hósdagur 17. mai 2018síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MAI 2018
SOSIALURIN 56
27
Komandi partur
Komandi viku greiðir Anna Evensen frá tíðini sum
prestakona í Hvalba seint í 1800-talinum.
vóru biðin um at baka eina kaku
til veitsluna.
Bergur fekk stutta ævi
Her endar henda enn nærum tóma
gerðabókini við bert frásagnum
frá hesum átta fundum. Nú frætt
ist heldur einki meira frá Bergi. Tað
var helst um hetta mundi, at hann
fekk teir tuberklar, sum nøkur ár
seinni tóku lívið av honum.
Bergur var eisini blaðstjóri á
onkrum Neista um hesa tíðina.
Her er vist okkurt sum hann hev
ur skrivað, og sum ikki hevur verið
frammi fyrr. Hetta verður tikið
fram við eitt seinni høvi.
Bergur var ringforlovaður við
Maritu, sum seinni giftist við Hera
Mohr, kendur millum annað sum
stjóri á Gjaldstovuni. Hon var
dóttir Poul Enok Hansen, lærara
fyrst á Viðareiði og seinni í heim
bygdini Gøtu. Hann lærdi for
restin tann, sum skrivar hetta, at
skriva føroyskt.
Húsaðust í
avhaldsfelagnum.
Merkið húsaðist í Avhaldshúsinum
øll bardagaárini, og tey árini vóru
helst tey ríkastu í søgu felagsins.
Talið á fundarluttakarum var nógv
størri undir krígnum enn framm
an undan. Í umrøddu gerðabók eru
nevnd upp til 80 fundarluttakarar.
Tað vóru lærarar, sum høvdu
fyri munni, at eitt tað besta, teir
høvdu at minnast aftur á frá
skúlaárunum, var tey stuttligu og
læruríku fundarkvøldini í Merk
inum.
Fundirnir vóru í Avhaldshús
inum frá miðskeiðis í tríatiárun
um. Tá ið august var farin aftur
um bak, var farið undir at leggja
skránna fyri veturin.
Tað vóru teir, sum vóru fastir
fúsir at átaka sær eitt kvøld við
fyrilestri um eitt hvørt evni, eitt
nú Hans Andrias Djurhuus, Anton
Degn, Mads A. Jacobsen, Kristian
Haraldsen, Louis Zachariassen,
Richard Long, formaður og mangir
við teimum. Í seinasta parti varð
greitt frá, at Hans Andreas varð
koyrdur úr felagnum. Men tað
skilst, at hann er komin inn aftur
í Merkið.
Men eisini læraraskúlanæm
ingar og aðrir, sum vóru sera
hugaðir fyri Merkinum tóku seg
saman tveir ella tríggir í felag og
fyrireikaðu kjakfundir um eitt
hvørt ella skipaðu teir fyri einum
skemtikvøldi.
Fundur varð settur hvørt hós
kvøld kl. 8. Tá hevði húsavørðurin
og fýrbøtarin, Jens Mørkøre, longu
kynt so dúgliga upp, at ovnurin
gløddi. Men roykurin var i meira
lagi, so neyðugt var at lata allar
gluggar upp á víðan vegg.
Fundirnir byrjaðu við, at sungið
varð úr Songbók Føroya Fólks.
Røðarin tók orðið 1-1 ½ tíma ella
so. Blaðstjórin las nú Neistan. For
maðurin takkaði og endað varð við
einum sangi. Nú var fundur lokin,
og hurðin latin upp út í gongina.
Tá var gongin stúgvandi full
av fólki, sum var komið at dansa.
Tey høvdu ongan áhuga fyri fund
inum, men tey høvd frætt, at aft
aná fundin var farið upp á gólv, og
so høvdu tey tekna seg sum lim í
Merkinum.
Tað dámdi ikki øllum sum rími
ligt er, at ein partur av limunum
ikki komu til fundirnar, men komu
einans fyri at dansa.
Hvussu var og ikki, so varð farið
upp á gólv, og mangan gekk dans
urin lystiliga til midnátt.
Erasmus Montanus
Ein partur av virkseminum var
eisini sjónleikur. Í januar 1945
varð framførdur leikurin Erasmus
Montanus eftir Ludvig Holberg.
Instruktørur var Richard Long,
sum eisini hevði týtt leikin. Venj
ingarnar vóru í realskúlanum,
tí bretar høvdu tikið Sjónleikar
húsið. Her var kortini spælt.
Spælt var seks ferðir fyri full
settum Sjónleikarhúsi. Til sein
astu sýningina sluppu ikki øll
inn í salin. Onnur máttu standa í
gongini og hurðin stóð opin.
Fólk og bløðini fagnaðu leik
inum stórliga. Eisini tí tað var so
forkunnugt at síggja ein sjónleik
í hesi tíðini, tá ið heimsbardagin
leikaði í og alt var myrkalagt.
Í einum ummæli í Fríu Føroyar
varð sagt:
Sjónleikurin var ikki bara
fagnaður av fólkinum her í Havn,
men eisini úr Nólsoy, Hestoy og
Eysturoy komu fólk til Havnar at
síggja henda sjónleik, tí tey høvdu
hoyrt, at hann var so væl leikaður
á móðurmáli okkara. Sjónleikar
arnir leikaðu allir frálíka væl. Vit
hava sæð henda sjónleik verið leik
aðan á donskum máli bæði í Før
oyum og Danmark, men ikki var
hann leikaður betri tá, enn hann
var tað nú á móðurmáli okkara.
...
Tað gjørdi kanska framførsluna
ein mun betri, at tey leikandi vóru
ættað úr ymsum oyggjum. Eras
mus (Mourits Mohr) úr Sandoy,
bróðurin (Poul Lamhauge) úr
Lamba, ríðifútin (Poul Petersen) úr
Funningi, deknurin (Bjarni Nicla
sen) úr Kunoy, Jeronimus (Jógv
an Jensen) av Strondum, konan
(Maria hjá Trónd) úr Havn, dótt
irin (Helena Debes) úr Havn, løjn
anturin (Poul J. Lindberg) úr Suð
uroy, korporal (Johs. Larsen) úr
Fámjin, bóndin (Demmus Hentze)
av Sandi, konan (Johanna Maria
Djurhuus) úr Kollafirði.
Yvirskotið til Merkið, eftir at
allar útreiðslur vóru goldnar, var
kr. 2.754,84.
Fríkend fyri at vera
Føroya Hitler Jugend
Undir krígnum var ofta hart orða
skifti. Hetta kundi so eisini føra til
sakarmál. Eitt av teimum var, tá
ið Merkið í 1943 saman við øðrum
ungmannafeløgum hevði stevnt
ein politikara fyri at hava kallað
tey fyri Føroya Hitler Jugend.
Politikarin varð dømdur at gjalda
kr. 100 í bót og dómurin staðfesti
at “den omhandlede Sigtelse er
ubeføjet.
Hesin politikarin var limur í
Merkinum men varð nú stemm
aður út á einum rokfundi. Tá fóru
fleiri úr felagnum.
Kvøld teirra burturstøddu
Dýra biðidag í 1944 skipaði Merkið
fyri “kvøld teirra burturstaddu”.
Hetta var fyrst og fremst í samhuga
fyri føroyingar í Danmark, sum
tá ikki høvdu havt samband við
teirra ættarfólk i Føroyum í fýra
ár. Innkomni peningurin skuldi
fara til Barnahjálpargrunnin, sum
stuðlaði teimum mongu børnun
um, sum mistu pápan undir krígn
um.
Á skránni var felagssangur og
framførsla hjá Havnar Sangfelag.
Hans Andreas Djurhuus helt røðu,
Poul Joensen las upp, Sverre Dahl
sang barnarímur og las yrkingar
hjá Christian Matras og Regin
Dahl. Tímin skrivaði, at tað var
nógv fólk til hetta tiltak, sum uttan
iva hevur kastað fitt av peningi av
sær til Barnahjálpargrunnin.
Virksemið hjá Merkinum er
dovnað aftaná kríggið, og tað
gingu ikki nógv ár, til Merkið helt
upp at við sínum virksemi, og nú
er tað so niðurlagt.
Men Merkið hevur uppiborið,
at tess søga verður varðveitt. Vón
andi hevur henda greinarøð verið
til nyttu í so máta.
Seinni verður møguliga tikið
upp tilfar, sum hevur verið í Neist
anum.
So nógv rúgvar blaðið Neistin, sum nú er
til skjalsa á Landsbókasavninum
Fremsta blað á eini “Neistabók”.
Mynd til eina grein hjá Petur Háberg, sum kemur seinni
Eitt listaligt “Neistahøvd”.