Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 23. mai 2018 · Nr. 57 TÍÐINDI Áki Bertholdsen Kvinnur taka rættiliga væl undir við tilboðnum um reglu­ligar kanningar fyri krabba­mein um bróstunum. Tað sigur Johan Jans­son, læknastjóri á Lands­sjúkra­ húsinum. Tað hevur annars ljóð­ að, at tað eru alt ov fáar kvinn­ur, sum taka av hes­ um tilboðnum, men tað av­ sannar læknastjórin. Hann vísir á, at í fjør fingu stív­liga 2300 kvinnur tilboð um at verða kannaðar og av teim­um tóku stívliga 1900 av til­boðnum og lótu seg kanna. Tað er yvir 82 prosent av kvinn­unum, og tað verður mett at vera eitt gott úrslit. Í Danmark, har tey eisini hava slíkar kanningar, siga tey, at taka 75 prosent av kvinn­ unum av tilboðum, er tað eitt nøktandi úrslit. Avgjørt nøktandi Men í Føroyum er tað í roynd og veru væl meiri enn 82 pro­ sent av kvinnunum, sum gera vart við seg, tí tað er eisini eitt ávíst tal, sum ikki møt­ir av ymsum orsøkum. Johan Jansson sigur, at vit skulu ikki gloyma, at talan er um eitt tilboð til allar kvinnur ímillum 50 og 69 ár, og tað eru nakrar, sum ikki taka av. Í fjør vóru tað stívliga 140 kvinn­ur, ella gott seks pro­ sent av teimum, sum fingu til­boðið, sum svaraðu aftur, at tær ikki taka av. Harafturat vóru tað gott og væl 20 kvinnur, sum gjørdu vart við, at tær vóru flutt­ar uttanlands og at til­ boð­ið tí ikki var við­kom­andi fyri tær. Johan Jansson sigur, at samanumtikið vóru tað 250 av kvinnunum, sum fingu tilboðið um mammo­grafi­ kanning í fjør, sum ikki møttu upp, og sum heldur ikki boðaðu frá framman­ undan, at tær ikki fóru at møta. Tað eru 11 prosent av teimum stívliga 2300 kvinnun­um, sum fingu til­ boð um kanning. Hann sigur, at hóast talið á kvinnum, sum møta upp til kanningar, av­gjørt er nøktandi, er tað heldur ikki yvir at dylja, at tað er ein stór útreiðsla fyri Landssjúkrahúsið, at kvinn­ ur bara lata sum einki, og ikki møta upp, uttan at boða frá. –  Men samanumtikið mugu vit staðfesta, at hetta er eitt væleydnað til­tak, sigur lækna­stjórin á Lands­ sjúkra­húsinum. Hann sigur, at skal nakað skil vera í at hava fyri­byrgjandi kanningar av hesum slagi, eiga tey at fylgja ávísum leiðreglum fyri, hvussu nógvar kvinnur taka av tilboðnum, men í hes­um sambandi eru tey før­ oysku tølini góð, tá ið yvir 82 prosent av kvinnunum taka av. Eitt barometur fyri, hvussu væl ein kanning á ein­um sjúkrahúsið eydnast, er, hvussu skjótt tey, sum eru kann­að, fáa svar. Og í sambandi við mammo­grafi­kanningarnar á Landssjúkrahúsinum, vísa hag­tølini hjá sjúkrahúsinum, at yvir 95 prosent av kvinnun­um høvdu longu fingið svar, áðrenn 10 dagar vóru farnir frá tí at tær vórðu kannaðar. Í Danmark eru tey nøgd, tá ið umleið 80 pro­sent fáa svar, áðrenn 10 dag­ar eru farnir. Funnu krabbamein Johan Jansson vísir eisini á, at kanningarnar hava eisini givið úrslit. Av teimum stívliga 1900 kvinnun­um, sum vórðu kann­aðar í fjør, vórðu vóru yvir 60 kvinnur, ella góð 3,3 pro­sent, boðsendar aftur til ná­greiniligari kanning. Og tølini hjá Lands­ sjúkra­húsinum vísa eisini, at kanningarnar hava eisini gjørt mun, tí læknarnir stað­festu krabbamein hjá 14 av kvinnunum, sum vóru til kanningar, og tær vórðu síða­ni settar í viðgerð. Læknarnir staðfestu krabbamein hjá 14 av kvinnunum Tað verður mett at vera eitt gott úrslit 5600 kvinnur Vit eru væl nøgd við úrslitið MAMMOGRAFI Kvinnur taka væl undir við tilboðnum um at verða kannaðar regluliga fyri krabbamein í bróstunum, sigur læknastjórin á Landssjúkrahúsinum Tað var í 2015 at avgerð varð tikin um, at bjóða øll­ um kvinnum ímillum 50 og 69 ár at fáa regluligar, fyribyrgjandi kanningar fyri bróstkrabba. Kvinnurnar verða kannaðar annað­hvørt ár og tað er Lands­sjúkra­ húsið, sum stendur fyri kanningunum. Talan er um einar 5.600 kvinnur í Føroyum í hesum aldri­ num, sum sostatt fáa til­ boð um regluligar mam­ mo­grafikanningar. Mannagongdin er at býta kvinnurnar í bólkar og at boða teimum til kanningar í fýra um­ førum hvørt ár, so­leiðis at eftir tveimum árum eru allar kvinnur kannaðar, og so verður byrjað av nýggjum. Fyrstu kvinnurnar komu til kanningar sein­ ast í februar fjør og í fjør vóru tilsamans trý um­ før. Tað merkir, at í fyrsta ársfjórðingi næsta ár, hava allar kvinnur í aldri­ num fingið tilboðið fyrstu ferð – og so verður byrjað um aftur. GOTT ÚRSLIT Átakið at bjóðað øllum kvinnum í Føroyum ímillum 50 og 69 ár, regluliga kanning fyri bróstkrabba, er væleydnað, sigur Johan Jansson, læknastjóri