hósdagur 17. mai 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MAI 2018
SOSIALURIN 56
18
RUDDA FØROYAR
15. septembur er ætlanin at fáa 2.500 føroyingar út at rudda land okkara. Føroyar
mugu taka ábyrgd av ruskinum í náttúruni, siga Sigrun Mohr og Elin Lindenskov.
DANJAL AV RANA
F
yri nøkrum árum síðani
blivu Føroyar í altjóða
miðlum lýstar sum órørd
ar, ótarnaðar og óspiltar,
eitt stað, sum enn var reint og
skært.
Kortini hava vit seinastu tíðina
ferð eftir ferð sæð dømi um, at
heilt so reinar eru Føroyar kanska
ikki. Myndir av ravnum, sum nýti
spreingitráðir at reiðrast við, heilir
aliringar, sum liggja í sløast í fjørð
uni, bilvrak sum rusta úti í hag
anum. Plastposar danda millum
steinarnar niðri við sjóvarmálan,
tjøldrini við fjøturi um beinini –
av plastikki.
- Nú er tíðin komin at rudda
Føroyar, siga Sigrun Mohr og Elin
Lindenskov, sum saman við FNU
og Ringrás hava tikið stig til at lut
taka í World Clean-Up Day í sept
embur. Føroyski parturin hevur
fingið heitið Rudda Føroyar.
Føroyingar mugu
eisini taka ábyrgd
- Eg las um tiltakið onkustaðni og
varnaðist, at á listanum yvir lut
takandi lond vantaði Føroyar. Eg
hugsaði, at tað bar ikki til, at vit
ikki vóru við, tá so nógv onnur av
heimsins londum vóru við. So eg
setti meg beinanvegin í samband
við Sigruna Mohr og spurdi, um
hon var áhugað í at gera okkurt
saman við mær, greiðir Elin Lind
enskov frá.
Vit sita í Heilsumálaráðnum,
har tær báðar, saman við Lindu
MacDonald, hava sett Sirið Sten
berg, landsstýriskvinnu í um
hvørvismálum, stevnu at greiða
frá tiltakinum.
Sirið Stenberg sigur, at hon
kennir væl til trupulleikan við
dálking í náttúruni.
- So seint sum mánadagin sóu
vit eitt dømi, tá vit koyrdu gjøgn
um Hvalbiartunnilin. Har, á ein
um víkiplássið, hevði onkur verið
og tømt skrelliposan, so har fleyt
í ruski, segði landsstýriskvinnan,
sum eisini luttók í ruddingar
degnum í Vágs kommunu, sum
var herfyri.
- Tá blivu vit ovfarin av at síggja,
at lítið av burturkastinum vit
funnu, var húsarhaldsburturkast,
men øgiliga nógv kom frá vinnuni,
segði Sirið Stenberg.
Tað kann tó vera ymiskt frá
staði til stað, tí fert tú oman í
Sandágerð sæst týðiliga, at eisini
nógv húsarhaldsburturkast endar
á sjónum.
2.500 fólk skulu rudda
150 lond fara at luttaka í World
Clean-Up day, ella alheims rudd
ingardegnum, í ár, sum verður 15.
septembur. Málið er at fáa fimm
prosent av heimsins íbúgvum út at
rudda hendan dagin. Í Føroyum vil
tað siga eini 2.500 fók.
- Endamálið við degnum er,
umframt at rudda eitt øki, at gera
fólk meiri tilvitað um, hvussu nógv
rusk vit skapa. Kanska kann tað
fáa fólk at gera meiri burtur úr
endurnýtslu ella at keypa minni,
sigur Sigrun Mohr.
- Eg haldi, at Føroyar eiga at
taka ábyrgd í tí ovurhondsstóru av
bjóðingini, sum vit hava við ruski
í náttúruni, sigur Elin Lindenskov.
- Tað er tíð upp á at seta Føroya
kortið á heimskortið, heldur Sigr
un Mohr.
Nú verður tíðin brúkt til at
kunna um tiltakið og royna at
fáa einkultpersónar, kommunur,
vinnu og feløg at taka ábyrgd eis
ini.
- Eitt slíkt átak er eitt stórt tiltak,
og tí tørvar okkum nógva og góða
hjálp, bæði til at fyrireika tiltakið
áðrenn og til at beina ruskið burtur
aftaná, siga tær báðar.
Skulu skráseta ruskið
Í løtuni verður arbeitt við at týða
ein app til føroyskt. Appin, sum
eitur World Cleanup er tøk á ensk
um, men í næsta mánaði verður
føroyska umsetingin liðug.
- Á appini kann ein skráseta, hvar
ein finnur rusk, hvussu nógv rusk
talan er um og hvat slag av ruski,
talan er um. Á hendan hátt fáa vit
skrásett, hvussu nógv rusk liggur
og flýtur í føroysku náttúruni,
greiðir Linda MacDonald frá. Hon
tekur sær av tøkniliga partinum
av tiltakinum. Umframt appina,
hevur tiltakið ein Facebook-vanga
og ein føroysk heimasíða er eisini
á veg.
- Tað sum er gott við hesi appini,
er at ein kann taka mynd av rusk
inum og á hendan hátt kunnu vit
skjalfesta, hvat slag av ruski tal
an er um. Tá kunnu vit siga, um
hetta er vinnuligt burturkast ella
húsarhaldsburturkast, og um tað
er føroyskt ella kanska útlendskt,
sigur Linda MacDonald.
Tær tríggjar, Linda, Sigrun og
Elin siga, at ætlanin er ikki at koma
við einum moralskum peikifingri
til fólk, men kunning fyri at broyta
teirra hugburð.
- Vit kunnu ikki tveita rusk út
í náttúruna í gerandisdegnum og
so fara at rudda ein dag um árið.
Varandi broyting kemur ikki, fyrr
enn vit megna at minka um ruskið,
sum hvør okkara framleiðir, sigur
Sigrun Mohr.
RUDDA ALLAN
HEIMIN – OG
FØROYAR