hósdagur 17. mai 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MAI 2018
SOSIALURIN 56
16
Politiskt korrektheit hevur verið
yvirskipaða evnið á mongum
kjakið á sosialu miðlunum
seinastu vikuna. Orsøkin er, at
í Vikuskiftis Sosialinum í síðstu
viku bar til at lesa um Gunnar
Breckman, stjór í Eikini í Havn,
sum varð dømd fyri brot á
javnstøðulógina, tí ein starvslýsing
lýsti eftir goymslumanni og harvið
útihýsti kvinnur frá arbeiðnum.
Tað er ikki loyvt sambært Føroya
rætti, og tí fekk Eikin 1000 krónur í
bót. Meðan summi halda, at tað er
sjálvsagt, at slíkt ikki ber til, so eru
tey onnur, sum halda, at politiska
korrektheitin hevur fingið takið á
føroysku tjóðini á ein neiligan hátt.
Tvey teirra, sum hava
luttikið í kjakinum, eru Eiler
Fagraklett og Gvøðny Miriam
Gunnarsson, sum her svara
nøkrum spurningum um evni
EILER FAGRAKLETT
MARKNAÐARSTJÓRI Í TUSASS Í GRØNLANDI
1: Hvat heldur tú um, at
tað ikki er loyvt at søkja
eftir kvinnu/manni og hví?
Tað haldi eg er púra rætt. Tað
skal ikki vera títt kyn, sum skal
veita ella nokta tær atgongd til
føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Atgongdin skal veitast út
frá tínum førleikum og
persónligum eginleikum.
Ikki títt kyn. Tíbetur hava
vit nú eina javnstøðulóg,
sum forðar fyri hesum.
Tað eru bara nøkur heilt
fá undantøk, har kyn
kann gerast ein neyðugur
faktorur í eini starvssetan.
Tey kunnu kanska teljast
á eini hond, men tað leggur
lógin eisini upp til. At lyfta tung ting
er ikki eitt av hesum undantøkum.
Tað forðrar Arbeiðseftirlitið
longu fyri.
2: Nógv kjak hevur
seinastu tíðina
verið um, hvussu
vit málbera
okkum skynsamt
og hvar markið
skal ganga
fyri einstøkum
orðum. Heldur
tú tað skal
vera í lagið at
nýta orð sum
”nekarakyss”
og líknandi
og hví?
Orð kunnu stinga
djúpari enn nakað
svørð.
Tað
kenni
eg væl á mín egna
kropp. Tí haldi eg tað
er neyðugt at varða sær
um orðini mest møguligt.
Serliga, tá vit tosa um
frávik ella eyðkenni, sum
fólk ikki fáa broytt, so
sum brek, rasu, uppruna,
kynsliga sannføring ella
kynsligan samleika. Um tað
er ein samfelagsbólkur ella
bara nakrir fáir einstaklingar,
sum meta, at eitt ávíst orð ella
heiti særur tey, niðurgerð tey ella
stigmatiserar tey, hví skulu vit so
halda fram við at nýta hesi orðini?
Hví skulu vit berjast fyri rættinum
til at sára, niðurgera og
stigmatisera onnur
menniskju? Sjálvandi
skulu vit ikki tað!
Um tað til dømis eru
nógv svørt fólk, sum kenna seg
særdan av tí, at tú sigur “nekarakyss”,
ja men lat so vera við at sára tey við
at siga tað. Tað fer einki av tær, um
tú sigur eitt meira hóskandi orð,
og enntá eitt orð, sum lýsir júst
hetta tingið munandi betri,
nevniliga rómabolli.
Tað tykist fyri mær, at
summi fólk í Føroyum, eins og í
øðrum londum, framvegis berjast
fyri at sleppa at halda fast í tí,
sum tey altíð hava hugsað, sagt
og gjørt. Tey kenna kanska ikki
til annað. Tey ræðast kanska tað
ókenda. Eingin skal koma her og
læra tey nakað nýtt. Samstundis
hava nógvir minnilutabólkar,
marginaliseraði fólk og onnur
burturtagd fólk fingið eina sterkari
rødd við árunum. Hesi eru farin
at siga frá og seta nýggj mørk
mótivegis teimum, sum søguliga
hava havt framíhjárætt og hava
sitið við valdinum – politiskt, sosialt
og mentarnarliga. Hesi kunnu lætt
kenna seg kúgaðan, tí fyri tey,
sum eru von við framíhjárættindi,
kennist javnrættur lættliga sum
kúgan. Men eg vóni, at hesi fólk
við tíðini kunnu læra, at tey missa
einki fyri tað, um vit geva rúm fyri
okkum øllum - eisini málsliga.
“Tín helvitis bøssi”, “dummi mongol”,
“lorta nekari” og “tú ert brekaður”
hoyrist í øllum fríkorterum í Føroy
um. Hetta læra børnini heimanífrá
og frá teimum vaksnu annars,
tí tað er soleiðis, vit enn tosa við
hvønn annan í Føroyum. Hetta eru
persónlig eyðkenni og frávík, sum
eingin fær broytt ella gjørt nakað við.
Tí skulu hesi eyðkenni ikki brúkast
sum banniorð ella ókvæmisorð,
eins og tey verða brúka í dag. So
er tað munandi betri at siga, at ein
persónur er dummur, órættvísur,
óerligur, óndur o.s.fr. Tí, um hetta
passar um viðkomandi, so eru hetta
nøkur persónlig eyðkenni, sum vit øll
kunnu gera nakað við fyri at betra
okkum sjálvi sum medmenniskju.
Vit kunnu ikki broyta, at vit eru
svørt, hava down syndrom, eru
fødd við skeiva kyni ella eru tiltrekt
okkara egna kyni. Og vit sum hava
slík frávik, skulu ikki vera noydd
at ganga runt við eini kenslu av at
vilja broyast og at vit eru forkert sum
menniskju bara tí, at “men soleiðis,
at vit jú altíð sagt, tað er einki
persónligt ella illameint”. Jú, tað er
tað! Tað er bæði sera persónligt og
gera stórt mein á okkara sál! Tíðin
er komin til, at vit steðga slíkari
misnýstlu av málinum, og vit gevast
við at brúka orð sum vápn. Bæði
bevíst og óbevíst.
3: Eiga vit at bólka fólk
eftir førleikum ella eftir
til dømis kyni og hví?
Sjálvandi ikki tað. Øll skulu hava
sama møguleika og somu atgongd
til samfelagið og arbeiðsmark
naðin uttan mun til kyn (og trúgv,
rasu, uppruna, kynsliga sannføring,
kynsliga samleika o.l.). Menniskju
skulu dømast eftir teirra eginleikum,
førleikum, royndum, vitan og ikki
hvat er millum beinini á teimum.
4: Hvat hugsar tú, tá tú
hoyrir setningin ”politiskt
korrektu Føroyar”?
Tá hugsi eg um vónina fyri einum
Politisk
korrektheit,
javnstøða og
málburður
Eiler Fagraklett
Orrusta