Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mai 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. MAI 2018 SOSIALURIN 56 11 HALLUR AV RANA R egluligar kanningar á Ríkissjúkrahúsinum er ein afturvendandi táttur hjá føroyskum Cystisk fibrosu sjúklingum. Tað er ymiskt hvussu javnan sjúklingar eru til kanningar, men tey flestu eru millum átta til tólv ferðir um árið í Danmark til kanningar og viðgerð. Tað setur eitt ávíst trýst á familju­lív, arbeiði og annað hjá bæði sjúklingum og avvarðandi. Ragnar Isaksen, ið sjálvur er umleið tíggju ferðir um árið til kanningar á Ríkissjúkrahúsinum, hevur eina vón um, at tað kann lata seg gera at flyta ein part av kann­ingini til Føroyar. - Um helmingurin av kann­ing­ un­um vóru í Føroyum og restin var niðri, so hevði eg bara skulu av landinum fimm ferðir um árið. Nú tá eg sjálvur eri pápi, so ger tað stóran mun. So tað hevði ver­ ið gott, um okkurt kom heim, vísir hann á. Eisini Gunnar Dahl-Olsen, for­maður fyri føroyska Cystisk fibrosu felagið, heldur tað vera eitt gott hugskot, um man ynskir at lætta um hjá sjúklingum og teirra familjum. - Tað er best at høvuðsviðgerðin er í Danmark, tí tað er har, at servitanin er samlað. Men um man kundi gjørt okkurt í Før­ oy­um, so hevði tað munað nógv hjá einari barnafamilju. Tað er jú ikki altíð lætt at skulu ferðast til Danmarkar við fleiri børnum, og serliga ikki, um nøkur teirra eru eftir í Føroyum, vísir Gunnar Dahl-Olsen á. Fyri nøkrum árum síðan ar­ beiddi felagið eisini fyri at kunna taka ein part av viðgerðini heim til Føroyar. - Longu nú hevur man ser­lækn­ ar úr øðrum londum, ið eru styttri tíðarskeið á Landssjúkrahúsinum sum serfrøðingar. Tá tosaðu vit um eina líknandi skipan, har ein lækni og ein sjúkrarøktarfrøðingur úr Dan­mark kundu vitja í Føroyum og lagt føroyskum starvsfelagum lag á. Tá arbeiddu vit fyri at fáa vitjan úr Ríkissjúkrahúsinum fýra ferðir um árið, men tað datt niðurfyri, sigur Gunnar Dahl- Olsen. Danmark er førandi Báðir tveir eru tó á einum máli um, at tað er eingin orsøk hjá før­oy­ing­ um at royna at fáa alla við­gerð­ina hjá Cystisk fibrosu sjúk­ling­um til Føroyar, tí sum nú er, so eru danir millum teir fremstu í heiminum á økinum. - Danir granska nógv innan økið og føroyska felagið hevur eisini fíggjað nakað av gransk­ ingini. Teirra fokus upp á gransk­ ing hevur gjørt, at teir eru leiðandi í heiminum innan Cystisk fibrosu. Tí eru vit glað fyri, at vit kunna hefta okkum at tí, og kunna banka upp á dyrnar hjá nøkrum av fremstu serfrøðingunum 24/7 og fáa viðgerð. Tað er fantastiskt at vita, at føroyingar eru upp á for­ navn við læknar, ið eru fremstu ser­frøðingar í heiminum og kunna altíð ringja til teirra, sigur Gunnar Dahl-Olsen, sum eisini vísir á, at um danir lata alt ov nógv av sínari viðgerð frá sær, so tekur tað eisini grundarlagið undan einari ser­ deild har. Ragnar Isaksen vísir á, at danir heldur ikki eru serliga sinnaðir at lata viðgerðina í hendurnar hjá før­oy­ingum, nevniliga tí støðið er so høgt í Danmark. - Eg vil ikki sáa iva um før­leikar­ nar hjá Lands­sjúkra­húsinum og før­oyska heilsuverkið, men lækn­ ar­nir niðri meta, at føroyingar ikki hava somu førleikar sum har, og vilja tey ikki sleppa okkum, um tey ikki hava trygd fyri, at um­ støðurnar eru líka góðar sum í Dan­mark, sigur Ragnar Isaksen. Framúrskarandi tænasta Hóast danir eru førandi innan við­ gerðina, so metir Ragnar Isaksen kort­ini, at tað eru nakrir fyri­mun­ ir, um ein partur av viðgerðini bleiv flutt til Føroyar. - Í samband við sjúkuna hava eg ný­liga verið innlagdur tvær ferðir á B8. Áður havi eg verið kritiskur til viðgerðina, ið Cystisk fibrosu sjúklingar fáa í Føroyum, tí tað hevur ikki riggað nóg væl, men nú havi eg broytt hugsan. Tá eg havi verið innlagdur á B8, hevur talan verið um eina framúrskarandi tæn­astu, sigur Ragnar Isaksen og legg­ur afturat. - Tænastustøði hjá sjúkra­ røktar­frøðingunum er hægri enn tað sum er í Ríkissjúkrahúsinum. Her følir man veruliga, at tey elska tað tey gera og taka sær av einum. Tað kann væl vera, at umstøðurnar ikki eru tær bestu, men man merkir, at sjúkra­røkt­ar­ frøð­ing­arnir elska teirra arbeiði. HALLUR@SOSIALURIN.FO Gott um okkurt kom heim - Um helmingurin av kanningunum vóru í Føroyum og restin var niðri, so hevði eg bara skula av landinum fimm ferðir um árið. Nú tá eg sjálvur eri pápi, so ger tað stóran mun. So tað hevði verið gott, um okkurt kom heim, sigur Ragnar Isaksen vikublað um onkran við Cystiska fibrosu, at vit varnaðust, at hatta líktist støðuni hjá dóttir okkara, sigur Gunnari-Dahl Olsen. Tey vendu sær til Lands­ sjúkra­húsið við nýggju vitanini, men vóru boðini har, at fólk við Cystiskari fibrosu vóru nógv sjúkari enn dóttir teirra. - Men tá ein tíð var gingin, gav eini læknin seg og segði, at fyri at útiloka, at talan er um Cystiska fibrosu, so kundu vit gera eina roynd. Tann kanningin staðfesti, at hon hevði Cystiska fibrosu. Men tá var hon longu eitt ár, og tað sigst, at tað er tað týdningarmiklasta árið, sigur Gunnar Dahl-Olsen. Verða nú kannað Tá føroyski læknin Nicolina Sørensen seinni kom til Føroyar at arbeiða, skipaði hon fyri, at allir nýføðingar blivu kannaðir fyri Cystiska fibrosu og fyri tveimum árum síðan kunngjørdi Sirið Stenberg, at framyvir blivu allir føroyingar kannaðir fyri sjúkuna gjøgnum eina blóðroynd, ið verður tikin í hælinum stutt eftir føðing. - Við at kanna allar nýføðingar fyri cystiska fibrosu ber til at finna sjúkuna fyrr enn í dag og harvið verður møguligt at seta í verk neyðuga viðgerð beinanvegin, segði landsstýriskvinnan í 2016 og legði aftrat. - Hetta merkir færri inn­ leggingar, minni tørv á intensivaru viðgerð, og yvirhøvur bøtir tað um sannlikindindi fyri at kunna liva eitt betri og longri lív. Eitt munandi longri lív Kanska mest týdningarmikla broytingin fyri fólk við Cystiskari fibrosu seinnu árini er væntaði livialdurin. Síðstu ártíggjundini er viðgerðin og vitanin um sjúkuna vorðin so nógv betri, at væntaði livialdurin er fleirfaldaður. - Tey elstu fólkini við Cystisk fibrosu eru í dag miðskeiðis í fjørutunum og vórðu tey fødd undir øgiliga keðiligum korum. Tað gevur vón fyri teimum, ið eru yngri í dag. Teir einastu upplýsingar vit høvdu, tá vit fóru undir felagið fyri umleið 25 árum síðan var, at man ikki bleiv eldri enn 13-14 ár. Tað er umleið 50 ár nú, so talan er um eina trífaldan upp á 25 ár. Tað er fantastiskt, sigur Gunnar Dahl- Olsen. Tað er serliga frambrot innan maskuna og heilivágin, ið Gunnari Dahl-Olsen metir er orsøkin til, at livialdurin er vorðin so nógv hægri. - Tey hava gjørt undurverk fyri livialdurin. Fyrr skeyt man breitt við heilivágnum, og tað ávirkaði búkin, fólk mistu matarlystin og immunverjan viknaði. Í dag hevur man meira beinrakið heilivág, ið hjálpir nógv betri. Tað eru fantastisk framstig, sum læknar og granskarar hava framt, sigur Gunnar Dahl-Olsen. HALLUR@SOSIALURIN.FO