Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-17, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mai 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. MAI 2018 SOSIALURIN 56 23 AB – KÍ Mánadagin klokkan 17.15 DÓMARI: RÚNI GAARDBO Tað gongur væl á Argjum í løtu­ ni, men Sorin Anghel hevur ikki nógvar spælarar at taka av. Komandi dystirnir verða ein verulig roynd hjá nýggja ættar­ liðnum hjá AB, at bjóða elituni í føroyskum fótbólti av. Kom­andi fimm dystirnir fram til summar­ steðgin eru móti HB, KÍ og NSÍ. Tveir av teimum eru móti HB í steypa­kappingini, meðan hinir eru í lands­kappingini. Tann fyrsti er móti KÍ, sum hevur sítt at stríðast við. Eftir seks sigrar í sjey teimum fyrstu um­ førunum, so hevur KÍ bara fingið eitt stig í trimum dystum, og er út­ sligið í steypkappingini. Tí er tað nakað av eini særdari bjørn, sum kemur á vitjan á Argjum mána­dagin. KÍ er framvegis uttan Hákun Edmundsson og Kristoffur Jakob­sen, sum hava sitið uttanfyri tað mesta av kappingarárinum. Tað kemur væl við, at Ísak Simonsen er um at blíva heilt klárur. Millum annað gjørdi hann góðan mun móti NSÍ, tá hann kom á vøllin. Á Argjum er nýggi málskjúttin, Filip í Liða, ivasamur við einum eym­um baklæri. KÍ er favorittur, men tað ringt at avskriva argja­ menn, tá gongdin hevur verið so góð seinastu vikurnar, meðan klaks­vík­ingar hava ilt við at um­ seta til sigrar. SOSIALURIN TIPPAR: 1-1 HB – EB/Streymur Mánadagin klokkan 18.00 DÓMARI: BJARKI DANIELSEN HB-tokið er farið avstað, spurn­ing­ urin er um nakað klárar at hanga í. Einki bendir á, at tað verður mánakvøldið, at tokið verður steðgað. Meðan HB liðið vinn­ ur sínar dystir og tykist verða í góð­um formi, so sær einki út hjá EB/Streymi, sum tvær ferðir hevur tapt á Argjum, har fysiski formurin hevur verið munurin. Havnarmenn vunnu seinast í Gøtu móti Víkingi. Undan dystinum vóru tríggir av spælarunum hjá HB í bilóhappi, men spældu alíkavæl. Adrian Justinussen skoraði tvær ferð­ir upp á fríspark, men sum heild var talan um javnan dyst, sum HB aftur vinnur. Hjá HB sita Sebastian Pingel og Teit Jacobsen framvegis uttanfyri. Teit Jacobsen, sum er leigaður úr Sønder­jyske, spælir ikki aftur við HB á hesum sinni. Hann hevur verið undir skurð, eftir at kross­ bandið fór í dysti við Stórá. Hann hevur verið undir skurð, sum gekk væl sambært honum sjálvum. Fyri HB kemur tað væl við, at Símun Samuelsen er við aftur, eftir at hann sat yvir vi leikbanni í Gøtu. Fyri sundalagsmenn kemur tað illa við, at Oddur Højgaard nú skal sita yvir, tí hann hevur fingið fýra gul kort. Alt talar fyri einum heimasigri. SOSIALURIN TIPPAR: 3-0 Ikki við: Klæmint A. Olsen (brotið armin - ógreitt hvussu leingi), Símun Rógvi Hansen (slitið krossbandið - langtíðarskaddur), Bárður J. Hansen (vøddaskaði) Ikki við: Jan Ingason Hansen og Jákup Johansen (langtíðarskaddir) og Haraldur R. Højgaard (lærið) Ikki við: Dánjal Godtfred (leikbann), Rani Johansen (fótskaði), Teitur Mortensen (lærkrikin) Ivasamur: Stefan Radosavljevic (fótskaði) Ikki við: Heðin Hansen (leikbann - 4 gul) VÍKINGUR SKÁLA NSÍ 07 VESTUR Ikki við: Ndende Adama Gueye (brotið armin), Martin Tausen (skaði) Betri deildin støðan NR. LIÐ D V J T MÁL S 1. HB 10 8 1 1 20-7 (+13) 25 2. B36 10 7 1 2 22-10 (+12) 22 3. KÍ 10 6 2 2 17-9 (+8) 20 4. NSÍ 10 5 2 3 16-10 (+6) 17 5. Víkingur 10 5 2 3 15-11 (+4) 17 6. SKÁLA 10 3 2 5 8-13 (-5) 11 7. EB/Streymur 10 2 4 4 11-13 (-2) 10 8. TB/FCS/Royn 10 3 1 6 8-14 (-6) 10 9. AB 10 2 2 6 7-17 (-10) 8 10. 07 Vestur 10 0 1 9 7-27 (-20) 1 Betri deildin 7. umfar: Mánadagin: B36 – Víkingur (15.00) Beinleiðis á Rás2 07 Vestur – NSÍ (15.00) Skála – Suðringar (15.00) AB – KÍ (17.15) Beinleiðis á Rás2 HB – EB/Streymur Beinleiðis á Rás2 TB/FCS/ROYN