hósdagur 17. mai 2018síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MAI 2018
SOSIALURIN 56
26
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
7. partur
S
øgan um viðurkenningina
av Merkinum er væl kend.
Ungmannafelagið Merkið
skipaði fyri almennum
fundi á Tinghúsvøllinum tann
24. apríl kl. 20,30 við kravi um
viðurkenning av Merkinum. Her
kom ein stór mannamúgva saman.
Hákun Djurhuus var valdur til
fundarstjóra.
Jóannes Patursson legði fyri
og greiddi frá, at teir høvdu sett
saman eina áheitan á amtmannin
um at lata føroysku skipini sigla
við Merkinum.
Bóndin heitti á ta stóru mann
fjøldina um eins og krígsnevndin at
taka undir við Skiparafelagnum og
Ungmannafelagnum Merkinum.
Hann segði, at amtmansins støða
at mótmæla øllum fløggum uttan
Dannebrog førdi Føroyar beint í
kríggið. Hetta var eisini stórt sæð
einmælt samtykt av mannfjøldini.
Aftaná nakað av togan aftur og
fram endaði hetta við, at Merkið
varð viðurkent. Tískil hevði ung
mannafelagið Merkið hevði nátt
sínum høvuðsmáli.
Virksemið undir krígnum
Undir krígnum komu nýggjar
kreftir við í Merkinum. Hetta
var kanska virknasta tíðin hjá
felagnum. Hetta sæst ikki minst
í felagsblaðnum Neistanum frá
1941-1945.
Millum nýggju kreftirnar var
Bergur Djurhuus, føddur á Sandi í
1919. Foreldur hansara vóru Kristin
f. Petersen og Sigvald Djurhuus,
lærari, ættaður úr Kollafirði.
Fimtan ára gamal fór Bergur til
Havnar í møbilsnikkaralæru, og í
hesum handverki arbeiddi hann,
til hann í 1943 gjørdist tuberkla
sjúkur. Ævin var stutt, longu í 1946
andaðist Bergur 27 ára gamal.
Bæði heima á Sandi og í Havn
luttók hann dúgliga í ungmanna
felagsarbeiði, og hann skrivaði
rættiliga fitt av stuttsøgum, ið
komu á prent í Varðanum, Alduni
og Jólastjørnuni. Umframt yrkti
hann bæði yrkingar og tættir.
Árni Dahl gav út í 1977 bókina
Ungur at fara við tilfari hjá Bergi.
Hann hevði tá roynt at finna tilfar
úr Neistanum, men uttan úrslit.
Bergur var eisini fundarskrivari
hjá Merkinum í árinum 1942. Hann
hevði eina vakra handskrift og
dugdi væl at greiða frá, so her
skal verða endurgivið úr hansara
fundarfrásagnum, sum væl lýsa
virksemið hetta árið.
Fundirnir hjá Bergi
Fyrsti fundur var 8. oktober 1942.
Um 50 fólk møttu. Samtykt var at
hækka limagjaldið úr 3 í 5 krónur
Aftaná las Richard Long eina
søgu hjá Selmu Lagerløf, sum
Viggo Dalsgaard í Skálavík hevði
umsett. Søgan var góð og væl um
sett.
Annar fundur var 15. oktober.
Ingvard Jacobsen, kendur frí
merkjasavnari, helt røðu um filat
eli.
Røðarin greiddi væl frá, men
hann gjørdi eina vanlukku, tá ið
hann lat fundarfólkið fáa bræv
bjálvar við frímerkjum at hyggja
at. Av hesum kom slík teskan og
fjasan, at røðarin stundum ikki
hoyrdist. Talað var at, men lítið
hjálpti.
Aftaná var roynt at dansa, men
dansurin var ringur, kvøðarar
tørvaðu.
Triði fundur var 22. oktober.
Hetta var minningarfundur um
Símun av Skarði, skúlastjóra, sum
stutt frammanundan var deyður.
Richard Long helt minningar
røðuna og vísti á, hvat stórmenni
Símun av Skarði hevði verið í før
oyskari tjóðskaparrørslu, og hvat
hann hevði havt at týða fyri før
oyska mentan. Væl greiddi røðarin
frá og fundarfólkið var hugtikið av
røðuni.
Sverri Dal læs upp søguna Eftir
Jólagóða av Símun av Skarði.
Meðan røðan var hildin, helt
ein ungur maður í føroyskum
búna, Sverri Trond Hansen, á
merki felagsins. Tá ið røðan var
liðug reistist fundarfólkið, meðan
flaggið spakuliga seig niður. Eitt
bil var tøgn í fundarhøllini. Tá var
aftur okkara vakra merki hevjað,
og fólk settust aftur.
Á henda hátt, í hesi kvirru løtu,
mintist henda ungmannafjøld ein
av landsins størstu synum, sum
eftir tungan arbeiðsdag var farin
til hvíldar.
Fjórði fundur var 28.oktober.
Her vóru søgur lisnar umframt
greinir og yrkingar.
Dansað var aftaná fundin, men
hetta var betur ógjørt. Fyri fimm
árum síðani var tað so, at tá ið
dansurin byrjaði, kom tað nógva
fólkið. Nú er umskifti. Vanliga eru
nógv fólk á fundi, men tá ið dans
urin skal byrja, eru nøkur einstøk
eftir, bæði gott og ringt kann hetta
kallast at vera
Fimti fundur var hildin 5. nov
ember. Fundarfólkið fekk at hoyra
grammofonmusikk. Tað, sum var
spælt, var ein ensk opera. Musikk
urin tóktist at vera ov mikið klass
iskur fyri meginpartin av fundar
fólkinum. Tey sum høvdu ans fyri
honum fagnaðu honum væl.
Eisini las Richard Long tvær
søgur úr Ungu Føroyum. Tað vóru
70 fólk á fundinum. Aftaná var
farið at dansa spøl. Tað var nakað
stirvið í byrjanini. Men sveittin
dreiv úr hvørjum hári.
Nakað yvir midnátt var endað
og vóru øll glað fyri at sleppa út í
góðveðrið at svala á sær.
Sætti fundur var 12. november.
Stig Rasmussen spældi fleiri løg á
saxofon. Poul Johannes Lindberg
las søgurnar Faðir Vár og Tá ið
Mikkjal gekk til eftir M.A. Winther.
Síðan las Richard Long stubban
úr gerðabókini í 1924 um dansin,
sum var farin av lagi. So vóru
spældar tvær grammofonplátur.
Nú má hava staðið betri til við
dansinum, sum gekk óføra væl.
Sagt verður, at “hetta og seinasta
kvøld tykjast at kunna birta lív
aftur í dansin, sum í vetur nærum
var burturdeyður”.
Sjeyndi fundur var 19. nov
ember. Fyrst varð sum vanligt
Neistin lisin. So varð orðið givið til
Herluf Bartalson (man hava verið
Berthelsen, kendur lærari í Fugla
firði) og Mourits Mohr.
Fyrst kvað Mourits ein tátt, og
Herluf spældi harmoniku. Hetta
hevur sum skilst verið eitt ógvu
liga skemtiligt kvøld. Mourits las
upp eina samrøðu við ein ógvuliga
órøkjutan kongsbónda. Hetta var
sjálvandi skemt og villasta fantasi,
men gott var tað.
Áttandi fundur varð hildin 26.
november. Høvuðsrøðari var Páll
bóndi Patursson, sum hevði eina
frásøgn frá eini ferð til Íslands.
Hann greiddi frá framgongdini
innan landbúnaðin, innan verk
ídnaðin og annað og var hetta so
óført, at fólkið gløddi við og stórliga
undraðist á tað arbeiðssemi, sum
liggur í íslendingum. Vit fingu av
hesi røðuni høvi at døma, hvussu
ómetaliga lítið vit føroyingar fáa
av skafti aftur ímóti íslendingum
og mátti hetta givið ein lítlan
neista onkustaðni. Hann greiddi
eisini frá nógvum smærri og størri
tilburðum har uppi. Hetta var sera
áhugavert, og óføra væl tosaði
Páll, lættliga, livandi, skemtiliga
og álvarsliga, og hann hevði alla
tíðina fólkið við sær.
Síðan var boðað frá, at ætlanin
var at hava veitslu 5. desember í
Avhaldshúsinum. Tey, sum kundu,
Ungmannafelagið Merkið røkkur
í 1940 sínum fremsta máli, tá ið
flaggið verður alment viðurkent
MERKIÐ VERÐUR VIÐURKENT
Merkið undir krígnum
Fundirnir í Merkinum vórðu hildnir í Avhaldshúsinum
Bergur Djurhuus hevði eina bjarta framtíð,
men hesum steðgi tuberklarnir