Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. mai 2018 · Nr. 57 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Áki Bertholdsen – Hetta kostar Lands­sjúkra­ húsinum stórar upphæddir hvørt einasta ár. Tað staðfestur Johan Jans­son, læknastjóri á Lands­sjúkrahúsinum. Og tað, hann sipar til, er, at tað er heilt vanligt, at fólk, sum fáa tíð at møta til kann­ingar og viðgerðar á Lands­sjúkrahúsinum, møta ikki upp – uttan at siga frá framman­undan. Johan Jansson sigur, at tølini vísa, at tað eru upp í 15 prosent av sjúklingum, sum hava fingið boð at møta til kanningar og viðgerðar, ikki møta upp, uttan at boða frá frammanundan. Hann sigur, at tað er ikki á nøkrum ávísum øki, at fólk ikki møta upp, tí tað er á øllum serøkjum á Lands­sjúkrahúsinum, bæði á psykiatrisku deild, eygna­ deild­ini, ortopedisku deild, o.s.fr. Kostar nógvar pengar Johan Jansson sigur, at hetta er ein trupulleiki, sum kost­ar Landssjúkrahúsinum rætti­ liga nógvar pengar hvørt einasta ár, og sum er ein forðing fyri, at tey fáa gagn­ nýtt játtanina sum best. –  Tá ið fólk ikki møta upp, uttan at siga frá, fáa hvørki læknarnir, og hini starvs­fólkini á Lands­sjúkra­ húsinum, ikki arbeitt, sigur hann. Hann sigur, at høvdu fólk sagt frá frammanundan, tá ið teimum barst frá at møta til kanningar ella viðgerðar, hevði Landssjúkrahúsið fing­ið kannað og viðgjørt mun­andi fleiri fólk enn støðan er nú. – So høvdu tað nevniliga verið aðrir sjúklingar, sum kundu fingið gagn av tíðini, sum nú annars fer fyri skeyti, og tað hevði eisini fingið bíðilistar at minka. Læknastjórin sigur, at tað er ongin ítøkilig upp­gerð yvir, hvussu stórar upp­ hæddir hetta kostar Lands­ sjúkra­húsinum, tí fyri at fáa eina slíka uppgerð, skal hvørt serøki sær, kannast og tað hava tey ikki gjørt. Long bíðitíð er ein orsøk Johan Jansson dugir illa at meta um, hví fólk ikki møta upp til kanningar og viðgerðir. Men hann heldur kortini, at ein høvuðs­orsøk er, at viðhvørt eru bíði­tíðir­ nar rættiliga langar frá tí, at fólk fáa eina fráboðan um at møta á Landssjúkrahúsinum, til tey í roynd og veru skulu møta. – Í summum førum kun­ nu tað ganga mánaðir, og onkurtíð eisini ár, frá tí at sjúkrahúsið sendur fólki inn­ kalling til eina viðgerð ella eina kanning, til móttakarin skal møta upp, og so gloyma fólk tað rætt og slætt, heldur hann. Men hann heldur eisini at ein orsøk til, at fólk ikki møta upp, er, at tey broyta mein­ing frá tí at biðja um tíð, til tey skulu møta – og so lata tey bara vera við at møta upp, uttan at siga frá. Ymsar loysnir Varastjórin sigur, at tey royna at seta tiltøk í verk fyri at bøta um støðuna. Eitt er at Landssjúkrahúsið roynir at kunna um trupul­ leik­an. Men tey arbeiða eisini við at fáa eina skipan, so at fólk, sum hava tíð á Landssjúkrahúsinum, stutt áðrenn tey skulu møta, fáa eini sms boð áminn­ing á avtaluna við Lands­sjúkra­ húsið. Slíkar sms skipanir eru heilt vanligar. Bæði tann­ læknar og bilaverkstøð hava slíkar skipanir, har fólk fáa sms við áminning um at møta til tíðina. Men Johan Jansson sigur, at eftir øllum at døma er hetta ein skipan, sum er rætti­liga trupul at seta í verk fyri Landssjúkrahúsið, tí enn hava tey ikki fingið tað at rigga. Hann hvørki veit, ella skil­ur, hvat trupulleikin er, men hinvegin heldur hann, at tað eigur sjálvandi at bera til at gera eina slíka sms skip­ an. Og hann sigur, at tað má fáast í lag. Arbeitt verður eisini við at gera eina skipan, har Lands­sjúkrahúsið ringir til fólk at minna tey á tíðirnar. Og samstundis heldur hann, at ein spyrja tey, sum skulu til kanningar ella viðgerð, um tað ber til hjá teimum at vera á einum lista yvir fólk, sum kun­nu møta við heilt stuttari freist, tá ið onkur gevur av­ boð, uttan at siga frá. HVØRT ÁR FER NÓGVUR PENINGUR FYRI SKEYTI MØTA IKKI UPP Tað er ein stórur trupulleiki á Landssjúkrahúsinum at fólk ikki møta upp TIL SPILLIS Tað fara nógvir pengar ímillum skins og hold á Landssjúkrahúsinum hvørt einasta ár, tí at fólk ikki møta upp, uttan at siga frá, tí tá fer nógv til til spillis hjá bæði læknum, og øðrum starvsfólkum Tað er á øllum serøkjum á Landssjúkrahúsinum