hósdagur 17. mai 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MAI 2018
SOSIALURIN 56
15
– Eg havi ikki verið serliga
góður til at síggja forðingar við
mínari sjúku. Eg havi gjørt alt tað,
ið onnur hava gjørt og kanska
eitt sindur út yvir tað eisini, sigur
Ragnar Isaksen.
Við tað meinar hann, at hóast
sjúkan avmarkar ein á nøkrum
økjum, so merkir tað, at man bara
ger tað meira á øðrum økjum.
– Man er eitt sindur tarnaður,
men so ger man tað, ið man kann.
Seinastu tvey árini havi eg verið
sjúkari enn áður og havi ikki fingið
arbeitt á sama hátt, men eg havi
ikki sett meg aftur fyri tað. Vit
við Cystiskari fibrosu koma upp
á tindarnar sum øll onnur. Bæði
innan arbeiði og ítrótt. Sjúkan
skal ikki sleppa at vera ein forðan
at liva eitt so vanligt lív, sum
man einaferð kann, sigur Ragnar
Isaksen og leggur afturat.
– Men nú eg eri vorðin eldri, so
má eg eisini góðtaka, at orkan er
ikki tann sama. Men tað fær meg
ikki at taka synd í mær sjálvum. Í
staðin seti eg mær bara onnur mál,
ið eru innan fyri tær rammurnar, ið
nú eru galdandi.
Avrika nógv
At fólk við Cystiskari fibrosu náa
tey mál, ið tey seta sær fyri, eru
fleiri góð dømir um. Sjálvur hevur
Ragnar Isaksen íðkað nógvan ítrótt
gjøgnum árini, harímillum golf,
har hann hevur vunnið fleiri FM-
meistaraheiti og hevur umboðað
Føroyar á Oyggjaleikunum fýra
ferðir. Harafturat hevur hann
runnið Copenhagen Marathon og
skal í summar súkkla til París við
Team Rynkeby. Alt hetta hóast
hansara lungnafunksjón er skerd
vegna sjúkuna.
– Tað er generelt fyri tey
fólk við Cystiskari fibrosu, ið
eg kenni, at tey náa stór mál. At
renna eitt marathon er eitt stórt
mál hjá øllum, óansæð um man
er frískur ella sjúkur. Tað hava
bæði eg og Helena Dahl Olsen
megnað, meðan onnur hava
runnið hálv marathon. At vit gera
tað við okkara lungnafunksjón
er heilt fantastiskt. Høgni Kunoy
Dávason er eitt annað dømi. Hann
er kendur um allan heim fyri
Taekwondovirksemið sítt, sigur
Ragnar Isaksen og heldur á.
– Vit hava okkurt í okkum. Tað
er nokk tað, at vit muga kempa fyri
lívinum hvønn dag. Vit kunnu eins
væl gera tað øgiliga gott, tá ið vit
allíkavæl gera tað.
Til París
Tað nýggjasta málið hjá Ragnari
Isaksen er at súkkla til París við
Team Rynkeby. Fyrireikingarnar til
ferðina suður gjøgnum evropeiska
meginlandið hava tó verið tarnaðar
av sjúku.
– Eg eri viknaður nógv seinastu
vikurnar, tí eg havi verið ræðuliga
hart raktur av sjúku í alt ár. Eg
fekk hasa influensuna, ið øll
fingu. Eitt er tá frísk fáa hana,
men vit við Cystiskari fibrosu fáa
vaksinu móti slíkum, tí vit eru í
vandabólkinum. So tá hon rakar
við síðuna av, ið hon gjørdi í ár,
so verða vit eyka hart rakt. Tað
hava einans verið tvær vikur í
vetur, har eg ikki var sjúkur, sigur
Ragnar Isaksen, ið av somu orsøk
er regluliga á Landssjúkrahúsinum
fyri at fáa IV í æðrarnar.
Júst tað, at ein so vanlig sjúka
skal oyðileggja so nógv, meðan vant
verður móti einum ítøkiligum máli,
kann gerast øgiliga ørkymlandi,
viðgongur Ragnar Isaksen.
– Eg havi aldrin passað meg so
væl sum nú og vant so nógv sum
nú, men kortini eri eg veikur og havi
tað ringt. Tað er hart, og tað ávirkar
ein psykiskt. Men nú havi eg verið í
Danmark, og royna vit nú at loysa
hetta, sigur Ragnar Isaksen.
Heldur enn at venjingin er
vorðin ein byrða hesa tíðina, so
vísir hann á, at tað hevur hjálpt
honum nógv at vant við hinum
súkklarunum.
– Hóast tað er strævið, so hevur
Team Rynkeby hjálpt mær. Tað
hjálpir mær at flýggja frá sjúkuni.
Tá man súkklar á vegnum, so
miðsavnar man seg um tey, ið eru
frammanfyri og aftanfyri. Man
hevur ikki tíð at hugsa um nakað
annað, sigur Ragnar Isaksen.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Hóast tað er strævið,
so hevur Team Rynkeby
hjálpt mær. Tað hjálpir
mær at flýggja frá
sjúkuni. Tá man súkklar
á vegnum, so miðsavnar
man seg um tey, ið
eru frammanfyri og
aftanfyri. Man hevur
ikki tíð at hugsa um
nakað annað