Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. november 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 216 - 11. november 2004 Nr. 216 - 11. november 2004 7 Tjóðveldislistin fekk toppskoraran og tvey umboð í nýggja bygdaráðið, og ung kvinna endaði ovast á Fólkaflokslistanum KOMMUNUVAL Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Mest óvæntaða hendingin á kommunuvalinum í Gøtu var, at borgarstjórin sein- astu fýra árini, Halltóra Ranghamar, fall á valinum. Sambandslistin misti annan av sínum monnum, og tað gjørdist borgarstjór- in, sum reyk úr bygdaráð- num. Tað var bara ein at- kvøða millum hana og nýggjan mannin í bygda- ráðnum, Svenn Olsen. Tjóðveldisflokkurin hev- ur havt trupult við at vinna sær umboðan í bygdaráð- num í Gøtu, men hesaferð bar til. Handilsskúlastjórin Páll Isholm dróg lessið, og listin fekk tvey umboð. Páll gjørdist toppskorari, og Maud Poulsen, sum fólk Undir Gøtueiði høvdu tikið seg saman um at velja, var hitt umboðið. Roynd politisk familja Á fólkaflokslistanum gjørdist tað ein ung kvinna, sum var toppskorari. Men hóast Poula Gregersen er nýggj í politikki, so er hon av royndari politiskari familju. Langabbin Jóan Pauli, abbin Oddfríður og pápin Páll – allir við eftirnavnin- um Gregersen – hava verið borgarstjórar í Gøtu, og nú sleppur Poula at royna seg í bygdaráðnum. Á Javnaðarlistanum høvdu bæði Andrias Petersen og Pauli Jarnskor valt ikki at stilla uppaftur, og tí skuldu onnur fólk veljast. Tað gjørdust Oluffa Joensen, sum var á uttan- flokkalistanum seinast, og Hans Mourits Foldbo. Av teimum, sum vóru vald hesaferð, er tað bara Hans Mourits, sum býr í Norðragøtu. Hini búgva í Syðrugøtu og Undir Gøtu- eiðið. Tað er óvanligt, at býtið er soleiðs í bygdaráð- num. Tilflytari favorittur Nú fer telvingin um borgar- stjórasessin í gongd, og eitt av greiðu boðunum til hendan sessin er fyrst valdi limurin, Páll Isholm. Hann hevur ættarbond í Gøtu, men er tilflytari til bygdina. Hann er stjóri á Handilsskúlanum á Kambsdali og hevur búð í Gøtu í nøkur ár. – Eg skal ikki útiloka, at eg havi hug at gerast borg- arstjóri, men eg havi eisini eitt annað starv at hugsa um, og eg má fyrst fáa greiði á, um tað letur seg gera at samantvinna størv- ini, sigur Páll Isholm. – Tað er ein spennandi tíð fyri framman, og tí kundi verið áhugavert at verði borgarstjóri. Fasta sam- bandið til Norðoyggjar fer at skapa nógvan trafikk her, og tað er eisini neyðugt at betra um karmarnar hjá bæði vinnulívi og felagslívi í Gøtu, sigur Páll Isholm. Næstu dagarnir fara at vísa, um tað verður topp- skorarin á valinum, sum verður borgarstjóri, ella um politiska telvingin fer at hava okkurt annað við sær. Borgarstjórin fall í Gøtu Páll Isholm gjørdist tann stóri vinnarin á valinum í Gøtu Mynd: Jonhard Hammer Nakrir av bygdaráðslimunum avmyndaðir í Gøtu skúla beint eftir at valúrslitið var kunngjørt. Frá vinstru: Hans Mourits Foldbo, Maud Poulsen, Oluffa Joensen, Svenn Olsen og Steintór Jacobsen Mynd: Jonhard Hammer Poula Gregersen er fjórða ættarlið í Gregersen familjuni, sum er umboð í Gøtu kommunu. Frá vinstru: Páll Gregersen, Poula, Gregersen og Oddfríður Gregersen Mynd: Jonhard Hammer Heðin Zachariasen í Streymnesi gjørdist toppskorari til valið í nýggju Sunda Komm- unu við 120 atkvøð- um og fekk eina greiða álitisváttan frá veljarunum KOMMUNVAL Orð og myndir Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Heðin Zachariasen, borgar- stjóri í Hvalvíkar komm- unu, varð fyrst valdur á valinum til nýggju Sunda Kommunu. Heðin sigur við Sosialin, at tað fyrsta, hann fer at gera, er sjálvsagt at kalla tey, sum eru vald, saman. - Tað er av stórum týdn- ingi at skipa kommuna við formanni og nevndum, so- leiðis at umsitingin kann verða klár, tá kommunurnar verða lagdar saman 1. januar 2005. Sum nakað nýtt hjá teim- um, sum hava sitið í teim- um ymisku kommunustýr- unum, ið nú fara í søguna, er nevndararbeiði, og tað fer at gera bygdaráðsar- beiðið meira spennandi enn áður. Heðin bjóðar seg fram til borgarstjórastarvið, og ætl- ar sær at leggja upp til eitt breitt samstarv. Næstvaldur er Árni Dam við 93 atkvøðum, og síðani kemur Jógvan Mørkøre við 62 atkvøðum. Sofus Debes Johannesen, borgarstjóri við Gjógv fekk 40 atkvøður og fegnast um, at tað eydnaðist smáu komm-un- um at fáa umboðan í samanløgdu kommuni. Borgarstjórin í Haldars- víkar Kommunu, Pól Grunnveit, stillaði ikki uppaftur, men tjørnuvík- ingar stóðu sterkir um sín mann, og Asbjørn J. Djur- huus var valdur við 49 at- kvøðum. Av teimum trimum list- unum, sum stillaðu upp, varð listin hjá Heðini, listi C, tann sterkasti við 437 atkvøðum. Næstur kemur listin hjá Árna, listi B, við 263 atkvøðum og síðani kemur listin hjá Jógvani, listi A, við 242 atkvøðum. Tað eydnaðist ikki Lars Gunnari Dahl Olsen, borg- arstjóra í Saksun, at verða afturvaldur á valinum týs- dagin. Alt annað líka, kundi hann havt verið valdur við lutakasti, um saksuningar høvdu satsað upp á eitt valevni ístaðin fyri tvey. Tað eydnaðist tveimum kvinnum at verða valdar í nýggja bygdaráðið. Tær eru, Gurið Samuelsen úr Haldarsvík og Jana Mourit- sen úr Hvalvík. Hinir valdu eru: Kjartan S. Jensen, Oyri, Kim Dur- huus, Hósvík, Jónleif Sam- uelsen, Haldarsvík og Trúgvi K. Joensen, Hval- vík. Heðin Zachariasen toppskorari Nú stendur á gomlum nøglum. Spenningur var stórur á loftinum í húsunum, sum er keypt til kommunhús hjá nýggju Sundakommunu, á Oyrarbakka - Tað er av stórum týdningi at skipa kommuna við formanni og nevndum, soleiðis at umsitingin kann verða klár, tá kommunurnar verða lagdar saman 1. januar 2005, sigur Heðin Zachariasen, sum ætlar sær at leggja upp til eitt breitt samstarv Tað eydnaðist tveimum kvinnum at verða valdar í nýggja bygdaráðið. Tær eru, Gurið Samuelsen úr Haldarsvík og Jana Mouritsen, (til vinstru á myndini) úr Hvalvík. Jana og Gurið eru báðar 31 ára gamlar og vórðu konfirmerðar saman Hóast greitt var, so hvørt valúrslitini komu frá ymisku valstøðunum, hvørji fóru at verða vald, so var spenningur stórur til formaðurin í valnevndini, Heðin Olsen, kom við samlaða atkvøðuúrslitinum Samráðingarnar eru longu byrjaðar. Jóvan Mørkøre bjóðar Gurið Samuelsen onkran góðan sess, men hon sær heldur skeptisk út. Spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer og hvør fer at manna ymisku nenvdirnar í nýggja bygdaráðnum C M Y K 7 6