hósdagur 17. mai 2018síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MAI 2018
SOSIALURIN 56
24
TÍÐARGREIN
TVINGSILSSØLA
Hósdagin 14. juni 2018, kl.
10:00 verður á
Dómaraskrivstovuni, C.
Pløyensgøtu 1, 100 Tórshavn
hildin tvingsilssøla yvir
ognina matr.nr. 81c, Porkeri –
Bakkavegur 9, 950 Porkeri -
(AS nr. 2-5/2018).
Talan er um eini sethús við
kjallara, mið- og loftshædd.
Eisini er eitt stórt hoyggjhús/
hjallur á stykkinum.
Húsini eru nærri innrættað
soleiðis:
Kjallari: Ikki var innkomandi í
kjallaran.
Miðhædd: Inngongd við
trappu uppá loft, lítið rúm,
stova, spísistova og køkur við
lítlum spískamari.
Loftshædd: Gongd
(lemmur/trappustigi uppá
ovastaloft), wc við baðikari, 4
kømur, har tað eina hevur
hurð til lítið rúm.
Húsini standa køld og eru illa
farin, harundir treingja til
nýgerð og viðlíkahald.
Møguligur keypari eigur
sjálvur at kanna húsini við
serkønari hjálp.
Sambært tingbókini er
grundøkið 612 m2 til
støddar.
Tvingsilssølan er umbiðin av
Jógvan E. Ellefsen, adv., Yviri
við Strond 4, 100 Tórshavn,
tlf. 203040 (sak nr. 5768401),
sum kann geva nærri
upplýsingar um ognina.
Tvingsilssøluuppgerð kann
umbiðjast hjá nevnda
advokati ella hyggjast
ígjøgnum á
Dómaraskrivstovuni.
Føroya Fútarættur,
tann 15. mai 2018.
TVINGSILSSØLA
Hósdagin 14. juni 2018, kl.
10:30 verður á
Dómaraskrivstovuni, C.
Pløyensgøtu 1, 100 Tórshavn
hildin tvingsilssøla yvir
ognina matr.nr. 45a, Froða-
Tvøroyri - (AS nr. 2-6/2018).
Talan er um grundøki, ið
sambært tingbókini er 3.918
m2 til støddar.
Tvingsilssølan er umbiðin av
Jógvan E. Ellefsen, adv., Yviri
við Strond 4, 100 Tórshavn,
tlf. 203040 (sak nr. 5768401),
sum kann geva nærri
upplýsingar um ognina.
Tvingsilssøluuppgerð kann
umbiðjast hjá nevnda
advokati ella hyggjast
ígjøgnum á
Dómaraskrivstovuni.
Føroya Fútarættur,
tann 14. mai 2018.
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Pauli Frederik Knudsen,
Stoffalág 84, 100 Tórshavn,
føddur tann 08.09.1937,
deyður tann 19.03.2018,
verða við hesum biðin um
innan 3 mánaðar frá
kunngerð av hesi lýsing at
boða frá og skjalprógva krøv
síni fyri undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Fríða Patursson,
Advokatskrivstovan,
Frúutrøð 4, 100 Tórshavn,
vísandi til sks.nr. 109/2018,
saman við frumriti av
teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 11. maj 2018.
Landmátari til Matrikulin
Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400, us@us.fo
Starv sum landmátari á Umhvørvis-
stovuni er leyst at søkja.
Tørvur er á royndum landmátara (land-
inspektøri) til matrikulumsitingina á
Umhvørvisstovuni. Tað er fyrst og fremst
arbeiðið við matrikulerari málsviðgerð og
uppmáting, ið bíðar eftir tær. Men vit
rokna eisini við, at tín nýhugsan á fak-
økinum fer at gera mun, og at tú verður
við í menningini av næsta ættarliðinum
av amboðum til talgilda umsiting og
skráseting á matrikuløkinum.
Umframt matrikulin hevur deildin
útskiftingar um hendi, eins og eitt dagligt
tætt samband við tinglýsingina og
kortdeildina á Umhvørvisstovuni.
Samskifti og samstarv við viðskiftafólk,
kommunur og aðrar stovnar er eisini ein
týðandi partur av arbeiðinum.
Matrikulin er týðandi partur av grund-
dátuskránni, sum er ein av fortreytunum
fyri almennu verkætlanini “Talgildu
Føroyar”. Tú verður virkin luttakari í hesi
menningartilgongdini.
Hetta er eitt spennandi starv við avbjóð-
ingum á tøkniliga, løgfrøðiliga og fyri-
sitingarliga økinum. Arbeiðsstaðið er ikki
bert inni handan telduskíggjan, men eisini
á bygd, í bý og á fjøllum á uppmátingarferð
og á ástaðarfundum.
Førleikar
Tú ert útbúgvin landmátari á universitets-
stigi við eigindómsskipan sum sergrein og
hevur hollar royndir á fakøkinum.
Vit sóknast eftir einum fólki við áræði og
framfýsni at náa settum málum, sum sær
nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina
spennandi avbjóðing, kann arbeiða
sjálvstøðugt og dugir væl at samstarva og
samskifta við onnur, bæði í skrift og talu.
Starvsmøguleikar
Vit bjóða eitt spennandi starv í tøttum
samstarvi við starvsfelagar og góðar
møguleikar fyri persónligari menning og
sjálvstøðugum arbeiði.
Setan
Starvið er skipað á matrikuldeildini, við
tilvísing til deildarleiðaran. Løn og setanar-
viðurskifti vera eftir sáttmála millum
akademikarafelagið og fíggjarmálaráðið.
Umsókn, saman við prógvum, CV o.t., skal
verða Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta
lagi 11. juni 2018. Landmátaralesandi, sum
verða liðug í summar, eru eisini vælkomin
til at søkja.
Ert tú forvitin at vita meir – ring til
okkum, ella send ein teldupost til Ronnie
Thomassen, deildarleiðara (+298 234380,
ronniet@us.fo).
Minnist til haldargjaldið
Sosialurin · Tórsgøta 1 · FO-110 Tórshavn
Sosialurin 341800
fyrst og fremst
www.in.fo
Skúvoy:
L
di
246.990,- Avmarkað nøg
22. SEPTEMB
Eyðun hevur Parkinson:
SJÚKAN
Í