSIALURIN 56
8
onnur evni, sum verða brúkt til
vatntetting í klæðum, innbúgvi og
matpakkitilfari, minka andevnini
fyri koppsetingum hjá børnum.
Hví so er, vita teir ikki, men teir
hava sett sær fyri at kanna hetta
nærri.
Teir hava júst søkt um pening
frá Heilsugranskingargrunninum
í USA til verkætlanina, sum hevur
til endamáls at kanna til botns, hví
immunverjan hjá børnum verður
ávirkað av hesum evnum.
Pál Weihe sigur seg rokna við,
at hetta verður tann seinasta stóra
granskingarverkætlanin hjá hon
um.
– Ein slík umsókn tekur drúgva
tíð. Vit eru hepnir, um vit kunnu
byrja næsta ár. Hetta verður mín
seinasta granskingarverkætlan av
hesum slagi, sigur hann og leggur
afturat, at verkætlanin er ásett at
taka fimm ár.
– Eg ætli at fáa Fróðskaparsetrið
og Landssjúkrahúsið við. Mín
dreymur er at fáa ein tjóðar
kanningarbólk, har vit alla tíðina
fylgja við, hvat hendir við okkara
nýføddu. Hetta er sjálvandi bara
galdandi fyri tey, sum hava hug at
vera við í kanningunum, sigur Pál
Weihe, sum heldur, at tað liggur
sera væl fyri hjá okkum at gera
framtíðarkanningar.
– Okkara kanningar eru kendar.
Vit vita nú, hvussu vit skulu gera
uttan teir feilir, sum vit nátúrliga
hava gjørt. Vit hava 35 ára royndir
við hesum arbeiðnum, sigur hann
og leggur afturat, at teir hava brúkt
hinumegin 100 milliónir krónur
til gransking hesi árini. Ein stóran
part av peninginum hava teir
fingið úr USA, ES og Danmark.
Undirtøkan er rørandi
Pál Weihe hevur verið fyri nógv
um ákoyringum, eftir at hann
almannakunngjørdi kanningar
úrslitini av árininum av kyksilvuri
á andsevnini hjá børnum.
– Eg fái viðmerkingar alla tíðina
um grindina. Men tað er, sum tað
er. Í okkara lítla samfelagi er tað so
leiðis, at stingur tú nøsina fram, so
fært tú tað aftur.
Hann skilir væl, at fólk verða
firtin og spyrja hann, um hann
ikki heldur, at tað er nóg mikið,
at Føroyar hava Paul Watson at
stríðast við.
– Eg komi brádliga sum ketta
upp úr høvdatrogi og sigi, at tað,
sum er so stórur partur av okkara
mentan, er skaðiligt fyri okkum.
Tá onkur finst at okkara mentan,
so standa fólk saman og verja síni
tjóðareyðkenni. Tað skilji eg væl, og
veruleikin er tann, at tá eg fór und
ir kyksilvurkanningarnar, hugsaði
eg bláoygdur, at tað eru neyvan
nakrar avleiðingar av kyksilvuri.
– Men eg kundi ikki bara gloyma
kanningarúrslitini ella skriva um
tey í onkrum altjóða tíðarriti, og
einki siga um tey her. Tað hevði
verið óerligt og ikki í samsvari við
tað at vera ein lækni, sum kennir
ábyrgd av heilsuni hjá sínum
medborgarum. Tað ber ikki til at
tiga tað burtur, sigur Pál Weihe.
Samstundis sum funnist hevur
verið at honum fyri ávaringing
arnar móti at eta tvøst og spik, so
hevur undirtøkan millum føroy
ingar verið sera góð, tá hann hevur
skipað fyri kanningunum.
– Øll árini hava fólk viljað
luttikið, og tað er ein álitisváttan.
Eg plági bæði foreldur og børn, og
tað er fantastiskt, at tey hava viljað
verið við, sigur Pál, sum hevur
kannað alt frá andsevnum til sáð
góðsku hjá føroyingum.
– Tað kennist rørandi, at tey
sjálvboðin vilja koma til kanning
arnar. Tá eg havi spurt, hví tey hava
játtað at vera við, siga tey, at tað
er gott at fáa barnið kannað gjølla.
Eisini siga tey, at tey vilja fegin
geva sítt íkast til at lýsa, um hetta
er ein trupulleiki ella ikki, greiðir
Pál Weihe frá.
Hann heldur, at Føroyar eru
í einari sera góðari støðu at gera
umheiminum greitt, at okkurt
munagott eigur at verða gjørt við
umhvørvisdálkingina.
– Vit hava eitt ríkt og modernað
samfelag við góðum heilsu- og
skúlaverki. Tað at vit, sum liva
av mati úr sjónum, brádliga eru
dálkað, uttan at vit hava dálkað
nakað serligt sjálv, er ein áminning
til tey, sum ráða fyri borgum úti í
verðini.
– Vit eiga at gera vart við, at tað
eru vit, sum gjalda fyri alheims
dálkingina, heldur Pál Weihe. Okk
ara royndir við kyksilvuri eru heilt
víst okkara møguleiki at gera vart
við okkum á altjóða pallinum, sigur
Pál, sum hevur roynt at greiða frá
hesum allastaðni, har hann er
komin.
Sigur sína hugsan
Pál Weihe hevur ongantíð verið
bangin fyri at siga sína hugsan.
Um tað er orsøkin til, at tað so ofta
hevur verið heitt á hann um at taka
við ábyrgdarstørvum í nevndum,
ráðum og feløgum, dugir hann ikki
at siga.
– Eg veit ikki, um tað er nátúrligt
hjá mær at koma í støður, har eg eri
stjóri ella formaður. Men eg kann
siga, at eg havi ikki trupulleikar av
tí, og at eg tori at siga tað, sum eg
haldi.
Hann var eitt nú læknastjóri
fyri Sjúkrahúsverk Føroya frá
1989 til 2000, tá stóra búskaparliga
kreppan var í samfelagnum.
– Tað var ein tíð við nógvum
rumbli og stórari misnøgd bæði
millum læknar og sjúkrasystrar.
Tað var ikki stuttligt at greiða fólki
frá, at seglini máttu repast, sigur
Pál Weihe, sum leggur afturat, at
hann lærdi nógv um heilsuverkið,
samfelagið og politisku skipanina
hesi árini.
Líka síðani hann flutti heim til
Føroya í 1988, hevur hann eisini
virkað sum ráðgevi hjá almanna
verkinum í málum, sum hava við
heilsuviðurskifti hjá fólki at gera,
eitt nú tá talan er um fyritíðar
pensjón.
– Tað havi eg gjørt øll árini, og
eg geri tað enn. Eg siti javnan í
vikuskiftunum og lesi sosialmál.
Eg taki ikki avgerðirnar, men eg
geri míni tilmæli. Hetta arbeiðið
ger, at eg havi sæð einar heilt aðrar
Føroyar, enn tey flestu síggja.
Hann greiðir frá, at tað eru nógv
fólk, sum ikki hava tað gott heilsu
liga ella sosialt. Og tað, at heilsan
ikki er góð, ger, og tey kunnu ikki
arbeiða.
– Antin verða tey søgd upp, ella
tey verða noydd at siga upp, og
tað hevur nógvur fylgjur við sær,
PERSÓNSØGA
– Øll árini hava fólk viljað luttikið,
og tað er ein álitisváttan. Eg plági
bæði foreldur og børn, og tað er
fantastiskt, at tey hava viljað verið
við, sigur Pál, sum hevur kannað alt
frá andsevnum til sáðgóðsku hjá føroyingum.
– Sára hevur verið mín fylgisveinur,
og eg sakni ómetaliga nógv
hugnaløturnar hjá okkum
– Eg goymi hana
ikki burtur. Hon
verður pyntað og
kemur sjálvandi
við mær, har sum
eg fari, tá tað ber
til, sigur Pál, sum
eisini hevði konuna
við til arbeiðis í
tvey ár, áðrenn hon
flutti í Vallalíð.