Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mai 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. MAI 2018 SOSIALURIN 56 12 Cystisk fibrosa TEMA: Cystisk fibrosa HALLUR AV RANA T að verður neyvan í bræði, at føroyskir sjúklingar við Cystiskari fibrosu skulu vænta, at teir kunnu fáa ein part av viðgerðini í Føroyum. Danskir og føroyskir heilsu­myndugleikar hava nevni­ liga viðgjørt møguleikan fyri fleiri árum síðani, og tá bleiv stað­ fest, at tað eru ov nógvir manglar í Føroyum til, at tað letur seg gera. Tað upplýsir Johan Jansson, lækna­ stjóri á Lands­sjúkra­húsinum. Sum nú er, so kunnu føroyskir sjúk­lingar við Cystiskari fibrosu fáa bráðfeingis viðgerð í Føroyum, men kanningar og vanlig viðgerð verða vanliga framdar í Danmark. Roynt hevur tó verið at broytt hetta, men tað læt seg ikki gera, upp­lýsir læknastjórin. – Akutta viðgerð fáa tey í Før­ oyum, men alt annað er í Danmark. Man hevur roynt at fingið eina skip­an í lag, har vit til dømis fáa ein ser­frøðing á Ríkissjúkrahúsinum til Føroya at hitta sjúklingarnar, heldur enn at senda teir til Dan­ markar, men tað hevur ikki eydnast, sigur Johan Jansson. Lítil bólkur Eitt, sum er ein avbjóðing fyri før­ oyska heilsuverkið í sambandi við við­gerð av føroyskum sjúklingum við Cystiskari fibrosu, er, at talan er um ein so lítlan og fjølbroyttan bólk, at tað er trupult at ogna sær og varðveita eina servitan. – Talan er her um eina sjúku og við­gerð, ið er so spesialiserað, at tað er best at senda sjúklingarnar til Danmarkar. Har fáa teir eisini eina góða viðgerð og umsorgan frá fólki, ið eru spesialiserað innan júst teirra økið, sigur Johan Jansson og held­ur á. – Ein av avbjóðingunum fyri okk­um er, at tað er ein bólkur á fimtan fólk, ið eru ólík. Tann elsti er fjøruti ár, meðan tann yngsti er eitt ár. Tey hava øll ymiskan tørv á viðgerð. Nøkur eru sera sjúk og hava sera skerda lungnafunksjón, meðan onnur liva væl. So tað er trupult at varðveita eina serfrøði við so fáum fólkum, ið hava ymisk­ an tørv. Lúka ikki krøvini Í 2006 vóru samráðingar millum før­oyskar heilsumyndugleikar og Ríkis­sjúkrahúsið um at yvirtaka ein part av eftirlitinum og viðgerðina av sjúklingum við Cystiskari fibrosu. Sambært avtaluni skuldu starvs­fólk á Ríkissjúkrahúsinum koma til Føroya fýra ferðir um árið at kanna føroyskar sjúklingar við Cystiskari fibrosu. Samráðingarnar komu á mál, og ein avtala var klár at undirskriva, men av tí at føroyska heilsuverkið ikki kundi lúka øll krøvini, bleiv av­ talan aldrin undirskrivað. Læknastjórin vísir á, at talan er um ein sera krevjandi sjúk­linga­ bólk, skilt á tann hátt, at serlig stig muga takast fyri at verja tey, tá tey eru á sjúkrahúsinum. - Millum annað tá hugt verður eftir krøvunum um smittu­vanda, so hava vit trupult við at klára krøvini, ið verða sett í sátt­mála­ num millum danskar og føroyskar myndug­leikar, sigur Johan Jans­ son. Í sáttmálanum verður krav sett fram um serlig hølir, tí um ein persónur við Cystiskari fibrosu hevur fingið eina mót­ støðu­føra bakteriu í lunguni, so má viðkomandi ikki sita í somu høl­um sum aðrir sjúklingar við Cystiskari fibrosu. Slík hølir eru ikki á Landssjúkrahúsinum. Tað vóru eisini aðrar or­søk­ ir til, at sáttmálin aldrin bleiv undirskrivaður. Har­ímill­um at mikrobiologiska rann­sóknar­ stovan ikki lýkur danska støðið, at tað var trupult at finna før­oysk­ar læknar og sjúkra­røkt­ar­frøð­ingar, ið ynsktu at átaka sær upp­gávu­ na, og at nakrir av før­oysku sjúk­ lingunum stúrdu fyri, at viðgerðin fór at verða verri í Før­oyum enn í Dan­mark. HALLUR@SOSIALURIN.FO EINGIN VIÐGERÐ Í FØROYUM ENN Á SINNI – Ein av avbjóðingunum fyri okkum er, at tað er ein bólkur á fimtan fólk, ið eru ólík. Tann elsti er fjøruti ár, meðan tann yngsti er eitt ár. Tey hava øll ymiskan tørv á viðgerð. Nøkur eru sera sjúk og hava sera skerda lungnafunksjón, meðan onnur liva væl. So tað er trupult at varðveita eina serfrøði við so fáum fólkum, ið hava ymiskan tørv. Tað sigur læknastjórin á Landssjúkrahúsinum