Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mai 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. MAI 2018 SOSIALURIN 56 20 TÍÐARGREIN Áheitan til Málráðið um at viðurkenna tað latínska alfa­betið, móður­máls­ alfa­betið, sum føroyskt stavrað í samsvari við bók­stava-indeksið í Móður­málsorðabókini: a, á, b, c, d, ð, e, f, g, h, i, í, j, k, l, m, n, o, ó, p, q, r, s, t, u, ú, v, w, x, y, ý, z, æ, ø. Tá vit í 2013 fingu okkara fyrsta Mál­ráð, vísti tað seg skjótt, at har var ein meiriluti og ein minniluti, ið ikki megnaðu at samstarva. Spurn­ingurin um stavraðið bleiv tí uttan debatt einsæris avgjørdur av meirilutanum við at skerja tað latínska alfabetið við teimum fimm stavunum c, q, w, x, z. Minnilutin harafturímóti mælti til fult latínskt alfabet (sí Fylgi­skjal 1), sum føroyskt stavrað og sum 70% av føroyingum taka undir við sambært eini kanning hjá Lóður og eini kanning hjá Fróskapar­setrinum í 2014. Málfelagið metir, at tað eru fleiri sjónarmið og fatanir ið stuðla undir tilmælið hjá Minnilutanum í Mál­ráðnum at brúka tað latínska alfa­betið, móðurmálsalfabetið, sum føroyskt stavrað. Málfelagið hevur lýst hesi sjónarmið og fatan­ir í hesum skrivi. 1. Útkoyrdu stavirnir c, q, w, x, z eru at finna í okkara gomlu før­ oysk­um skriftum Teir útkoyrdu stavirnir c, q, w, x, z eru, sambært Sólfinni Hansen, mál­frøðingi og limi í Málráðnum, at finna í okkara elstu skriftligu keld­um. Elsta rættarkelda føroyinga, Seyða­ brævið frá 1298, er skrivað í Føroyum og hevur bæði c, w, z við. Longu í Seyðabrævinum sæst, at fornføroyskt skilir seg nakað frá norrønum við serføroyskum orðing­um. Seyðabrævið hevur verið til skjals í Føroyum síðani 1990, tá vit eftir umbøn fingu tað heim frá Stockholm í Svøríki, men eitt kopi er eftir á uni­versitets­ biblio­tekinum í Lund. Í teimum seks Húsa­víkar­brøv­ un­um, skrivað í 1403-1405 og sum í 1407 í Tórshavn blivu samlað í eitt transskriftarbræv, finna vit q. Transskriftarbrævið er til skjals á Det Arnamagnæanske Institut við Københavns Universitet. V. U. Hammershaimb hevði sjálvur x við í sínari stavseting. Nólsoyar Páll yrkti ‘Jákup á Møn’ (uml. 1800), og ør. 5 ljóðar: “Tá ið hann var á tólvta ári, / var hann slepp­ingur góður, / kundi at remsa upp ABC / og sýndist at bregða til móð­ur.” 2. V.U. Hammershaimb vildi rótfesta talumálið/móðurmálið í skriftmálinum Í 1846 valdu V.U. Hammershaimb (1819-1909) et al., at innlænt ís­ lendsk ortografi skuldi geva móður­málinum eitt skriftmál við berandi veingjabreiði. Hetta eydnaðist í ávísan mun, men inn­ lænta ortografiin saman við ein­ um ‘skerdum íslendskum alfabeti’ bleiv tó bert lutvíst tillagað før­ oyska talumálinum. Tað føroyska talumálið hevði líka síðan Seyðabrævið frá 1298 munn­borið ment seg í eini 4-500 ár frá tí gamla vesturnorrøna málinum til eitt meiri nútímans saman­sett skandinaviskt / ger­ manskt mál við mongum inn­ læntum orðum og hugtøkum bæði frá latíni og griskum um­ framt frá øðrum málum. Tað var hetta serstaka og samansetta før­oyska móðurmálið, ið V.U. Hammershaimb ynskti skuldi fáa eitt skriftmál við hjálp frá tí inn­læntu ortografiini. Í 1891 gav Føringafelagið út bók­ lingin ‘Førisk A B C og lesinga­bók’, og hendan hevur á s. 5 tað fulla føroyska alfabetið við bæði c, q, w, x og z (sí Fylgiskjal 2). Sambært FØRINGATÍÐINDI bleiv bókin væl móttikin og fólk vónaðu skjótt at fáa eina lítla lesingabók aftrat. Í 1896 kom ‘Broyting’ við nøkr­um føroyskum tillagingum til innlæntu ortografiina, og sum sjeymannanevndin hevði av­gjørt skuldi koma í gildi við árs­byrjan 1897. Við Broyting vildi skrift­málið betur kunna endur­ geva móður­málið. Í sjey­manna­ nevnd­ini fyri Broyting sótu bæði V.U. Hammershaimb og doktor Jakob­sen umframt fimm aðrir málkønir. Ideologiskt hóvaði Broyting ikki teimum, sum við Jóannes Paturs­son á odda heldur vildu hava føroyskt aftur til fordums íslendsku vesturnorrønu røturnar, og við eini meiri ekskluderandi puristiskari tilgongd til málið. Hesin tvídráttur førdi til at Broyt­ing datt niðurfyri tá. Broyting er tó ikki heilt farið í gloymskuna, tí hundrað ár seinni sæst Broyting aftur í málgrein hjá Eivind Weyhe (Sosialurin 18.04.96). Tað er ongin sum rættiliga veit nær, hví og hvussu stavraðið í “Førisk A B C og lesibók” er vorðið skert, men okkara samansetta skandi­naviska / germanska mál við innlæntum orðum og hug­ tøk­um fornoktar seg ikki, og tí hava vit í praksis brúkt latínska alfa­betið, eins og hesi lond. Bygt á hetta tilknýti, metir Málfelagið ikki, at tað er hóskandi og ei heldur nøktandi, at vísa til eitt fordums ‘skert íslendskt stavrað’ frá V.U. Hammers­haimbsa tíð, ið fylgdi við tí innlæntu íslendsku ortografiini í 1846 - men hetta var tað sum meiri­lut­in í fráfarna Málráðið gjørdi, tá tey einsíðugt alment skerdu Móður­ málsalfabetið við c, q, w, x og z. Tað er ongin loyna, at samskifti við íslendingar í dag mest fer fram á enskum, meðan vit væl skilja danskt, norskt og svenskt, tí tað er serliga haðani, vit í øldir hava ment móðurmálið. Felagsskapurin við íslendskt er serliga innlænta orto­grafiin og ikki so nógv málið sum so. 3. Navnframir máldebattørar og onnur ávara móti málreinsing Tríggir markantir persónar í mál­ stríðnum Rikard long, Heðin Brú og André Niclasen og fleiri við teimum, mótmæltu óhepnu av­ leiðingunum av málreinsing. Rikard Long (1889-1977), yrkari og málfrøðingur, var á puristiska vongi­num sum yngri, men broytti tó seinni fatan, tí hann metti tað skaði­ligt at lúka fremmandorð úr máli­num, tí tað køvdi natúrligt talu­mál og fremmandagjørdi mál­ið, og hann tók til orða móti hesari reinsingaralduni (sí “Kveikt og kannað” s. 177-234). Rithøvundurin Heðin Brú (Hans Jacob Jacobsen 1901-87)) átalar eisini tað puristisku fram­ ferð­ina. Í brævi til Chr. Matras dag­fest Havn , 16/11-50, skrivar hann m.a. “Kæri Krisjan. Nú siti eg her og havi eina friðaliga løtu ..”. “Eg havi hugsað nógv um títt síðsta bræv til mín og havi nú tikið avgjørda støðu til hetta, tú segði um danismur. Tú mistekur teg. Nógv av tí tú rópar danismur er fullgott føroyskt, ..”. “Minst til, at Føroyar eru ikki avstongdar longur. Tað hægsta vit fáa før­ oy­ingar til í máli í dag er at nýta ‘sítt egna mál’. Eg vildi ynskt at tú fatar meg her. Vit fáa aldri eitt páfunnið mál inn í Føroyum. Og hví koma við einum páfunnum føroyskum? Vit hava esperanto.” Soleiðis skrivar Heðin Brú til javnaldurin og vinmannin, Christian Matras (1900-88) við tí griska/latínska fornavninum (Christos gr./Christianus lat.) og tí franska eftirnavninum Matras. Tvey ár seinni í 1952 gjørdist Chr. Matras professari í føroyskum við Køben­havns Universitet, og í 1965 á Fróðskaparsetrinum. Men Chr. Matras má kortini hava lurtað eftir vin­manninum, tí í hansara vøkru yrking­um og góðu umsetingum, eitt nú í bókini “Barba og harra Pál” (umsett eftir Jørgen Franz Jacob­sen: Barbara) vísir hann, hvussu smidligt móðurmálið kann vera tá tað er best. Men teir lærdu á Fróð­skapar­ setri­num drógu ikki altíð eina línu. Í síni doktararitgerð, Nyord i Færøskan frá 1978, skrivar Ulla Clau­sén, málgranskari frá Lund, Svø­ríki, síðu 49, at J.H.W. Poulsen tann 11.02.1977 (tá umboðandi tað purist­isku linjuna) í eini samrøðu við hana segði, “at málið sum før­ oy­ingar brúka í dagligari talu sam­bært puristisku linjuna ikki kundi rokn­ast sum føroyskt” (umsett úr svensk­um). Tríggjar dagar seinni tann 14.02.1977 hevði Ulla Clausén sam­ røðu við Chr. Matras, men hann meinti harafturímóti, “at føroyskt sjálv­andi skuldi definerast sum tað mál, ið verður tosað í Føroyum” (um­sett úr svenskum). Málfrøðingurin André Niclasen (1938-2013) finst eisini harðliga at tí ideologiskt grundaðu puristisku fram­ferðini, sum hann meinar er alt ov víðgongd í síni málreinsing og útihýsan av vælintegreraðum van­ligum móðurmálsorðum og fak­orðum. Hann stovnaði í 2001 saman við øðrum ‘Málfelagið - móður­ málinum at frama’ og í 2007 útgav André Niclasen bókina ‘FØROYA MÁL Á MANNA MUNNI – móður­ málið og málrøkt’. Bókin er eitt gevandi ískoyti til debattina um móðurmálið og hevur ørgrynni av væl undir­bygd­ um dømum um hvussu ein óhepp­ in málreinsing kann geva okkum eitt fremmandagjørt og nærmast syntetiskt mál. Hann vísir tó eisini á, hvussu vit sleppa undan, so málið framhaldandi verður við­ kom­andi og fær eitt samanspæl av nuansum, millumtónum og litblandingum. André mælir til eina meiri hóvsama inkluderandi til­gongd til málið, og hetta er í stóran mun sami leistur sum V.U. Hammershaimb arbeiddi við, nevni­lig móðurmálinum. Kári M. Mortensen, studenta­ skúla­lærari og orkuráðgevi, skriv­ ar í Sosialinum 17.02.2017 undir yvir­skriftini “Mín meining um alfa­betið” eina grein, har hann m.a. sigur, at alfabetið er eitt praktiskt amboð við øllum teim­ um bókstavum, sum eru neyðugir fyri at skriva føroyskt og øll hini mál­ini, sum vit dagliga eru í kon­ takt við. Sum lærari í matematik, kemi og bio­kemi og sum orkuráðgevi brúki eg c, q, w. x. og z í dagligdegnum. T.d. cm(centimetrar), x-ás, ⁰c (grad­ ir Celcius), Zn (Zink), C-vitamin og kW (kilo Watt). Q er kanska tann minst nýtti av hes­um bókstavunum, men er við í Áheitan til Málráðið um at viðurkenna tað latínska alfabetið, móðurmálsalfabetið, sum føroyskt stavrað í samsvari við bókstava-indeksið í Móðurmálsorðabókini Tíðargrein