hósdagur 17. mai 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MAI 2018
SOSIALURIN 56
19
55 sekkir av óruddi
í óspiltum haga
Størsta ruddingarátakið í Føroyum
higartil var í mai í fjør, tá 45 sjálvboðin
ruddaðu í Botni í Trongisvági.
DANJAL AV RANA
S
tørsta ruddingarátakið
higartil var, tá Ringrás
saman við áhugabólkinum
Rudda Trongisvágsbotn,
ítróttarháskúlanum í Suðuroy,
Tvøroyrar kommunu, MRCC, IRF
og onnur í mai í fjør fóru undir at
rudda Trongisvágsbotn ella bara
Botn, millum tey har suðuri. Fá fólk
vita um hendan botnin, tó at hann
ikki er langt av alfararvegi. Hann
liggur vestantil á Suðuroynni,
einans nakrar hundrað metrar
frá tunnilsmunnanum á Hvalbiar
tunlinum, Trongisvágsmegin.
Tó at tey kunnu teljast á fáum
hondum, tey, ið javnan vitjað har,
so er dálkingin sera stór. Botnur
er rekastað, og óruddið kemur frá
havinum og rekur á land í Botni.
Tað sóu tey eisini, sum ruddaðu í
Botni hendan dagin, har rakst alt
frá fiskakassum til kúlubobbins,
trolrestir og enntá ein aliringur.
Í mai í fjør skipaði Ringrás saman
við øðrum fyri ruddingartiltakið
har vesturi. 45 fólk tóku lut í
uppruddingini og ruddaðu tey upp
í 55 stórar sekkir, sum tyrlan seinni
beindi burtur.
Tað er bratt at ganga úr Botni og
upp á landsvegin og tí varð avtalað
við Atlantsflog, at tyrlan skuldi
koma eftir óruddinum, sum tey
sjálvbodnu høvdu savnað saman.
Vit mugu seta
forbrúkið niður
Um vit veruliga skulu
megna at minka um ruskið,
mugu vit finna fleiri
loysnir. Týdningarmesta
er kanska at brúka minni,
sigur Sirið Stenberg.
DANJAL AV RANA
S
irið Stenberg, landsstýris
kvinna í umhvørvismálum
sigur, at vit mugu arbeiða
á fleiri økjum samstundis,
um vit skulu megna at fáa bilbukt
við ruskinum, sum sløðist í Før
oyum. Ruddingardagar er eitt,
men fyrst og fremst krevst ein
hugburðsbroyting, heldur hon.
- Eg haldi, at tað besta vit
kunnu gera, er at seta okkum fyri
at keypa minni, at brúka minni
og tí eisini at tveita minni burt
ur. Nógva ruskið sum vit síggja
í dag er eitt beinleiðis úrslit av
nógva forbrúkinum, sigur lands
stýriskvinnan.
Sirið Stenberg nýtir sam
stundis høvi at rósa IRF fyri at
ganga undan og royna at geva
fleiri møguleikar fyri at skilja
rusk.
- IRF sigur, at vit endurnýta
20 prosent av ruskinum, men
málið er, at vit skulu koma upp
á 40 prosent. Hetta verður gjørt
við at endurnýta meiri pappír
og papp enn áður og við at skilja
burturkasti betri.
Hon peikar á, at í nøkrum
førum er tað ein umvendur um
hvørvisspurningur sum má set
ast: Loysir tað seg at føra hetta
ruskið til eitt annað land fyri at
endurnýta tað, ella verður útlátið
av ferðini størri enn sparingin?
- Í nøkrum førum eru vit í
tí støðu í dag, at tað loysir seg
ikki umhvørvisvinarliga at flyta
millum annað glas til Danmark
ar. Sum er stórt spell, tí talan er
í nógvum førum um eina reina
vøru, um reint glas. Men vit
arbeiða saman við øðrum komm
unum í Norðurlondum um at
finna aðrar nýtslumøguleikar,
sigur hon og nevnir millum annað
møguleikan, at nýta glas í asfalti.
- Tað verður gjørt aðrastaðni
og tey siga, at tað riggar væl, sigur
Sirið Stenberg.
Umhugsa at seta avgjald
á plastikkposar
Seinastu tíðina hevur eisini nógv
ur dentur verið lagdur á trupul
leikan við plastikki í føroysku
nátturuni, millum annað mongu
innkeypsposarnar. Í øðrum
londum hava tey, í øðrum bara
umhugsa, at seta eitt avgjald á
plastikkposar, men hildið verður,
at eitt slíkt avgjald fer at raka
sosialt skeivt.
- Eitt slíkt uppskot hevur
eisini verið til viðgerðar á sam
gongufundi, men hesum er ikki
undirtøka fyri í løtuni. Vit fara tó
nú undir at leggja eina plastikk
strategi fyri Føroyar, so vit vita,
hvat vit ynskja og ætla. Tørvurin
á at nýta plastikk verður verandi
nøkur ár, men vit mugu finna út
av, hvussu vit betur burturbeina
tað á bestan hátt. Plastikk í sær
sjálvum er ikki ein trupulleiki, so
leingi tað verður koyrt í skrell.
Herfyri luttók Sirið Stenberg
sjálv í ruddingardegnum í Vágs
kommunu, har tey ruddaðu
fjørina. Hon sigur, at tað undraði
hana at síggja, at tað var lítið
húsarhaldsburturkast, men nógv
vinnuligt burturkast, sum lá og
rakst í fjøruni.
- Tað vísir seg eisini, at nógv
av tí ruskinum, sum vit finna í
fjøruni, ikki kemur úr Føroyum.
Tað er avfall úr Evropa, sum
rekur higar við havstreyminum.
Tað hevði verið sera áhugavert
at kanna, um tað veruliga er
rusk frá meginlandinum, sum
dálkar oyggjar okkara, sigur Sirið
Stenberg.