Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mai 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. MAI 2018 SOSIALURIN 56 14 Cystisk fibrosa TEMA: Cystisk fibrosa HALLUR AV RANA H já 34 ára gamla Ragnari Isaksen úr Kvívík byrjar hvør morgun við, at hann festir eina masku á høvdið og andar gjøgnum hana í tjúgu minuttir. Tá ið tað er liðugt, tekur hann 20 tablettir, so kroppurin kann arbeiða við morgunmatinum. Hetta er ein púra vanligur morgun hjá kvívíkinginum, tí hann kennir ikki til annað. Ragnar Isaksen er ein av fimtan føroyingum, ið hava arvaligu lungna- og tarmsjúkuna Cystiska fibrosu. Í stuttum er talan um ein ílegufeil í slímframleiðandi kertlunum í kroppinum. Tað er ymiskt, hvussu sjúkan rakar, men hjá teimum flestu elvir sjúkan til trupulleikar við andagøgnunum og tarmunum. Talan er um eina sjúku, sum í flestu londum er óvanlig, men er ein av teimum sjúkum, ið eru munandi meira vanligar í Føroyum enn aðrastaðni. Hjá Ragnari Isaksen bleiv sjúkan longu staðfest stutt eftir, at hann varð borin í heim, og merkir tað, at hann gjøgnum alt lívið hevur livað við einari sjúku, ið setur eyka krøv til hansara lívsstíl. – Tað, at eg havi Cystiska fibrosu, hevur gjørt, at eg fyrst og fremst taki nógvan heilivág. Men eg kenni ikki til annað. Hetta er tað, ið eg havi kent til alt mítt lív, sigur Ragnar Isaksen. Maskur og heilivágur Ragnar Isaksen vísir á, at hóast hann hevur eina arvaligu sjúku, ið krevur nógv av honum, so eru útlitini fyri at liva eitt gott lív við Cystiskari fibrosu rímiliga góð. – Eg havi tað sum heild fínt. Um sjúklingar við Cystiskari fibrosu passa væl upp á seg, taka heilivág sum teir skulu, eta nøkulunda rætt og gera ítrótt, so hevur man tað vanliga fínt. Man kann fáa tað ringt, sum eg havi havt síðsta hálva árið. Men eitt hálvt ár út av skjótt 35 góðum árum, tað kann man ikki klaga um, sigur Ragnar Isaksen. Maskur og heilivágur hava verið ein stórur partur av lívinum hjá Ragnari Isaksen. Maskurnar skal hann brúka 20 minuttir hvønn morgun og hvørt kvøld. Tær hjálpa at reinsa andaleiðirnar. Til hvørja máltíð má hann eta 20 tablettir, so hann fær tey ensym, ið skulu til fyri at upptaka matin. Harumframt inniber sjúkan, at hann gjøgnum lívið regluliga hevur verið í Danmark til kanningar. Starvsfólkini á deildini fyri Cystiskari fibrosu á Ríkissjúkrahúsinum eru mett at vera millum fremstu serfrøðingar í heiminum innan sjúkuna og verða allir føroyskir sjúklingar við Cystiskari fibrosu sendir til Danmarkar til eftirlit. – Eg ferðist átta til tíggju ferðir um árið til Danmarkar til eftirlit. Sum barn var tað fínasta slag at sleppa at ferðast, men nú er tað ikki serliga stuttligt. Serliga ikki eftir, at man sjálvur hevur fingið børn. Nú royni eg at fari niður og heim sama dag, um tað er møguligt. So sleppi eg undan at siga synunum frá, hvar eg eri og greiða frá, at teir ikki kunnu koma við. Um eg fari niður um morgunin og eri heima aftur um kvøldið, so er tað sum um, at eg bara eri til arbeiðis, sigur Ragnar Isaksen. Lívstíðin broytt Tað verður nógv granskað innan Cystiska fibrosu, og seinnu árini hevur vísindin gjørt fleiri framstig, ið betra um viðgerðina, betra lívsgóðskuna og leingja um lívið hjá sjúklingunum. Í dag verður mett, at ein persónur við Cystiskari fibrosu kann liva, til hann er oman fyri 50 ár, men tá Ragnar Isaksen var yngri, var boðskapurin munandi daprari. – Eg minnist væl, tá eg sum 12-13 ára gamal fekk at vita, at eg fór einans at liva, til eg var 30 ára gamal. Men tá man er 12-13 ára gamal, er 30 kortini ólukksáliga gamalt, sigur Ragnar Isaksen. So hvørt sum meira er blivið granskað innan økið, er væntaði lívsaldurin hjá fólki við Cystiskari fibrosu eisini hækkaður. Kortini var tað ein serlig kensla, tá ið hann fylti 30 ár. – Eg fekk aldrin at vita frá læknunum, at markið var flutt, men hoyrdi tað frá øðrum. Men hóast eg visti, at eg kundi vænta at liva longri, so kundi eg seta eina striku í sandin, tá eg fylti 30 ár. Tá kundi eg siga við meg sjálvan, at nú havi eg livað í 30 ár og ein dag. Í dag er tað tó ikki nakað, ið eg hugsi nakað serligt um. Man má eisini ansa sær, at tað ikki verður nakað, ið fyllir ov nógv, sigur Ragnar Isaksen. Dugi ikki at síggja forðingar Hóast Ragnar Isaksen ber eina arvaligu sjúku, ið á ymiskan hátt avmarkar hansara gerandisdag, so sæst tað ikki aftur, um man ikki kennir hann. Tí meðan Cystisk fibrosa ger, at hann hevur eina verri lungnafunksjón enn frísk fólk, og orkan sostatt ikki er tann sama, so hevur hann altíð gjørt nógv við ítrótt, verið virkin innan handilsvinnuna og bleiv á síðsta kommunuvali valdur inn í bygdaráðið í Kvívíkar kommunu. Vit kempa fyri lívinum – Eg fekk aldrin at vita frá læknunum, at markið var flutt, men hoyrdi tað frá øðrum. Men hóast eg visti, at eg kundi vænta at liva longri, so kundi eg seta eina striku í sandin, tá eg fylti 30 ár. Tá kundi eg siga við meg sjálvan, at nú havi eg livað í 30 ár og ein dag. Í dag er tað tó ikki nakað, ið eg hugsi nakað serligt um. Man má eisini ansa sær, at tað ikki verður nakað, ið fyllir ov nógv. Tað sigur 34 ára gamli Ragnar Isaksen, ið hevur arvaligu sjúkuna Cystiska fibrosu