hósdagur 17. mai 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MAI 2018
SOSIALURIN 56
10
Cystisk fibrosa
TEMA: Cystisk fibrosa
- Tað eru fimtan vaksin og børn, ið hava sjúkuna í Føroyum. Harafturat eru so tey,
ið bera sjúkuna. Bæði foreldrini skulu vera berarar fyri, at eitt barn kann fáa Cystisk
fibrosu. Um so er, at bæði eru berarar, so er 25 prosent kjansur fyri at barnið fær
sjúkuna. Tað sigur Gunnar Dahl-Olsen, formaður í føroyska Cystisk fibrosu felagnum
HALLUR AV RANA
M
ai
mánaður
er
í
altjóða
høpi
mánaðurin, tá ið
roynt verður at
varpa ljós á sjúkuna Cystisk
fibrosu. Meðan arvaliga sjúkan er
ein av teimum meira sjáldsomu
sjúkunum í heimshøpi, so munna
flestu føroyingar kenna til sjúkuna,
ið er munandi meira vanlig í Føroy
um enn aðrastaðni.
Ein av orsøkunum til hetta kann
vera, at fólk við sjúkuni javnan
eru frammi í fjølmiðlunum, har
ímillum 13 ára gamla Høgna Kun
oy Dávason, hvørs søga bergtók
føroysku tjóðina, tá Kringvarpið í
fjør lat úr hondum dokumentarin
Drongurin við svarta beltinum, og
Sigrun Bisp, ið túsundtals føroy
ingar fylgdu gjøgnum Facebook-
síðuna Mítt lív við Cystiskari
fibrosu, tá ið hon fyri tveimum
árum var í álvarsomu støðuni, at
hon mátti fáa nýggj lungu, um hon
skuldi liva.
At sjúkan er meira vanlig í Før
oyum enn aðrastaðni bleiv millum
annað staðfest í eini vísindaliga
grein, ið Marianne Schwartz,
Nicolina Sørensen, Niels Jacob
Brandt, Estrid Høgdall og Turið
Holm skrivaðu í 1994 og sum varð
prentað í tíðarritinum Human
Genetics sama ár.
Greinin varð grundað á eina
kanning av Cystisk fibrosu í Føroy
um, har toymið hevði hugt at øllum
tilburðum av sjúkuni í tíðarskeiði
num frá 1954 til 1993. Út frá tí bleiv
staðfest, at títtleikin av sjúkuni er
1:1775 í Føroyum. Tað vil siga, at fyri
hvørjar 1.775 føroyingar, ið vera fødd
ir, er ein, ið hevur Cystiska fibrosu.
Sostatt er títtleikin tvífalt so stórur
sum í Danmark. Í greinini varð eisini
víst til eina kanning av 881 føroy
ingum, ið staðfesti, at ein út av 24
føroyingum er berari av sjúkuni.
Harumframt fann toymi út
av, at allir føroyingar, ið antin
eru berarar ella hava Cystiska fi
brosu, hava somu mutation av
sjúkuni og at sjúkan allarhelst er
komin til Føroyar frá tveimum
berarum við uppruna úr keltisku
fólkasløgunum í Bretlandi, Írlandi,
Wales ella Norðurskotlandi.
Nakrir fáir føroyingar
Ein teirra sum kennir væl til Cystisk
fibrosu er Gunnar Dahl-Olsen.
Hann er sjálvur berari av sjúkuni
og pápi at tveimum døtrum, ið
hava Cystisk fibrosu. Harumframt
er hann eisini formaður í føroyska
Cystisk fibrosu felagnum, ið tó ikki
hevur verið serliga aktivt ella sjón
ligt seinnu árini. Hann upplýsir,
at hóast sjúkan er meira vanlig
í Føroyum enn aðrastaðni, so er
talan kortini ikki um eitt serliga
høgt tal av føroyingum, ið eru sjúk.
- Tað eru fimtan vaksin og
børn, ið hava sjúkuna í Føroyum.
Harafturat eru so tey, ið bera
sjúkuna. Bæði foreldrini skulu
vera berarar fyri, at eitt barn kann
fáa Cystisk fibrosu. Um so er, at
bæði eru berarar, so er 25 prosent
kjansur fyri at barnið fær sjúkuna,
greiðir Gunnar Dahl-Olsen frá.
Cystisk fibrosa er ein sjúka í
kyknunum, ið ger at ov nógv salt
verður framleitt í likaminum og
gevur tað nakrar trupulleikar, vísir
Gunnar Dahl-Olsen á.
- Tað er ein saltkanal í einari
kyknu, ið úrskilur ov nógv salt.
Tað er einfalda frágreiðingin.
Stóra saltframleiðslan merkir at
slímið verður tjúkt og tí kemur
infektion lættari í tað. So koyrir
myllan har frá og ávirkar tað
lunguni og tarmarnar. Tarmarnir
verða ávirkaðir, tí at slímið verður
so tjúkt, at tað ikki fær útskilt
enzymini, ið skulu virka føðina.
Tí taka flestu Cystisk fibrosu
sjúklingar tablettir hvørja ferð
tey skulu eta, greiðir Gunnar Dahl-
Olsen frá.
Sjúkan kann í dag staðfestast
gjøgnum eina blóðroynd, men
fyrr var tað nevniliga høga
saltinnihaldið, ið gav ábendingar
um, hvørs ein persónur hevði
Cystiska fibrosu.
- Fyrr varð sjúkan staðfest
við einari sveittaroynd. Um tað
var ov salt, so hevði viðkomandi
sjúkuna. Hetta var tá man ikki
hevði blóðroyndir og DNA og
bleiv tað tá á donskum kallað fyri
Sejslimssygdom. Tá var viðgerðin
at banka fólk í ryggin, so at slímið
kom upp úr lungunum, greiðir
Gunnar Dahl-Olsen frá.
Stór framstig
Tað er tó ein viðgerðarháttur,
ið man er farin frá fyri nógvum
árum síðan, og sum heild er vitanin
innan økið og viðgerðarháttirnir
nógv mentir tey 29 árini, ið sjúkan
hevur verið ein tættur partur av
lívinum hjá Gunnari Dahl-Olsen
og familjuni.
- Har man fyrr sló ein í ryggin
fyri at fáa slímið upp, er man
nú farin yvir at brúka maskur.
Hvønn morgun og hvørt kvøld
anda sjúklingar gjøgnum hesar
maskurnar fyri at reinsa lunguni.
Hon er løtt at anda inn ígjøgnum,
men tung at anda út ígjøgnum.
Tað er at líkna við at skulu anda
gjøgnum ein kodda. Tað ber til,
men tað er tungt, sigur Gunnar
Dahl-Olsen.
Tað eru eisini aðrir partar av
viðgerðini, ið eru betraði munandi
síðstu árini. Bara tað, at allir
nýføðingar verða kannaðir fyri,
um tey hava Cystiska fibrosu er
eitt stórt framstig.
- Tá elsta dóttirin kom í heimin
fyri 29 árum síðan, bleiv tað ikki
fangað beinanvegin, at hon hevði
Cystiska fibrosu. Tað var ikki
fyrr enn onkur læs okkurt danskt
15 FØROYINGAR HAVA
CYSTISKA FIBROSU