Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mai 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. MAI 2018 SOSIALURIN 56 22 TRÓNDUR ARGE U m vikuskiftið verður 11. umfar í Betri deildini hjá monnum. Stóri dysturin er í Gundadali klokkan 15, har B36 tekur ímóti Vík­ ingi. B36 hevur vunnið átta dystir upp í slag, meðan Víkingur er nakað kroyst, eftir 2-1 ósigurin fyri HB í Gøtu. Klaksvíkingar eru á vitjan á Argjum, sundalagdmenn skulu aftur í høvðusstaðin, skálamenn taka móti suðringum, meðan 07 Vestur fær vitjan av NSÍ Pauli situr tryggur Eftir 10 dystir í Betri deildini hjá monn­um, hevur 07 Vestur bara fingið eitt stig. Eftir 3-0 ósigurin á heimavølli fyri suðringum, eru vágamenn púra einsamallir í botni­ num, men venjarin, Pauli Poulsen, situr tryggur í sessinum. -Tað hevur ikki verið upp á tal at skifta venjaran. Vit hava fokus á øðrum tingum her í felag­num. Alt tað grundleggjandi í felag­num er í ordan. Tá hugsi eg um ung­dóms­ arbeiðið og tað fíggjarliga. Vit hava verið óhepnir við besta liðnum, men í løtuni halda vit fast, sigur Jim Sonni Guttensen, formaður í 07 Vestur. Hann leggur dent á, at felagið í síni stóru heild er væl rikið. At tað legst afturat við ungum spælarum, men at stór útskifting á besta lið­ num hevur gjørt uppgávuna tor­ føra. -Samanlagt hava vit mist 67 pro­ sent av spælitíðini frá í fjør. Móti Víkingi er miðalaldurin á liðnum 19,5 ár. Okkara toppskjútti sat á bonki­ num hjá B36 í fjør, so tað sigur eitt sindur um støðuna hjá okk­um í løtuni, sigur formaðurin í 07 Vestur. Hann ásannar, at tilgongdin ikki hevur hepnast heilt so væl, sum tey í felagnum høvdu vónað. Hartil verður liðið revsað fyri síni mistøk. -Ætlanin var, at útlendsku spælar­arnir, og spælarar sum Jón Krosslá Poulsen, skuldu lyfta teir yngru, men tað hevur ikki eydnast heilt enn, men tað tekur tíð at byggja eitt nýtt lið. Vit byggja frá grund­ini og venjarin hevur fingið boð um, at leggja teimum ungu lag á, men í løtuni verða vit revsaðir fyri øll tey persónligu mistøkini vit gera, sigur Jim Sonni Guttesen og leggur afturat: -Eg eri púra róligur um støðuna í felagnum. Nú vóni eg, at fólk velja at stuðla felagnum og halda fast. Tað setur stór krøv til eitt felag, at hava so nógvar limir og spæla í bestu deildini. Kanska vit mangla onkr­ar postar, fyri at felagið verður rikið á best møguligan hátt, men vit eru á veg. Vit hava havt niðurtúr alt árið, so nú kanska upptúrurin kemur, sigur Jim Sonni Guttesen. B36 – Víkingur Mánadagin klokkan 15.00 DÓMARI: EILER RASMUSSEN Stóri dysturin í hesum umfarinum er millum FM vinnararnar seinastu fýra árini, B36 og Víking. Serliga heima­liðið er í eini góðari gongd í løtu­ni, og hevur vunnið átta dystir upp í slag. Seks av teimum hava ver­ið í landskappingini. Seinasta tapið var í Gøtu fyri júst Víkingi. Eftir tann dystin lá B36 á sjeynda plássi, men er í dag at finna á øðrum plássi, og er í hálv­ finaluni í kappingini um Løg­mans­ steypið. Heimamenninir hava ávísar trupulleikar við skaðum, har Ró­aldur Jakobsen, Christian R. Mourit­sen og Høgni Eysturoy fram­vegis sita uttanfyri saman við Jónasi Tór Næs. Hinvegin, so eru spælar­ar sum Hannes Agnarsson, Bjarni Petersen og Eli F. Nielsen eru aftur á vøllinum. Stóra ivamálið til dystin mána­ dagin er Alex Mellemgaard, sum í løtuni er raktur av sjúku. Tað er møgu­ ligt, at hann ikki sleppur at spæla. Úr Gøtu er ónøgdin stór við tapið fyri HB. Serliga er ein støða, har sjónbandamyndirnar hjá Kring­varpinum greitt vísa, at tað er brots­spark til Víking, heldur enn frí­spark á brotsteigarmarkinum. Ein av betri spælarunum hjá Víkingi hetta kappingarárið hevur verið Heðin Hansen, sum eitt skifti í fjør spældi HB. Hann kom á ársins lið higartil hjá ÍtróttarSosialinum, eftir níggju tey fyrstu umførini. Hann skoraði í dystinum móti HB, men fekk eisini sítt fjórða gula kort í ár. Tí er hann leikbannaður til dystin mánadagin. Í løtuni koppa tey lítlu tingini til fyri­muns fyri B36, meðan Víkingur ikki hevur marginalarnar á síni síðu. Tí er ein smalur heimsigur ein gott boð. SOSIALURIN TIPPAR: 2-1 07 Vestur – NSÍ Mánadagin klokkan 15.00 DÓMARI: PETUR REINERT Tað er við rygginum móti múrinum, at 07 Vestur tekur móti NSÍ – sum eisini er passaliga kroyst. Í vikuni er Harry Knudsen settur sum hjálpar­ venjari. Sum skilst, so er hetta mest av praktiskum orsøkum, men tað er skjótt at halda, at alt ikki er gull og glitrandi vegir við Løkin í løtuni. Runavíkingar eru uttan Klæ­ mint A. Olsen og Bárð J. Hansen, sum báðir verða roknaðir sum lykla­spælarar. Á Dungasandi er Ndende fram­ vegis skaddur, men tað kemur illa við, at Martin Tausen helst eisini situr uttanfyri. Tað gongur illa við verjuspælinum í løtuni. Liðið hevur latið 27 mál inn, sum er tíggju fleiri enn AB, sum hevur latið næst flest mál ígjøgnum. SOSIALURIN TIPPAR: 1-4 Skála – Suðringar Mánadagin klokkan 15.00 DÓMARI: KÁRI Á HØVDANUM Á Skála skulu tey reisa seg, eftir tveir ósigrar í Gundadali móti B36. Fyrst 2-0 í Løgmanssteypinum og síðani 5-1 í landskappingini. Hóast fleiri av spælarunum eru eymir, eftir tveir harðar dystir, so liggur ongin eftirlá hjá skálamonnum frá teimum dystunum. Suðringar hava havt eina góða viku, eftir at teir vunnu 3-0 á 07 Vestur og vunnu á Víkingi í steypakappingini. Fyri suðringar situr Dánjal Gotdfred uttanfyri, eftir at hann fekk sítt fjórða gula kort í hesum kappingarárinum á Dungasandi. Hesin dysturin líkist einum javnleiki. SOSIALURIN TIPPAR 1-1 Jim Sonni Guttesen sigur, at tað hevur ikki verið upp á tal at koyra venjaran, hóast 07 Vestur bara hevur eitt stig, eftir tíggju umfør Ikki við: Hørður Tórsson (økslin, 2 vikur), Absalon Eliasen (knæið, óvist) Ivasamur: Filip í Liða (baklærið) Ikki við: Róaldur Jakobsen (fótlið, langtíðarskaddur), Jónas Tór Næs (nakki, langtíðarskaddur), Christian R. Mouritsen (fótlið, 2-3 vikur) Ivasamur: Alex Mellemgaard (sjúkur) Ikki við: Oddur Á. Højgaard (leikbann - 4 gul) Ikki við: Sebastian Pingel (knæið, óvist), Teit Jacobsen (skurðviðgjørdur, spælir ikki aftur í ár) Við aftur: Símun Samuelsen (leikbann) Ikki við: Hákun Edmundsson (lærkrikin), Kristoffur Jakobsen (vøddaskaði) Ivasamur: Ólavur Niclasen LIÐ TÍÐINDI B36 KÍ HB AB EB/STREYMUR Upptakt 11. umfar: 07 VESTUR GEVUR PAULA EINA ÁLITISVÁTTAN