týsdagur 22. mai 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. mai 2018 · Nr. 57
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Nógv fremmandafólk eru aftur at
síggja í gøtunum í Føroyum – og tað
merkir, at summarið nærkast.
Tað er nógv sum bendir á, at
ferðafólkavinnan fer at mennast
enn meira. Tvey flogfeløg flúgva til
Føroya, og tað hevur millum annað
havt við sær, at tvey nýggj hotel
verða bygd í høvuðsstaðnum, eins
og tvey onnur hotel verða bygd út.
Onkur heldur, at hetta er ov
nógv av tí góða. Sjálvandi er av
bjóðingin hjá gitstingarhúsinum
at klára seg um veturin eisini.
Men tað skert ikki burtur, at vit
mugu venja okkum við, at alsamt
fleiri fremmandafólk verða at
síggja í Føroyum, bæði á bygd og
í bý.
Tað hevur sjálvandi sínar av
bjóðingar. Vit hava hoyrt um trup
ulleikarnar á smáplássum, eitt nú
í Saksun, í Tjørnuvík og í Mykinesi,
har tey nú hava skipað viðurskift
ini soleiðis, at avbjóðingarnar og
trupulleikarnir av ferðafólkum í
fuglalandinum verða avmarkaðar.
Tað hevur sjálvandi sínar av
leiðingar, at alsamt fleiri ferðafólk
velja at koma til Føroyar at vitja.
Men hinvegin so er tað eisini ein
alternativur vinnumøguleiki.
Um ferðvinnan kann gerast
eitt týðandi búskaparligt bein at
standa á, so eiga vit sjálvandi at
fara eftir tí møguleikanum. Men
tað merkir ikki, at vit skulu lata alt
um okkum lynda.
At trupulleikin er størri eitt nú í
Saksun enn í Havn er eyðsæð. Og at
vinnumøguleikarnir eru størri við
ferðafólkum í høvuðsstaðnum enn
úti á smáplássum, har ferðafólkini
koma og fara upp á stutta tíð, er
eisini eysæð. Avbjóðingin er tí at
finna fram til, hvussu alt landið
kann fáa gagn av ferðavinnuni.
Góðu samferðslumøguleikarnir
gera, at nógv av ferðafólkunum
velja Havnina sum útgangsstøði.
Tað hevur við sær, at vinnumøgu
leikarnir verða nógv størri í Havn
enn kring landið. Tað fáa vit valla
gjørt so nógv við. Men tí krevur
tað meira av landsmyndugleik
unum at vera við til at skipa við
urskiftini úti um landið soleiðis,
at
trupulleikarnir
ikki
verða
so stórir. Spurningurin er bara,
hvussu tað kann gerast. Valla fáa
vit noytt ferðafólkini út á bygd
at brúka pengar, tað kundi verið,
at landsmyndugleikanir kundu
hjálpt til soleiðis, at ferðavinnan
kundi ment seg burðardygt úti á
smáplássunum – serliga á teimum
plássunum, sum eru best umtóktu
ferðamálini. Tað hevði eisini borið
til at birt undir, at onnur øki eisini
kunnu mennst til vælumtókt
ferðamál.
Jú tað eru stórar avbjóðingar.
Og jú vit skulu vera varin. Men
vit kunnu kki steðga menningini
– men vit eiga stýra henni, so øll
í Føroyum fáa gleði og gagn av
ferðavinnuni.
Avbjóðingin er at fáa vinnuna
at geva avkast kring landið
FERÐAVINNAN SUM HITT BEINIÐ
Føroya
Bjór 130
ár í ár
TÍÐINDI
SÍÐA 12-12
Ljós er
slokna –
Pimmi er
farin
MINNINGARORÐ
SÍÐA 18
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Borgarstjórin
í Havn hevur
upptjent fulla
pensjón. Gongst
sum ætlað fær
hon 15% afturat
Fyri fyrstu ferð nakrantíð
fær Unga Tjóðveldi umboð
í Tórshavnar Býráð. Bæði
Gunvør Balle og Turið Horn
hava biðið sær farloyvi til
fundin hósdagin, tá býráðs
limir fara at samtykkja at
hækka sínar egnu lønir. All
ir býráðslimir skulu hava 15
prosent omaná í pensjón, og
borgarstjórin skal hava 20
prosent í lønarhækking og 15
prosent í pensjónshækking.
Fyrsti varamaður hjá Tjóð
veldi er Jógvan Arge, sum
hevur verið í býráðnum áður.
Annar varamaður er Tráin
Nónklett, sum var valevni hjá
Unga Tjóðveldinum.
Fyrsta uppgáva hansara
verður at taka støðu til, um
eitt grundstykki í Kaldbak
skal seljast fyri 8.630,50 kr bí
ligari, enn Tórshavnar komm
una hevði ætlað.
Annað málið, hann skal
viðgera, er um lønirnar hjá
borgarstjóranum og býráðs
limunum skulu hækka.
Politikararnir hjá Fólka
flokkinum og Tjóðveldi ætla,
at borgarstjórin skal hava
eina lønarhækking upp á
góðar 12.000 kr. Hann skal ikki
longur fáa tænastumanna
pensjón, sum kostar 110 pro
sent av lønini í tey átta árini,
eitt
landsstýrisfólk/borgar
stjóri situr í starvinum.
Annika Olsen hevur verið
landsstýrisfólk í 7 ár og borg
arstjóri í 1,5 ár. So tað almenna
hevur ongar útreiðslur av
henni, um hon heldur fram
við tænastumannapensjón. Tí
verður tað ein eyka útreiðsla
upp á slakar 24.000 kr, um bý
ráðið samtykkir at geva henni
15 prosent í eftirløn + stóru
lønarhækkingina upp á +20%.
– Tráin Nónklett! Vís nú, at
stirðil er í Unga Tjóðveldinum.
Politikarar elska at geva sær
sjálvum serrættindi og løn
arhækkingar. Tú hevur møg
uleikan sum 7. atkøvðan í bý
ráðnum at fella hetta málið
– sum tínir felagar royna at
lirka ígjøgnum politisku skip
anina. Vís at ungdómurin
hugsar øðrvísi!
Fer Unga Tjóðveldi at hækka
lønir hjá politikarum?
Kendi
rógvari
Livar
Nysted
hevur
boðað
frá á Facebook
síðu
sínari,
at
hann ætlar sær
at rógva einsa
mallur frá Grand
Canaria til An
tigua í Caribia
– vónandi í 2020.
Áður hevur hann
mangan ró lang
ar teinar við øðrum, men
hesaferð ætlar hann sær at
gera tað einsamallur.
– At gera tað einsamallur
er tað ultimativa. Sjálvandi
fái eg hjálp frá nógvum í
fyrireikingunum, men tá
eg siti við árunum so er tað
bara eg, og eg má taka allar
avgerðirnar sjálvur, sigur
Livar Nysted í morgun.
Og tann størsta einstaka
avbjóðingin er uttan iva, at
Livar skal vera isoleraður
frá øðrum fólki í tríggjar,
fýra mánaðir.
– Eg komi at hava telefon
samband so eg kann ringja
heim, men tú hevur ikki
nakra samrøðu við nakran,
sum situr framman fyri tær.
Tú ert einsamallur mitt úti á
havinum. Tað verður ein av
bjóðing, men eg trívist væl í
mínum egna selskapi, sigur
Livar Nysted.
Leiðin frá Grand Can
aria til Antigua er merkt
av orkanum í ávísum tíð
arskeiðum av árinum og tí
ræður um at velja rætta tíðs
punktið at leggja frá landi.
– Um eg klári at vera
liðugur við alt fyrireikingar
arbeiðið áðrenn januar í 2020,
so fari eg tá. Man er noyddur
at leggja túrin eftir orkan
sesongini, so tað skal vera í
januar ella har á leið, sigur
Livar Nysted, sum nú fer
undir fyrireikingararbeiðið –
tað verði seg bæði kropsliga,
fíggjarliga og tá umræður
neyðuga útgerð.
Størsta avbjóðingin
er at vera einsamallur
Sum tungan á vágskálini kann umboðið hjá Unga Tjóðveldi
num, Tráin Nónklett, stegða ætlanunum um at hækka lønina
hjá Anniku Olsen 35 prosent og hjá hinum 12 býráðslimunum
15 prosent
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin