hósdagur 17. mai 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MAI 2018
SOSIALURIN 56
21
tí latínska alfabetinum og
fremmandamálum sum vit læra,
og tað eru nóg góðar grundir til at
stavirnir c, q, w. x. og z skulu vera
við í alfabetinum. Bæði alfabetið
og málið skulu vera inkluderandi
– fevnandi (sí Fylgiskjal 3).
Bergur Jacobsen, fyrrverandi
presturin, blaðstjóri og lands
stýrismaður skrivar undir yvir
skriftin “Móðurmálskomplex!
Móðurmálsmafia?” eina ‘bloggur’/
grein í norðlýsid.fo, 15.02.2018, har
hann harðliga átalar tey betrivit
andi málfólkini sum onkusvegna
terrorisera vanliga føroyingin,
so hon/hann nóg illa tora at lata
munnin upp, tá fólk eru hjástødd,
tíansheldur at skriva eina við
merking.
Tí sjálvandi duga hesi fólk
føroyskt, um tey eru uppvaksin
í Føroyum. Øll vanlig vitandi
menniskju duga sítt móðurmál,
skrivar hann. Og hann endar
við: “Summi duga at skriva,
onnur duga at stava, bara tey fáu
duga bæði! Og umframt at vera
mállæra og rættstaving, so er
móðurmálið eisini tónleikur, og
kanska framum alt tónleikur!”
(sí Fylgiskjal 4).
Tað sum Bergur Jacobsen
umrøður her, er avleiðing av tí
oman fyri nevndu málreinsing
og skerjing av alfabetinum, ið
fremmandager málið. Málrøkt
í okkara tíð er ikki málreinsing,
men at lata grógva og trívast og
hjúkla um – og vegleiða tá tørvur
er. Við eini hóvliga inkluderandi
tilgong til málið fáa vit fólkið at
føla seg heima í málinum, soleiðis
at øll kunnu taka undir við kenda
slagorðinum hjá Málráðnum: “Øll
eiga málið”.
4. Móðurmálsorðabókin
frá 1998 knæsetti
tað latínska alfabetið
sum stavrað
Stóra tvey binds “FØROYSK
ORÐABÓK” (Móðurmálsorða
bókin, MMO) frá 1998, við Jóhan
Hendrik Winther Poulsen,
professara, sum formanni
í ritstjórnini, knæsetti tað
latínska alfabetið sum stavrað
við øllum okkara 34 stavum
sum bókstavaindeks. Hetta
óskerda stavraðið (móðurmáls
alfabetið) skuldi tryggja, at
móðurmálsorðabókin kundi rúma
tí føroyska talu- og skriftmálinum
í øllum sínum veldi, sum í dag
verður myndað av arvorðum,
tøkuorðum og fremmandaorðum.
J.H.W. Poulsen, professari er her
meiri á linju við støðuna hjá Chr.
Matras, professara viðvíkjandi
raðfesting av móðurmálinum,
enn hann var, tá hann tosaði við
Ullu Clausén í 1977 (sí undir pkt.3).
Meirilutin í fráfarna Málráði
tók tó ikki undir við hesi hjá
J.H.W. Poulsen, professara fram
skygdu ætlan frá 1998, men viðtók
– sum áður nevnt - ístaðin ein
síðugt í november 2013 at skerja
móðurmálsstavraðið, brúkt
sum bókstavaindeks í MMO,
við bókstavunum c, q, w, x, z.
Hetta bleiv gjørt, hóast ein samd
Løgtingsins Mentanarnevnd,
samd Málnevnd við Jógvan
í Lon Jacobsen, professara,
sum formanni, og minnilutin
í Málráðnum øll mæltu til at
góðtaka tað latínska alfabetið,
móðurmálsalfabetið,
sum
føroyskt stavrað (sí Fylgiskjal 7).
Jeffrei Henriksen, “The grand
old man” í føroyskum, skrivaði í
eini grein í Sosialinum 19.08.2009,
“at tað mundi vera longst sum
best, at børnini alt fyri eitt læra
eitt føroyskt-vesturlendskt stavr
að”, t.v.s. móðurmálsalfabetið við
teimum 34 stavunum (sí Fylgiskjal
5).
5. Stavraðið er eitt
pedagogiskt og praktiskt
amboð – ikki ideologiskt
Vanliga verður roknað við 26 basis
bókstavum í tí latínska alfabeti
num, nevniliga: a, b, c, d, e, f, g, h, i,
j, k, l, m, n, o, p, q, r, s, t, u, v, w, x, y,
z, svarandi til tað enska alfabetið.
Hesir 26 basisstavir ganga aftur í
móðurmálsalfabetinum hjá okk
um og í alfabetunum hjá fleiri
av teimum málum, sum vit læra
innan skúlagátt, og tað er ein
styrki. Vit møta teimum í vinnu
lívinum, mentanarhøpi v.m. Eitt
nú: Danskt, norskt (nynorskt og
bokmål), svenskt, enskt, týskt,
spanskt og franskt. Íslendskt
fellur uttanfyri við bert 22
basisstavum, ikki (c, q, w, z). Tey
ymisku málini hava so teirra
serstavir aftrat, eins og vit hava
okkara átta serstavir.
Svenska Málráðið valdi 3. mars
2005 at leingja teirra alfabet
við ‘w’, grundað økta brúki av
lániorðum og www (World Wide
Web), og av psykologiskum
grundum. Svenskt hevur sostatt
nú allar 26 basisstavirnar við í
teirra alfabeti, umframt tríggjar
serstavir, íalt 29 stavir.
Sambært Jógvan í Lon Jacob
sen, professara í føroyskum máli,
er alfabetið ella stavraðið ikki ein
málfrøðiligur spurningur, men
talan er um eitt pedagogiskt og
praktiskt amboð í tí dagliga, har
hugsað verður um nyttuvirðið
heldur enn um ideologiskar sann
føringar. Professarin mælir til fult
stavrað við 34 stavum og eina
inkluderandi tilgongd til málið.
Tilgongdin hjá Jonhard
Mikkelsen, ið var talsmaður hjá
meirilutanum í fráfarna Málráðið,
sum skerdi føroyska stavraðið
við c, q, w, x og z, er í andsøgn
við fatanina hjá Jógvan í Lon
Jacobsen, professara. Í greinini
“Eitt sjaldan skitið bragd” (sí
Fylgiskjal 6), skrivar Jonhard
Mikkelsen m.a., at “Føroyska
stavraðið er bara eitt málfrøðiligt
mál. Tað er leyst av politikki
og hugburði hjá fólki”. Hetta er
beinleiðis í stríð við ætlanina
hjá Mentanarnevndini hjá Løg
tinginum, sum í sínari tíð legði
lunnar undir Málráðið (sí Fylgi
skjal 6 og 7).
6. 70% av føroyingum
taka undir við tí
latínska alfabetinum
sum føroyskt stavrað
Í 2014 vístu tvær kanningar, ein
hjá Lóður og ein hjá Fróðskapar
setrium, at 70% av føroyingum
taka undir við tí latínska alfa
betinum sum føroyskt stavrað,
og at føroyingar sum heild vóru
ímóti at skerja alfabetið í Móður
málsorðabókini.
Flest allir okkara grannar og
enskt brúka tað ‘latínska alfa
betið’, og føroyskt mál er í dag
meira enn arvorðini. Yvir 7.000
føroyingar bera nøvn við onkr
um av nevndu stavum í, og tað
følist fremmandagerandi ikki at
kunna stava sítt føroyska navn
á føroyskum. Føroyska telefon
bókin er eisini indekserað við hes
um stavunum, annað hevði ikki
borið til, tí mong eftirnøvn byrja
við teimum eins og í mongum
talgildum ella digitaliseraðum
útgávum.
Við einum skerdum stavraði
uttan stavirnar c, q, w, x, z er før
oyskt ikki nøktandi sum nútíðar
samskiftismiðil, tí hesir stavir
hava verið í føroyskum síðan mið
øld, og eru framhaldandi fastur
táttur í okkara dagliga samskifti
á okkara samansetta móðurmáli.
Tað má tí roknast sum eitt handi
cap fyri børnini, at vit læra tey eitt
fyri móðurmálið skert alfabet,
fyri ikki at talu um tey sum koma
uttanífrá og ynskja at læra seg
føroyskt mál.
Allir næmingar í dag brúka
teldu, og tað er bæði sjálvsagt
og viðkomandi, at teir frá fyrsta
degi skulu læra allar latínsku
bókstavirnar á tastaturinum
og raðfylgjuna í tí latínska
alfabetinum, eins og vit læra
talrekkjuna. Hetta gevur vissu,
trygd, skjótleika og samleika.
7. Inkluderandi tilgongdin
framtíðartryggjar
tað føroyska málið
Føroyingar havi síðan miðøld
verið tvímæltir, og kanningar
vísa at tvímælt fáa eitt meiri
fjøltáttað málbrúk og klára seg
væl. Men havast má í huga, at
málið umframt at vera okkara
samskiftismiðil eisini er okkara
mentanar- og samleikaeyðkenni,
og skal varðveitast og mennast
við atliti til hesar eginleikar, tó
uttan at tað gongur út yvir tað
funktionalistiska í málinum.
Hinvegin er tað óheppið at
isolera tað føroyska málið. Mál
felagið metir, at vit í hesum
globaliseringstíðum heldur eiga
at brúka tað útlendska árinið á
málið positivt inkluderandi.
Til hetta krevst eitt inkluder
andi stavrað, við teimum bókstav
um sum eru í brúki í málinum,
og sum eru at rokna sum eitt
pedagogiskt og praktiskt amboð
í tí dagliga, nevniliga móðurmáls
alfabetið. Vit hesum kunnu vit
varðveita og tryggja eitt sterkt
grundarlag fyri móðurmálinum
í gerandisdegnum hjá “globala
føroyinginum”. Á henda hátt
megna vit at seta orð á tað, sum
vit vilja bera fram og eisini at
kunna stava til ikki bert arvorð,
men eisini innlænt orð, fakorð
og fremmandaorð, harav mong
longu hava sítt natúrliga pláss
í tí føroyska málinum. Og ikki
minst, føroyingurin sleppur at
stava til sítt aldargamla navn á
føroyskum.
-------------------
Tilmælið hjá Málfelagnum
til Málráðið
Á heysti 2015 gav Málfelagið
út Móðursmálsalfabet við
øllum 34 bókstavunum í. Óli P.
teknaði, og lýsir tilknýtið hjá
teimum einstøku bókstavunum
til tað føroyska umhvørvið og
dagligdagin við viðkomandi
tekningum og hugtøkum.
Móðurmálsalfabetið í A4 stødd
bleiv sent til øll húskir í Føroyum
og hetta alfabetið ella stavraðið
fæst til keyps í bókhandlum í A4
stødd og plakatstødd. Á baksíðuni
á Móðurmálsalfabetinum stend
ur stutt frágreiðing um hví Mál
felagið metir, at vit øll eiga at læra
okkum Móðurmálsalfabetið (sí
Fylgiskjal 8).
Málfelagið vil við hesum skrivi
heita á Málráðið um at viður
kenna tað latínska alfabetið
niðanfyri sum føroyskt stavrað, í
samsvari við bókstava-indeksið í
Móðurmálsorðabókini og fólksins
ynski, og viðurkenna tað sum
almenna alfabetið í Føroyum.
Aa Áá Bb Cc Dd Ðð Ee Ff Gg
Hh Ii Íí Jj Kk Ll Mm Nn Oo Óó Pp
Qq Rr Ss Tt Uu Úú Vv Ww Xx Yy
Ýý Zz Ææ Øø
Tórshavn, 26.03.2018
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Regin Eikhólm
Málfelagið – móðurmálinum at frama