Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. november 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 216 - 11. november 2004 Nr. 216 - 11. november 2004 9 Gekk skjótt at telja upp Klaksvík: Tað gekk rættiliga skjótt at telja atkvøðurnar upp í Klaksvík. Valdyrnar vórðu læstar klokkan gott átta, og longu klokkan 21 vóru tær 2.987 atkvøðurnar upp- taldar. Men so vóru góðar 200 brævatkvøð- ur afturat – umframt at- kvøðurnar úr Árnafirði, Mikladali og Trøllanesi. Karl Johansen, formað- ur í valstýrinum í Klaks- vík, segði, at hóast tað gekk nakað skjótari at telja atkvøðurnar í Klaksvík upp, so var endaliga úrslitið ikki so nógv fyrr klárt. – Klokkan var um 21.30, tá endaliga úr- slitið var klárt, og tað er áleið, sum tað plagar at vera, segði formaðurin í valstýrinum í Klaksvík. Kalsoyggin fekk einki umboð Klaksvík: Klaksvíkar og Mikladals kommunu hava gjørt av at leggja saman, men á býráðs- valinum hesaferð eydn- aðist tað ikki nøkrum av teimum uppstillaðu úr Kalsoynni at koma í býráðið. Signhild V. Joensen av Trøllanesi hevði eitt sera gott val, og hóast hon er púra nýggj í po- litikki, fekk hon 99 at- kvøður. Hon megnaði tó ikki at syfta verandi umboðum hjá Javnaðaflokkinum, tí hon manglaði 12 at- kvøður í at fara fram um Torleif Sigurðsson. 1-0 til Unu Klaksvík: Venjarin hjá Stjørnuni og ein av kvinnuspælar unum stillaðu bæði upp á bý- ráðsvalinum í Klaksvík. Una Olsen, sum er strikuspælari hjá Stjørn- uni, stillaði upp fyri Fólkaflokkin og fekk 33 atkvøður. Venjarin Svein Rógvi Nielsen var á Sjálv- stýrislistanum, og hann fekk 22 atkvøður. Hvørgin var í nánd av býráðnum, men Una Olsen kann í øllum før- um kalla seg politiskan toppskorara hjá Stjørn- uni. Fleiri royndir býráðs- politikarar eru farnir úr Klaksvíkar býráð, og eitt nýtt ættarlið av politikarum bjóðar seg fram. Borgarstjór- in setti met í atkvøð- um, og hóast stóri minnilutaflokkurin vann eitt umboð, so er meirilutin fram- vegis meiriluti BÝRÁÐSVAL Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Kommunuvalið í Klaksvík broytti lítið og einki í býtin- um millum flokkarnar, og meirilutin í býráðnum varð- veitti sín meiriluta. Einasta broytingin var, at Fólkaflokkurin fekk eitt umboð afturat, og tað um- boðið kom frá Kristiliga Fólkaflokkinum, sum ikki stillaði uppaftur. Stór útskifting var tó í býráðslimum, tí heili 5 av 11 limum vóru skiftir út. Frammanundan var greitt, at Jógvan við Keldu, Betta Joensen og Hilmar Danielsen ikki fóru at halda fram, tí tey stillaðu ikki uppaftur. Men harafturat noyddust eisini Karl Heri Joensen og Erik Andreasen at lúta í hørðu kappingini um teir ellivu sessirnar. Flestu av teimum nýggju býráðslimunum eru púra óroyndir í kommunalpolit- ikki, og talan er í roynd og veru um eitt nýtt ættarlið av politikarum, sum nú slepp- ur fram at. Fólkaflokkurin skifti út Fólkaflokkurin skifti tað mesta av sínari manning út, og nú flokkurin hevði fram- gongd við 200 atkvøðum, fekk hann sín fjórða bý- ráðslim aftur. Av teimum, sum sótu í gamla býráðn- um, heldur bara Kristian Fríðrik Olsen fram. Hinvegin eru Gunvá við Keldu, Atli Justinussen og Jákup Mikkelsen nýggj í býráðnum, hóast Jákup Mikkelsen hevur átta ár royndir frá kommunalpolit- ikki í áttatiárunum. Sambandsflokkurin skuldi hava nýggjan bý- ráðslim fyri Bettu Joensen, og flokkurin kláraði inn um aftur við Hans Arna Bert- holdsen sum nýggjum um- boði. Eyðgunn styrkti seg Kappingin í Javnaðarflokk- inum var hørð, og tað hevði eisini við sær, at flokkurin fekk einar 60 atkvøður fleiri hesaferð. Eyðgunn Samuelsen fór enn einaferð fram í at- kvøðutalið, og hon gjørdist greiður toppskorari á list- anum við 201 atkvøðum. Torleif Sigurðsson kom eisini innaftur við 110 atkvøðum, meðan Signild V. Joensen og Tummas Ler- vig, sum vóru fremstu kappingarneytarnir, gjørd- ust ov stutt hesaferð. Sjálvstýrisflokkurin fekk eisini nýggjan býráðslim, hóast tann royndi politikarin Karl Heri Joensen stillaði uppaftur. Hann var syftur av tí 30 ára gamla Kristian Eli Zachariasen, sum fekk tríggjar atkvøður fleiri. Borgarstjórin skapti framgongd Tjóðveldisflokkurin hevði eitt sera gott val seinast, og hesaferð fór flokkurin enn einaferð fram. Tað var fyrst og fremst takka veri einum kanónvali hjá borgarstjór- anum Steinbjørn O. Jacob- sen. Hann setti met við 391 atkvøðum. Hinir báðir býráðslimir- nir hjá flokkinum vóru eis- ini afturvaldir, og tað var eitt langt lop frá Jórun Høgnesen og Rana Nolsøe og niður til tey næstu á list- anum. Kristiligi Fólkaflokkurin, sum seinastu 12 árini hevur havt býráðslim í Klaksvík, stillaði ikki uppaftur, og tí var Hilmar Danielsen ikki afturvaldur. Fyri fyrstu ferð í 72 ár hevur Árnafjørður fingið umboð í Klaks- víkar býráð. 33 ára gamli Atli Justinussen var valdur í fyrstu royndin í kommunal- politikki BÝRÁÐSVALIÐ Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Atli Justinussen hevur í nógv ár verið partur av frí- tíðar- og handilslívinum í Klaksvík, og nú skal hann eisini sita í Klaksvíkar bý- ráði. Árnfirðingurin hevur verið við í kjakinum í lok- alu fjølmiðlunum í fleiri ár, men hetta var fyrstu ferð, at hann stillaði upp. – Eg havi havt góð fólk at arbeiða fyri meg, og tey hava gjørt eitt stórt arbeiði. Stuðulin í Árnafirði hevur verið sera stórur, men eg havi eisini fingið nógvar atkvøður í Klaksvík, sigur hann. Atli Justinussen fekk 27 av teimum 39 atkvøðunum í Arnafirði, men tað er bara ein lítil partur av teimum 116 atkvøðunum, sum hann fekk á valinum. Leingi at bíða Tað eru liðin 72 ár, síðani Árnafjørður seinast hevði umboð í Klaksvíkar býráð. Tað var Guttorm Olsen, sum sat síðst í 20'unum og fyrst í 30'unum. – Tað er gott, at bygdin hevur fingið umboð aftur, men tað hevur verið ov leingi at skula bíða eftir tí í 72 ár, sigur Atli Justinus- sen. Hann hevur í valstríðnum lagt serligan dent á ungdóms- og frítíðarlív, og hann ætlar sær at arbeiða fyri tí, hann hevur ført fram. – Eg veit ikki, hvørja ávirkan eg kann fáa, men eg ætli mær at standa við tað, sum eg havi sagt í valstríðnum, sigur hann. Árnfirðingur streyk inn Nýtt ættarlið kom í býráðið Steinbjørn Jacobsen setti met, Eyðgunn Samuelsen styrkti munandi um sína støðu, og Jákup Mikkelsen kom aftur í býráðið Mynd: Solby Eliasen Úrslitið í Klaksvík Fólkaflokkurin 4 umboð Sambandsflokkurin 1 umboð Javnaðarflokkurin 2 umboð Sjálvstýrisflokkurin 1 umboð Tjóðveldisflokkurin 3 umboð 3048 fólk vóru á vali Valluttøkan var 85,2 prosent Ein av nývaldu bý- ráðslimunum í Klaks- vík er Gunvá við Keldu. Hon fekk 148 atkvøður, og má tað sigast at vera óføra gott. Hetta var fyrstu ferð, at hon stillaði upp til býráðsval, men hon rak dúgliga upp undir valið BÝRÁÐSVAL 04 Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Gunvá við Keldu hevði ikki væntað at fáa so nógvar atkvøður, men segði tó, at hon hevði gjørt ein innsats fyri at sleppa inn. – Eg havi bæði skrivað og tosað við fólk, so eg lá ikki á latu síðuni undir val- stríðnum, segði hon. Hjartamálini hjá Gunvá eru serliga vinnulívið og mentanin. Í einari av sínum valgreinum hevði hon mill- um annað eitt uppskot um, at skúlin verður tikin burtur úr mentanarnevndini. – Eg meini avgjørt, at skúlin skal hava nógvar pengar. Tað er slettis ikki tað, men eg haldi, at ment- anin líður eitt sindur undir tí. Tí haldi eg, at tað kundi verið skilagott at gjørt eina skúlanevnd ella okkurt líknandi, sum bara hevði til endamáls at taka sær av skúlamálum, sum eru átreingjandi, segði Gunvá við Keldu. Spurd um hon ikki vænt- ar, at fólk fara at siga, at tað er pápi hennara, sum hálar í træðrirnar, svaraði hon flennandi, at tað vil so vera. – Tað fara fólk óivað at halda, men pápi og eg eru ógvuliga ymisk. Fyri tað fyrsta eru vit hvør sítt kyn, og vit hugsa als ikki á sama hátt um fleiri viðurskifti, men sjálvandi eri eg sprott- in úr tí politiska umhvørv- inum, sum eg vaks upp í, segði Gunvá. So hjartansfegin Sum vera man var fult hús á Kráargøtu, tá úrslitið av býráðsvalinum var klárt. Systkin, foreldur, familja og vinir vóru savnað í íbúð- ini hjá Gunvá við Keldu, sum varð nývald í Klaks- víkar býráð. Telefonin ringdi allatíð- ina, og Gunvá var fyrndar- glað. Fólk komu inn og hálsfevndu hana og ynskti henni til lukku. Jógvan við Keldu var avbera stoltur av dótrini, og tosið gekk aftur og fram um valúrslitini aðrastaðni eisini. Jóannes Hansen, sum var viðmerkjari í sjónvarpinum hevði á orði, at tá Jógvan stillaði upp til býráðsvalið í Klaksvík fyri fyrstu ferð fekk hann um 100 atkvøð- ur. So dóttirin sló pápa sín væl og virðiliga. Hetta vakti látur millum gestirnar hjá Gunvá, og sjálv smíltist hon bara so glað, so glað. – Eg eri ordiliga glað fyri, at eg varð vald, men tað er kanska ikki gingið rættiliga upp fyri mær enn, segði Gunvá. Við 391 persónligum atkvøðum setti Stein- bjørn Jacobsen met í Klaksvík. Borgarstjór- in seinastu fýra árini var fullkomuliga ov- farin av góða valinum BÝRÁÐSVAL 04 Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Borgarstjórin seinastu fýra árini, Steinbjørn Jacobsen, hevði eitt gott val í Klaks- vík. Hann fekk knappar 400 persónligar atkvøður, og tað er sum skilst mest nakrantíð til eitt býráðsval. Undan honum hevði Jógv- an við Keldu metið. Tað mesta hann hevur fingið til eitt býráðsval er 330 at- kvøður. – Eg veit slettis ikki, hvat eg skal siga, segði Stein- bjørn Jacobsen í valhølun- um týskvøldið. Hann skifti- vís tosaði í telefon, heilsaði upp á fólk, sum komu at ynskja honum til lukku og tosaði við fjølmiðlarnar. Samstundis var hann óivað byrjaður at hugsa um samgongumøguleikar longu tá. Men hann fekk tó stundir at seta seg niður eina lítla løtu til eitt stutt prát um hansara óføra góða val. Merkt stuðul Steinbjørn sigur, at hann hevði ikki droymt um, at tað fór at gangast so væl til valið. Men hann viðgongur tó, at hann teir seinastu dagarnar upp undir valið, hevði merkt, at fólk vóru positiv og stuðlaðu honum. – Men tað er so ótrúliga torført, tí tú veitst jú veru- liga onki frammanundan. Tað eru bert gitingar, segði Steinbjørn og legði afturat, at hann hevði so stóra framgongd til seinasta val, og tí væntaði hann ikki so stóra framgongd aftur til hetta valið. Til býráðsvalið í 1996 fekk Steinbjørn Jacobsen 77 persónligar atkvøður. Í 2000 hevði hann stóra framgongd og fekk 230 atkvøður. Og týskvøldið var framgongdin aftur stór, tá hann við 391 atkvøður varð afturvaldur. – Hetta taki eg sum eina kvittan fyri, at tað arbeiðið, sum býráðið hevur gjørt hesa seinastu setuna, er gott, segði ein ovurfegin Steinbjørn Jacobsen, sum samstundis takkaði øllum sínum veljarum fyri dygga stuðulin. Hann vildi tó ikki siga nakað serligt um samgongu ella samráðingar. Tað ein- asta hann vildi staðfesta var, at sitandi meiriluti var varðveittur, og hann sostatt kann halda fram, um tað ber til. Men Steinbjørn dugdi eisini at síggja aðrar møguleikar. Steinbjørn setti met Gunvá við Keldu: Eg gjørdi ein innsats Telefonin hjá Gunvá við Keldu ringdi allatíðina, eftir at tað var greitt, at hon varð nývald í Klaksvíkar býráð við 148 atkvøðum Steinbjørn Jacobsen var tann heilt stóri atkvøðuslúkurin til býráðsvalið í Klaksvík. Hann fekk 391 atkvøður – Nú ræður um at fáa ávirkan – Málið næstu dag- arnar er at koma við í meirilutan, tí tað er har, at tú veruliga fært ávirkan, sigur stjørnuskotið hjá Sjálvstýrisflokkinu m, Kristian Eli Zachariasen BÝRÁÐSVALIÐ Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Fyrstu ferð hann stillaði upp á býráðsvali, vann hann á einum tí mest roynda politikaranum í býráðnum. 30 ára gamli Kristian Eli Zachariasen er nýggja stjørnuskotið í lokal- politikkinum í Klaksvík, og nú ætlar hann at tryggja sær ávirkan í býráðsarbeiðnum. – Tað fyrsta, eg skal ar- beiða við næstu dagarnar, er, at eg ikki endi í minni- lutan. Aftan á tað ber til at fara í holt við tað, sum eg havi ført fram í valstríðn- um, sigur Kristian Eli Zachariasen. Hann tók seg fram um Karl Hera Joensen, sum eisini hevði framgongd í atkvøðutalinum á valin- um hesaferð. Endin var, at tríggjar atkvøður vóru á muni millum teir báðar. Hugaður at halda fram Seinastu fýra árini hava Tjóðveldisflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin verið í meiriluta, og møguleiki er fyri, at hesir flokkar halda fram við samstarv- inum. Í øllum førum høvdu teir avtalað, at teir seinna- partin mikudagin skulu hittast at tosa um fram- tíðar samstarv. – Allir flokkarnir, sum hava verið við í meiri- lutan, høvdu framgongd á valinum hesaferð, og tað má vera ein álitisváttan til samstarvið. Tí haldi eg, at tað er ein góður møgu- leiki fyri, at vit kunnu halda fram, sigur Kristian Eli Zachariasen. Veljarar í ymiskumaldri Kristian Eli Zachariasen stillaði fyrstu ferð upp á løgtingsvalinum seinast, og tá fekk hann fleiri enn 70 atkvøður. Nú valdi hann so at royna seg í kommunalpol- itikki eisini, og hann varð valdur í fyrstu royndini – við 93 atkvøðum. – Eg havi havt góð fólk rundan um meg, sum hava hjálpt mær við val- stríðnum. Eg havi helst fingið nógvar atkvøður frá ungum fólki, men eg havi eina hóming av, at veljararnir hjá mær eru í ymiskum aldri, sigur hann. – Í øllum førum eru tað fleiri fólk, sum eg als ikki kenni, sum er komin til mín og hava sagt, at tey hava stemmað fyri mær. Kanska hevur okkurt av tí, sum eg havi ført fram í valstríðnum, gjørt mun. Kristian Eli Zacharisen tók sær av løttum eina løtu eftir valið týskvøldið, og tá vóru eisini stundir til ein breyðbita Mynd: Solby Eliasen C M Y K 9 8