hósdagur 11. november 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 216 - 11. november 2004
Nr. 216 - 11. november 2004
7
Tjóðveldislistin fekk
toppskoraran og tvey
umboð í nýggja
bygdaráðið, og ung
kvinna endaði ovast á
Fólkaflokslistanum
KOMMUNUVAL
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Mest óvæntaða hendingin á
kommunuvalinum í Gøtu
var, at borgarstjórin sein-
astu fýra árini, Halltóra
Ranghamar, fall á valinum.
Sambandslistin
misti
annan av sínum monnum,
og tað gjørdist borgarstjór-
in, sum reyk úr bygdaráð-
num. Tað var bara ein at-
kvøða millum hana og
nýggjan mannin í bygda-
ráðnum, Svenn Olsen.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur havt trupult við at vinna
sær umboðan í bygdaráð-
num í Gøtu, men hesaferð
bar til.
Handilsskúlastjórin Páll
Isholm dróg lessið, og listin
fekk tvey umboð. Páll
gjørdist toppskorari, og
Maud Poulsen, sum fólk
Undir Gøtueiði høvdu tikið
seg saman um at velja, var
hitt umboðið.
Roynd politisk familja
Á
fólkaflokslistanum
gjørdist tað ein ung kvinna,
sum var toppskorari. Men
hóast Poula Gregersen er
nýggj í politikki, so er hon
av
royndari
politiskari
familju.
Langabbin Jóan Pauli,
abbin Oddfríður og pápin
Páll – allir við eftirnavnin-
um Gregersen – hava verið
borgarstjórar í Gøtu, og nú
sleppur Poula at royna seg í
bygdaráðnum.
Á
Javnaðarlistanum
høvdu
bæði
Andrias
Petersen og Pauli Jarnskor
valt ikki at stilla uppaftur,
og tí skuldu onnur fólk
veljast. Tað gjørdust Oluffa
Joensen, sum var á uttan-
flokkalistanum seinast, og
Hans Mourits Foldbo.
Av teimum, sum vóru
vald hesaferð, er tað bara
Hans Mourits, sum býr í
Norðragøtu. Hini búgva í
Syðrugøtu og Undir Gøtu-
eiðið. Tað er óvanligt, at
býtið er soleiðs í bygdaráð-
num.
Tilflytari favorittur
Nú fer telvingin um borgar-
stjórasessin í gongd, og eitt
av greiðu boðunum til
hendan sessin er fyrst valdi
limurin, Páll Isholm.
Hann hevur ættarbond í
Gøtu, men er tilflytari til
bygdina. Hann er stjóri á
Handilsskúlanum
á
Kambsdali og hevur búð í
Gøtu í nøkur ár.
– Eg skal ikki útiloka, at
eg havi hug at gerast borg-
arstjóri, men eg havi eisini
eitt annað starv at hugsa
um, og eg má fyrst fáa
greiði á, um tað letur seg
gera at samantvinna størv-
ini, sigur Páll Isholm.
– Tað er ein spennandi tíð
fyri framman, og tí kundi
verið áhugavert at verði
borgarstjóri. Fasta sam-
bandið til Norðoyggjar fer
at skapa nógvan trafikk her,
og tað er eisini neyðugt at
betra um karmarnar hjá
bæði vinnulívi og felagslívi
í Gøtu, sigur Páll Isholm.
Næstu dagarnir fara at
vísa, um tað verður topp-
skorarin á valinum, sum
verður borgarstjóri, ella um
politiska telvingin fer at
hava okkurt annað við sær.
Borgarstjórin fall í Gøtu
Páll Isholm
gjørdist tann stóri
vinnarin á
valinum í Gøtu
Mynd: Jonhard
Hammer
Nakrir av bygdaráðslimunum avmyndaðir í Gøtu skúla beint eftir at valúrslitið var kunngjørt.
Frá vinstru: Hans Mourits Foldbo, Maud Poulsen, Oluffa Joensen, Svenn Olsen og Steintór
Jacobsen
Mynd: Jonhard Hammer
Poula Gregersen er fjórða ættarlið í Gregersen familjuni, sum er umboð í Gøtu kommunu. Frá
vinstru: Páll Gregersen, Poula, Gregersen og Oddfríður Gregersen
Mynd: Jonhard Hammer
Heðin Zachariasen í
Streymnesi gjørdist
toppskorari til valið í
nýggju Sunda Komm-
unu við 120 atkvøð-
um og fekk eina
greiða álitisváttan frá
veljarunum
KOMMUNVAL
Orð og myndir
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Heðin Zachariasen, borgar-
stjóri í Hvalvíkar komm-
unu, varð fyrst valdur á
valinum til nýggju Sunda
Kommunu.
Heðin sigur við Sosialin,
at tað fyrsta, hann fer at
gera, er sjálvsagt at kalla
tey, sum eru vald, saman.
- Tað er av stórum týdn-
ingi at skipa kommuna við
formanni og nevndum, so-
leiðis at umsitingin kann
verða klár, tá kommunurnar
verða lagdar saman 1.
januar 2005.
Sum nakað nýtt hjá teim-
um, sum hava sitið í teim-
um ymisku kommunustýr-
unum, ið nú fara í søguna,
er nevndararbeiði, og tað
fer at gera bygdaráðsar-
beiðið meira spennandi enn
áður.
Heðin bjóðar seg fram til
borgarstjórastarvið, og ætl-
ar sær at leggja upp til eitt
breitt samstarv.
Næstvaldur er Árni Dam
við 93 atkvøðum, og síðani
kemur Jógvan Mørkøre við
62 atkvøðum. Sofus Debes
Johannesen,
borgarstjóri
við Gjógv fekk 40 atkvøður
og fegnast um, at tað
eydnaðist smáu komm-un-
um at fáa umboðan í
samanløgdu kommuni.
Borgarstjórin í Haldars-
víkar
Kommunu,
Pól
Grunnveit, stillaði ikki
uppaftur, men tjørnuvík-
ingar stóðu sterkir um sín
mann, og Asbjørn J. Djur-
huus var valdur við 49 at-
kvøðum.
Av teimum trimum list-
unum, sum stillaðu upp,
varð listin hjá Heðini, listi
C, tann sterkasti við 437
atkvøðum. Næstur kemur
listin hjá Árna, listi B, við
263 atkvøðum og síðani
kemur listin hjá Jógvani,
listi A, við 242 atkvøðum.
Tað eydnaðist ikki Lars
Gunnari Dahl Olsen, borg-
arstjóra í Saksun, at verða
afturvaldur á valinum týs-
dagin. Alt annað líka, kundi
hann havt verið valdur við
lutakasti, um saksuningar
høvdu satsað upp á eitt
valevni ístaðin fyri tvey.
Tað eydnaðist tveimum
kvinnum at verða valdar í
nýggja bygdaráðið. Tær
eru, Gurið Samuelsen úr
Haldarsvík og Jana Mourit-
sen úr Hvalvík.
Hinir valdu eru: Kjartan
S. Jensen, Oyri, Kim Dur-
huus, Hósvík, Jónleif Sam-
uelsen,
Haldarsvík
og
Trúgvi K. Joensen, Hval-
vík.
Heðin Zachariasen toppskorari
Nú stendur á gomlum nøglum. Spenningur var stórur á loftinum í húsunum, sum er keypt til kommunhús hjá nýggju Sundakommunu, á Oyrarbakka
- Tað er av stórum týdningi at skipa kommuna við formanni og nevndum, soleiðis at umsitingin kann verða klár, tá
kommunurnar verða lagdar saman 1. januar 2005, sigur Heðin Zachariasen, sum ætlar sær at leggja upp til eitt breitt samstarv
Tað eydnaðist tveimum kvinnum at verða valdar í nýggja bygdaráðið. Tær eru, Gurið
Samuelsen úr Haldarsvík og Jana Mouritsen, (til vinstru á myndini) úr Hvalvík. Jana og Gurið
eru báðar 31 ára gamlar og vórðu konfirmerðar saman
Hóast greitt var, so hvørt valúrslitini komu frá ymisku valstøðunum, hvørji fóru at verða vald,
so var spenningur stórur til formaðurin í valnevndini, Heðin Olsen, kom við samlaða
atkvøðuúrslitinum
Samráðingarnar eru longu byrjaðar. Jóvan Mørkøre bjóðar
Gurið Samuelsen onkran góðan sess, men hon sær heldur
skeptisk út. Spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer og
hvør fer at manna ymisku nenvdirnar í nýggja bygdaráðnum
C
M
Y
K
7
6