hósdagur 17. mai 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MAI 2018
SOSIALURIN 56
9
Umhugsin
Nærverandi
Ítøkiligur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
Navn: Svenning av Lofti
Ísrael hevur verið mítt annað heimland seinastu 40 árini.
Ísrael er einasta demokratiska landið í miðeystri.
Ísrael verjir trúarfrælsið.
Miðflokkurin stuðlar jødunum og tilverurætti teirra í heimlandinum Ísrael.
Miðflokkurin stendur fyri hesum - og øðrum virðum, sum eg meti hátt.
Tí fellur mær lætt at velja Miðflokkin.
www.midflokkurin.fo
MIÐFLOKKURIN
Vangamynd
14. mai vóru liðin 70 ár, síðani staturin Ísrael varð stovnaður.
Miðflokkurin staðfestir, at nógvir føroyingar eru vinir Ísraels. Uttan iva, tí
Bíblian man vera mest lisna bók millum føroyingar.
Við sínum mongu kristnu hava almennu Føroyar sjálvsagda skyldu at signa
Ísrael og stuðla landinum í stríði tess at tryggja jødum kring allan heim eitt
heimland, har teir kunnu liva í friði og vónríkari framtíð.
Løgmaður eigur heilt náttúrliga vegna teir sera mongu føroyingar, hvørs
hjørtu banka fyri tilverurætti Ísraels, at senda almenna vinarkvøðu til ísraelsku
stjórnina á 70 ára mótinum - við ynski um Guðs signing og eydnu í stríði
landsins fyri tryggleika og friði.
Miðflokkurin ætlar í eini komandi samgongu at halda vinalagið við ísraelsku
tjóðina í fremstu røð.
CITAT
Miðflokkurin vil, at Føroyar stuðla Ísrael í stríði
landsins fyri tryggleika og friði.
(úr stevnuskrá Miðflokksins)
tí tey verða marginaliserað í samfelagnum.
Tað eru nógv sovorðin mál. Eg síggi fleiri
hundrað um árið, sigur Pál Weihe, sum
heldur tað vera gott, at samfelagið kann
taka um endan og hjálpa teimum illa
støddu.
Pál Weihe hevur eisini verið formaður
í Læknafelagnum í fleiri ár og varð í heyst
afturvaldur í eitt tvey ára skeið afturat.
– Tað uppgávuna átók eg mær fegin.
Eg veit nokk so væl um heilsuverkið og
almannaverkið, og hvussu tað virkar
innanífrá, og tað er ein góður førleiki,
sigur Pál, sum leggur áherðslu á, at tað
er eitt hjartamál hjá honum at fáa eitt so
gott heilsuverk í Føroyum, sum yvirhøvur
til ber.
Heilsuverkið avgerandi
Eitt vælvirkandi heilsuverk er ein av
kjarnutænastunum í einum nútímans
samfelagi, sigur Pál Weihe, sum heldur, at
vit skulu vera sinnað at gjalda tað, sum tað
kostar.
– Vit hava brúk fyri at fáa so nógv
dugnalig fólk sum møguligt aftur til
Føroya. Tey koma ikki heimaftur, um tað
frættist, at vit hava eitt vánaligt heilsuverk,
heldur Pál, sum hevur víst á, at vit skulu
hava 50 serlæknar afturat.
Hann mælir til, at 300 milliónir krónur
afturat verða játtaðar til heilsuverkið.
Hann sigur, at hetta er neyðugt, um vit
skulu hava eitt líka gott heilsuverk sum
aðrastaðni.
Hann vísir í hesum sambandi á eina
nýggja frágreiðing, hvørs niðurstøða er, at
føroyingar hava ikki sama álit á føroyska
heilsuverkinum og teir hava á heilsuverk
inum aðrastaðni.
– Eg fái ilt í hjartað av at hoyra, at vit hava
størri álit á útlendskum heilsuverkum. Tað
skulu vit taka í álvara, og vit skulu gera
okkum greitt, hvat vit kunnu gera betri,
sigur hann. Hann heldur, at tað er ikki
løgið, at læknarnir í Føroyum ikki hava
eins góða tíð at samskifta við sjúklingarnar
og læknarnir í Danmark, tí har mangla tey
ikki fólk.
– Okkum nýtist ikki at keypa fremm
andar vikarar. Meira enn 100 føroyingar
lesa til lækna, og vit skulu bara leggja
ætlanir, soleiðis at teir síggja eina framtíð
í Føroyum. Hví ikki gera okkum til reiðar at
taka í móti teimum og fáa eitt stjørnugott
heilsuverk, spyr Pál Weihe, sum heldur, at
tað ber væl til.
Einsamallur í dreymahúsunum
Eftir at konan flutti á heimið í Vallalíð,
hevur tað verið tungt hjá Pál Weihe at
búgva einsamallur í húsunum, sum øll árini
hava verið dreymahúsini hjá bæði honum
og konuni.
– Tá vit skuldu keypa hús, hugdu vit
eftir einum 100 húsum. Men tá vit so í 1991
komu inn í húsini ovast í Mannbrekku,
vórðu vit bæði forelskað á staðnum.
– Tað er kveikjandi at sita við vindeygað
og síggja Nólsoyarfjørð, Eystnes og heilt
niðan á vindmyllurnar í Húsahaga. Tað er
ein sonn fragd at búgva her, sigur Pál, sum
ásannar, at tað er ómetaliga einsligt at vera
einsamallur í húsi.
– Sára hevur verið mín fylgisveinur, og
eg sakni ómetaliga nógv hugnaløturnar
hjá okkum, sigur Pál, sum vitjar konu
sína hvønn einasta dag, tá hann ikki er
uttanlands. Hann hevur hana eisini við
sær í brúdleyp, føðingardagar og til onnur
tiltøk.
– Eg goymi hana ikki burtur. Hon verður
pyntað og kemur sjálvandi við mær, har
sum eg fari, tá tað ber til, sigur Pál, sum
eisini hevði konuna við til arbeiðis í tvey
ár, áðrenn hon flutti í Vallalíð.
Vertskapsmaður burturav
Hóast tað er einsligt, so gongur tað væl hjá
Pál Weihe at halda hús. Hann sigur seg ikki
duga so øgiliga væl at gera reint, men hann
dugir sera væl at gera mat.
Í eini roynd at fáa lív í húsið bjóðar hann
so nógvum fólkum sum møguligt heim til
sín til góðar døgurðar.
– Eg geri allar møguligar matskráir, og
eg geri mær stóran ómak. Eg kann hava 24
fólk til borðs ísenn, og tað hendir javnan,
at eg bjóði fólki heim, sigur Pál Weihe, sum
heldur, at tað er ein listagrein at skipa fyri
veitslum.
– Maturin, víni, tónleikurin og røðurnar
skulu ganga upp í eina hægri eind. Bæði
smakkurin, tað, sum verður sagt, og tað,
sum verður sungið, sigur hann og leggur
afturat, at hann brúkar drúgva tíð at leggja
veitsluna til rættis.
Hann heldur fleiri slíkar veitslur um
árið.
– Eg eri heilt ómetaliga sosialur, og eg
elski at sita og práta, kjakast og verja púra
vitleys sjónarmið so leingi, sum tað ber til,
fyri síðani at sleppa teimum aftur. Eisini
eitt tápuligt sjónarmið hevur uppiborið
tign eina løtu, sigur Pál.
– Tá fólk reisa seg upp við einum skeiv
um tanka, sum onkur loftar, tá borðhaldið
soleiðis gongur, tá fegnist eg djúpt. Tú
loysir teg frá gerandisdegnum og letur
tankan reika, og tað kennist sum um, at tú
ert komin upp á eitt fjall og hyggur útyvir
lívið.
Hann sigur, at um ein alla tíðina bara
situr og staðfestir kendar sannleikar, so
verður eingin framburður.
– Skal okkurt nýtt mennast, er neyðugt
at spæla sær við tonkunum. Veitslulag kann
geva tær frælsi til at tosa um alt møguligt,
uttan at tað skal takast bókstavliga.
– Tað snýr seg um at elska tilveruna og
lívið og føla, at her er gott at vera. Tað hava
vit í Føroyum allar góðar møguleikar til,
um vit vilja taka teir, sigur Pál Weihe, sum
kennir tað sum ein framíhjárætt at kunna
brúka síni evni í Føroyum, har tað er trygt
og gott.
– Okkum nýtist ikki at keypa
fremmandar vikarar. Meira
enn 100 føroyingar lesa til
lækna, og vit skulu bara
leggja ætlanir, soleiðis at
teir síggja eina framtíð í Føroyum.