hósdagur 17. mai 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MAI 2018
SOSIALURIN 56
17
enn betri Føroyum, har “politiskt
korrekt” ikki verður nýtt sum
enn eitt ókvæmisorð fyri at
steðga framburði, javnrættindi
og javnstøðu. At vera “politiskt
korrekt” er ikki eitt ljótt orð, eins
og summi royna at gera tað til. Tað
snýr seg um at hugsa, siga og gera
tað rætta í mun til skeiva. Hvussu
kann tað gerast eitt fý orð uttan so,
at tú ikki ynskir at gera tað rætta?
5: Summi siga, at
politiska korrektheitin
ger okkum sart og at tað
at enda verður lóggivið
inn í tey allar minstu
tingini í samfelagnum,
meðan onnur halda, at
reglurnar innan hetta
ger samfelagið betri
fyri allar borgarar. Men
hvar gongur markið fyri
okkara persónliga frælsi?
Vit hava persónligt frælsi inntil
vit gera okkum inn á onnur. Tá
haldi eg, at lóggávuvaldið má og
skal traðka til og seta rammurnar
og verja okkum móti mismuni,
ágangi ella órættvísi. Tú gjørt
teg inn á onnur, um tey ikki fáa
somu atgongd til samfelagið ella
arbeiðsmarknaðin vegna t.d. kyn.
Tú gjørt teg inn á onnur um tú
særur, niðurger ella happar onnur
fyri frávik, sum tey ikki fáa broytt.
Slíkt má lóggevast fyri at forða
fólki, sum ikki duga at síggja ella
ikki leggja nakað í, at tey gera seg
inn síni medmenniskjum. Sostatt
er politiska korrektheitin lykilin
til at rúma okkum øllum í einum
framsóknum, modernaðum og
demokratiskum samfelaga.
6: Er javnstøða í Føroyum?
Vit hava munandi meira javnstøðu
í Føroyum í dag enn fyrr, men vit
eru langt frá komin á mál. Eitt
nú haldi eg, at javnstøðulógin
eigur at fevna um meira enn
bara mismun vegna kyn. Eg haldi
avgjørt, at javnstøðulógin skuldi
verið víðkað til at eisini virka fyri
javnstøðu og forða mismuni vegna
rasu, brek, kynsliga sannføring,
aldur, uppruna, trúgv, kynsligan
samleiki o.l. Tað gera líknandi
javnstøðulógir eisini í flestu øðrum
Norðurlondum. Lond, sum eg fegin
vil samanberast við og einki havi í
móti at líkast. Eisini Svørríki!
7: Hvat er javnstøða
fyri teg?
Fyri meg er javnstøða, tá øll
menniskju hava sama frælsi og
møguleika at menna seg sjálvan
og taka avgerðir í egnum lívi
uttan at teirra kyn, rasu, aldur,
kynsliga sannføring, uppruna,
brek, trúgv, kynsligan samleiki o.l.
skal avmarka ella forða hesum.
GVØÐNY MIRIAM GUNNARSSON,
FOTOGRAFUR OG EIGARI AV FYRITØKUNI
MIRIAM&JANUS
1.Hvat heldur tú um,
at tað ikki er loyvt at
søkja eftir kvinnu/
manni og hví?
Eg haldi, at persónliga frælsið
eigur at vera grundleggjandi
undir okkara samfelagi. Tað vil
siga, persónliga frælsið at velja
sjálvur og ræða sær sjálvum.
Eisini sum vinnurekandi. Um eg
havi eina verkætlan, ið eg arbeiði
við, so haldi eg at tað eigur bara
at vera eg, ið avgeri um tað er ein
maður ella kvinna, ið eg meti eru
best egnað til uppgávuna. Sum
oftast er tað ein kvinnulig modell
ella ein seymikona, ið eg havi brúk
fyri. Ofta eru tað intensar støður
og langir arbeiðsdagar, og tær
havi eg betri hug at brúka saman
við einari kvinnu, ikki einum
manni. Eg eigi at hava frælsið
at søkja eftir tí fólki, eg havi
brúk fyri og havi hug at arbeiða
saman við. Javnstøðulógin
verður søgd at tryggja persónlig
frælsi og rættindi, men uppá ein
máta er tað júst mótsatt. Hon
rænir okkara samfelag fyri alla
persónligheit, ymiskleika og
sjálvsavgerðarætt. Vit skulu øll
passa inn í nakrar kassar, sum
sjálvútnevnd »frælsisstríðsfólk«
hava smíða til okkum.
2.Nógv kjak hevur
seinastu tíðina verið
um, hvussu vit málbera
okkum skynsamt
og hvar markið skal
ganga fyri einstøkum
orðum. Heldur tú tað
skal vera í lagið at nýta
orð sum ”nekarakyss”
og líknandi og hví?
Eg minnist meg hava hoyrt fleiri
eldri fólk brúka orðið »nekari«,
men so hvørt sum fleiri myrk fólk
eru komin hendanveg, so hevur
orðið broytt týdning og hevur tað
í dag ein meira rasistiskan tóna.
Men hesi eldru, ið nýttu orðið,
gjørdu tað eftir bestu sannføring
og hevði tað slett onki við rasismu
at gera. Málið mennist og orð
broytast. Friður við tí. Men eingin
lóg skal avgerða um eg brúki
orðið »nekarakyss« ella um eg
velji heldur at siga »rómabolli«.
Og eg eri sera skeptisk yvirfyri
teimum, sum við politiskari
korrektheit royna at stýra hvussu
onnur tosa. Flestøll okkara duga
fólkaskikk. Vit hava empati og
vilja ikki stoyta onnur. Politisk
korrektheit vil gera sær dalt av
hesum natúrligu sosialu kenslum
fyri at fáa megi yvir fólki.
3.Eiga vit at bólka fólk
eftir førleikum ella eftir
til dømis kyni og hví?
Høvdu vit veruliga ein trupuleika,
at menn ella kvinnur gingu
arbeiðsleys grundað á sítt kyn, so
var hetta ein støða, ið man kundi
tikið upp og roynt at bøtt upp á.
Um eg fekk boðið eitt arbeiði, bara
tí eg var kvinna og tí kundi fáa
onkra kynskvotu at ganga upp,
ella tí tað hevði gott fyri »imageið«
hjá fyritøkuni, so hevði eg takka
nei. Eg vil virðismetast fyri mínar
førleikar og ikki fyri hvussu væl
eg passi inn í eitt ideologiskt
roknistykki. Samstundis so haldi
eg, tað er greitt, at ávísir førleikar
eru meira umboðaðir av øðrum
kyninum og ikki hinum (kropslig
styrki, til dømis, ella ávís sløg av
vakurleika). Summir eru bara
umboðaðir av øðrum (tað at bera
børn, t.d.). Tað haldi eg ikki nøkur
lóg eigur at noyða okkum at tiga
burtur ella lúgva um. Um tú sum
arbeiðsgevari metir annað kynið
egnað seg betri til tað, tú arbeiðir
við, so eigur tú at hava rættin at
siga tað.
4.Hvat hugsar tú, tá
tú hoyrir setningin
»politiskt korrektu
Føroyar«?
Eg hugsi um eina gongd skeiva
vegin, niður at bakka. Frá frælsi
og opnum samskifti til ótta,
skomm og internaliseraðan
sensur. Voltaire segði, at um tú
vilt vita hvør hevur megi yvir tær,
spyr so hvønn tú ikki sleppur at
kritisera. Og sum sagt, so snýr
politisk korrektheit seg um megi.
5.Summi siga, at
politiska korrektheitin
ger okkum sart og at tað
at enda verður lóggivið
inn í tey allar minstu
tingini í samfelagnum,
meðan onnur halda, at
reglurnar innan hetta
ger samfelagið betri
fyri allar borgarar. Men
hvar gongur markið fyri
okkara persónliga frælsi?
Talufrælsið endar har, tú gert teg
inn á ein annan. Har, tú hóttir ella
ærumeiðir. Vit hava lógir hesum
viðvíkjandi og okkum tørvast ikki
fleiri lógir. Meira tað almenna
blandar seg uppí viðurskifti hjá
fólki, verri verður samfelagið.
6.Er javnstøða í Føroyum?
Ja. Í Føroyum hava kvinnur júst
somu rættindi sum menn hava.
Kvinnur og menn hava júst somu
møguleikar tá ið tað t.d. snýr
seg um útbúgving. Faktist klára
gentur seg betri í skúlanum enn
dreingir. Kvinnur, sum gerast
við barn, hava sera góðar treytir
og tær hava framíhjárættindi
í nógvum førum tá ið tað snýr
seg um foreldrarætt. Kvinnur í
Føroyum klára seg væl (82% av
okkara kvinnum millum 15-74 ár
hava arbeiði, t.d., og tað er hægsta
talið í øllum Evropa) og tær hava
ikki brúk fyri sersømdum. Tað
vísa tær í verki! Tað nýtist ikki
at vera líka nógvar kvinnur sum
menn í øllum samanhangum, eitt
nú í arbeiðshøpi ella á tingi, fyri
at talan kann vera um javnstøðu.
Sleppa kvinnur og menn at gera
tað, tey hava evni og hug til at
gera, so hava vit javnstøðu.
7.Hvat er javnstøða
fyri teg?
Eg haldi tað er rættari at tosa um
javnrætt, heldur enn javnstøðu.
Fólk eru ymisk og tað eru kynini
bæði eisini. Eingin orsøk er at
halda, at alt skal vera býtt upp
javnt í tvey, 50/50. Um øll eru líka
fyri lógini og einstaklingar
hava frælsi at gera tað, teir
hava hug til, so er støðan
so góð, sum hon kann
vera - tí tá hava vit
javnrætt. Arbeiðs
marknaðurin
í
Norðurlondum er
sera kynsuppbýttur.
Sera fáir menn eru
sjúkrarøktarfrøðingar
ella námsfrøðingar,
meðan sera fáa
k v i n n u r
e r u
skiparar
ella
byggifrøðingar.
Tað er ikki tí, at
norðurlendingar
eru kúgaðir og
ófrælsir. Tvørtur
ímóti er tað tí, at norður
lendingar hava javnrætt
og kenna seg fríar at gera
júst tað, teir hava hug til.
Og tá koma munirnir fram
og fólk býta seg upp eftir
kyni. Tað er í ófrælsum lond
um, har fólk liva í relativ
um fátækradømi, at tað er
meira javnt millum kynini á
arbeiðsmarknaðinum. So eg
eri nógv meira áhugað í javn
rætti enn javnstøðu.
Gvøðny Miriam Gunnarsson