hósdagur 11. november 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 216 - 11. november 2004
Nr. 216 - 11. november 2004
11
So er valið av, og ikki kann annað sigast enn, at
valið var ein sigur fyri fólkaræðið, um hugsað
verður um valluttøkuna. Valluttøkan var størri
enn nakrantíð, og hetta kann bert merkja, at
borgararnir taka lokala demokratiið í stórum
álvara. Hetta er gott, og gott er tað eisini, at
avgerðir veljarana yvirhøvur vóru sera greiðar.
Hetta má einhvør ásanna, uttan mun til, um
einum dámar úrslitið ella ikki.
Í gjár reistu vit spurningin, hvørt eitt føroyskt
kommunuval kann nýtast sum eitt slag av veljara-
kanning ella ikki. Venda vit aftur til hendan
spurning her, so er hann framvegis ógreiður. Taka
vit t.d. valini í Vági og á Tvøroyri, so skuldu tey
víst ávikavist misálit á Tjóðveldisflokkin og stórt
álit á Javnaðarflokkin. Fara vit hinvegin til Havn-
ar, so kann valið har tulkast sum ein álitisváttan
til Tjóðveldisflokkin, sum er í andstøðu á løg-
tingi. Sama kann um Fólkaflokkin sigast, og hes-
in situr sum kunnugt í samgongu. Eitt annað
dømi er Sambandsflokkurin, sum fór aftur í nøkr-
um býum, fyri síðan at hava stóra framgongd í
øðrum býum sum t.d. á Tvøroyri.
Sostatt er tað sera ivasamt, hvørt bygda- og bý-
ráðsvalið yvirhøvur hevur nakað landspolitiskt
signalvirði. Valið snúi seg fyrst og fremst um
um lokalpolitikk og um leiklutin hjá lokala
demokratinum. Tað er tó ikki óhugsandi, at
landspolitikkarar fara at skeita eftir kommunalu
valúrslitunum, tí tey eru veruliga sera áhuga-
verd í ávísum býum og serstakliga í teimum
samanløgdu kommununum.
Nú er tann stóri spurningurin, hvussu valdsbýtið
verður á teimum stóru plássunum. Her er einki
givið uttan á Tvøroyri, á Sandi og í Skopun. Í
Vági, í Klaksvík og í Tórshavn stendur hesin
spurningur opin. Tað er lítið at ivast í, at Tjóð-
veldisflokkurin, sum hevði eitt framúr gott úrslit
í Havn, fer at gera alt til tess at koma framat
valdinum. Spurningurin er bert, hvønn prís
flokkurin skal rinda, og her er nokk eingin ivi
um, at Tjóðveldisflokkuirn má gloyma alt um
borgmeistarapostin, um hann skal sleppa inn í
varman. Tað er lítið sannlíkt, at stóri atkvøðus-
lúkur floksins letur sær lynda minni enn hetta
starv. Sostatt er valið í Havn enn sera spennandi.
Mest sannlíkt er tó, at gamla samgonga heldur
fram møguliga styrkt við Javnaðarflokkinum.
Tað hevði ivaleyst verið ein sterk og arbeiðsfør
samgonga, sum hevði havt tann fyrimun, at hon
varð hálað eitt sindur inn ímóti miðjuni.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Valið
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Tak Lisbeth
Leif Jacobsen,
folketingskandidat for
Minoritetspartiet
Jeg vil først rette en tak til
Lisbeth L. Petersen for
hendes hurtige reaktion, i
forbindelse med de skatte-
mæssige problemer, jeg
kom ud for, da jeg flyttede
til Danmark.
Sagen var nemlig den, at
jeg i første halvår af 2003
havde tjent 29.000 kroner,
mens jeg boede på Færø-
erne. I andet halvår tjente
jeg 196.000 kroner. Da jeg
flyttede til Danmark den
1.7.2003, mente skatte-
væsnet
i
Albertslund
Kommune, at jeg skulle
betale skat, som om jeg
havde tjent 392.000 kroner
og så dele dette beløb med
2, ifølge skattelovens § 14.
Men det gav jo som res-
ultat, at jeg skulle betale
cirka 17.000 kroner mere,
end hvis der havde været
foretaget en skatteberegn-
ing af, hvad jeg virkelig
havde tjent: 225.000 kroner
(29.000 og 196.000).
På skattekontoret fik jeg
først et forslag om, at jeg
skulle betale 8.000 kroner i
ekstra skat. Da jeg klagede
over det, blev det nedsat til
3000 kroner. Så klagede jeg
igen, og endnu engang blev
min skat ændret, nu fik jeg
3.000 kroner tilbage. Men
her kom så Lisbeth ind i
billedet, som en frelsende
engel, idet hun havde hen-
vendt sig skatteministeriet,
som kunne fortælle, at den
1.4.2004 trådte et EU-
direktiv i kraft, og hermed
blev skattelovens § 14 sat
ud af kraft.
Nu skal skatteberegning-
en foretages ud fra, hvad
man reelt har tjent, lige-
gyldigt om de er tjent på
Færøerne eller i Danmark.
I første omgang påstod
skatteforvaltningen i Al-
bertslund, at loven ikke
havde
tilbagevirkende
kraft. Men det er forkert,
idet der i bemærkningerne
står, at man kan få foretaget
en ny vurdering af sin skat
helt tilbage til 1998.
Det 4. og sidste forslag til
skat for 2003 blev, at jeg
har fået mere end 9.000
kroner tilbage. Altså en
forskel på 17.000 kroner
fra det første forslag til det
fjerde forslag. Hvis jeg
havde godtaget forslag 1, 2
eller 3, tvivler jeg på, at de
af egen kraft havde hen-
vendt sig til mig igen.
Derfor vil jeg opfordre
alle, som har skiftet folke-
registeradresse
mellem
Danmark
og
Færøerne
siden 1998 om at henvende
sig til skattemyndigheden i
Danmark. Jeg er nok ikke
den eneste, der har haft
dette problem.
Problemet for kommun-
erne i Danmark er, at de
under det borgerlige styres
skattestop, har svært ved at
få enderne til at hænge
sammen, og har derfor ikke
andre muligheder, end at
føre en stram politik over-
for borgerne. Et tydeligt
eksempel på dette er, at
hver fjerde, der klager over
ikke at have fået, hvad de
mener at være berettiget til
ifølge sociallovgivningen,
får ret i, at de får for lidt
udbetalt.
Endnu en gang: tak
Lisbeth.
Til sidst, kan jeg ikke
lade være med at komme
med en kommentar til den
religiøse genoplivning i
forbindelse med det netop
afholdte præsidentvalg i
USA og kommunevalget
her på Færøerne.
Vil vi virkelig leve efter
Luthers lære, hvis sam-
fundsopfattelse ser menn-
esket, som et »farligt rov-
dyr«, som skal holdes i
lænker, og som passivt skal
affinde sig med og under-
lægge sig enhver myndig-
hed, uanset hvor uretfærdig
denne måtte synes - fordi
myndighederne ses som
Guds
»tugtemestre
og
bødler«.
Nej heldigvis ikke. Kræv
din ret og tro på dig selv.
TÍÐINDASKRIV FRÁ
FØROYAR PRO VITA
Aftur í ár skipar Føroya Pro
Vita fyri evnisdegi, har
ymisk evnir viðvíkjandi
fosturtøku verða viðgjørd
og lýst meira nágreiniliga.
Hetta er ein einastand-
andi møguleiki hjá øllum
sum hava áhugað í fostur-
tøkuspurninginum, at fáa
meira at vita. Evnisdagurin
er viðkomandi fyri polittik-
arar, lógarsmiðir, starvsfólk
innan heilsuverkið, mamm-
ir, pápar, prestar, sam-
komuleiðarar, tíðindafólk
og fólk sum hava verið við
í kjakinum.
Í kjalarvørrinum av fost-
urtøkukjakinum í seinast-
uni, hevur Pro Vita valt at
lýsa avleiðingarnar sum
standast av fosturtøku. Av-
leiðingarnir av fosturtøku
hava ikki verið frammi í
kjakinum, og til at lýsa
hetta evni nærri, fara hjún-
ini, Elisabeth og Carl Suk-
kot frá Tilflugten í DK, at
halda tveir fyrilestrar undir
heitinum:
– Hví fáa nakrar kvinnur
sálarligar trupuleikar av
fosturtøku, og aðrar ikki ?
– Hvørja ávirkan hevur
fosturtøka á familjuna ?
Evnisdagurin
verður
hildin
í
Útvarpshøllini
leygardagin 13. nov. Byrja
verður kl. 10.00 við morg-
unkaffi.
Evnisdagurin
er
al-
mennur og ókeypis.
Øll eru hjartaliga væl-
komin.
Evnisdagur um fosturtøku
Býráðsvalið týsdagin
hevði nakað av út-
skifting við sær.
Serliga merkisvert var
kanska, at tríggir
mans vórðu útskiftir
við tríggjar kvinnur.
Heldur óvæntað
verða nevniliga ikki
færri enn seks av
trettan býrðáslimum,
kvinnur
VALIÐ 04
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Annika Olsen
Fólkaflokkurin, sum hevur
gjørt rættiliga nógv fyri at
profilera Anniku Olsen,
fekk eisini bonus fyri tað.
Annika kom inn við 244
atkvøðum, og er sostatt
nýggj í býráðnum. Seinasta
valskeið sat Jákup Suni
Joensen fyri Fólkaflokkin,
men hann stillaði ikki
uppaftur hesuferð. Annika
Olsen tók, við sínum 244
atkvøðum, hansara sess.
Beata L. Samuelsen
Beata L. Samuelsen varð
endurvald av sambands-
veljarunum.
Hon
misti
tríggjar atkvøður í mun til
seinasta val, men hetta var
kortini nóg mikið til at
tryggja henni ein sess í bý-
ráðnum. Eina løtu hekk hon
í einum klønum tráð, tí tað
var óvist hvørt Sambands-
flokkurin ella Javnaðar-
flokkurin fór at fáa tann
triðja býráðssessin. Ì sein-
astu løtu fall hann til sam-
bandið, og harvið varð
Beata endurvald við 207 at-
kvøðum.
Katrin og Elin
Javnaðarflokkurin gjørdi
eitt veruligt hál, reint
kvinnupolitiskt. Javnaðar-
flokkurin vann sær tvey
umboð á ting, og tað vísti
seg at vera tvær kvinnur.
Katrin Dahl Jacobsen, sum
av álvara gjørdi eitt met-
stórt hál við 583 persón-
ligum atkvøðum, var topp-
skorari av øllum teimum
kvinnuligu valevnunum, og
samanlagt gjørdist hon nr.
3, frammanfyri Jan Christ-
iansen.
Elin
Lindenskov
var
endurvald, hóast hon hevði
eina stóra afturgongd í at-
kvøðum. Við seinasta val
fekk hon knappar 400 at-
kvøður, meðan hon hesa-
ferð fekk 238. Ein aftur-
gongd uppá knappar 160
atkvøður, men tó nóg mikið
til at koma inn.
Hildur og Marin Katrina
Tjóðveldisflokkurin fekk,
kanska heldur óvæntað,
stóra
framgongd.
Stóri
vøksturin av atkvøðum gav
úrslit, tí Tjóðveldið vann
eitt umboð afturat. Hildur
Eyðunsdóttir, sum eisini sat
seinasta
valskeið,
varð
endurvald
við
288
atkvøðum í mun til 334
seinast. Ein lítil afturgongd
uppá 46 atkvøður.
Ein
av
teimum,
sum
allarhelst hevur tikið nakrar
av atkvøðunum frá Hildur,
man ivaleyst vera nývalda
Marin Katrina Frýdal, sum
var beint í hølunum á
Hildur, við 286 atkvøðum.
Ógvuliga óvæntað, av eini
higartil
púra
ókendari
kvinnu í býaðspolitikki.
Næstan helvtin
Alt í alt má nú staðfestast,
at tað sær út til, at tosið um
at fáa fleiri kvinnur í
politikk endiliga er farið at
endurspeglast í kynsbýtin-
um á teimum valdu.
Við seks kvinnuligum
umboðum av trettan, er
hugsandi, at býráðspolit-
ikkurin fer at verða broyttur
eitt vet. Í valstríðnum hevur
fleiri ferðir verið ført fram,
býráðspolitikkurin er ógvu-
liga mannfólkadominerað-
ur, tí so fáar kvinnur hava
verið valdar, at tað hevur
verið torført hjá teimum at
gjørt sína ávirkan galdandi.
Spennandi verður nú at
síggja, um broyting kemur
í. Hvørt valdu kvinnurnar
fara at leggja dent á at
standa saman um nøkur
mál ella um tær einans fara
at arbeiða partapolitiskt.
Avbera gott kvinnuval í Havnini
Nývalda Marin
Katrina Frýdal úr
Tjóðveldisflokkinum
heldur, at nógvu gøl-
urnar, serliga í byggi-
málum, hava kostað
fráfarnu samgonguni
dýrt. – Og stríðið
ímillum Tobba og
Høgna fekk øvugta
ávirkan á valið, enn
frammanundan varð
hildið, segði hon
VALIÐ 04
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Marin Katrina Frýdal er
ikki nøkur kend kvinna
innan býráðspolitikk. Men
hóast tað er fyrstu ferð, at
hon stillaði upp, slapp hon
inn sum nummar fýra á
tjóðveldislistanum.
Hon
hevði bert tvær atkvøður
minni enn Hildur Eyðuns-
dóttir, sum kom inn sum
nummar trý.
Sjálv heldur Marin Katr-
ina Frýdal, at greinarnar,
sum hon hevur skrivað
hava gjørt størsta munin.
– Eg havi skrivað rætti-
liga nógv í seinastuni, og
fólk hava sikkurt tikið und-
ir við tí. Eg havi lagt stóran
dent á at fáa opinleika og
virðing inn í politikkin.
Bæði ímillum politikararn-
ar, men so sanniliga eisini
mótvegis
borgarunum,
segði ein glað Marin Katr-
ina Frýdal, beint eftir, at
úrslitið var kunngjørt, og
legði afturat, – Hóast eg
búgvi í Havn, so eri eg av
Velbastað, og har fekk eg
eisini nógvar atkvøður. Tað
gjørdi sítt til, at eg kom so
høgt upp, segði hon.
Rættlag á byggi-
ætlanirnar
Marin Katrina segði, at í
framtíðini má skil fáast á
byggiætlanirnar
í
kommununi.
– Tað hava verið gølur
aftaná gølur, serliga í
byggimálum, ímeðan und-
anfarna samgonga sat. Har
varð hugsað ov lítið, tá bygt
varð, og tað hevur allarhelst
eisini kostað Sambands-
flokkinum, sum gekk nógv
aftur. Vit mugu avgjørt fáa
rættlag á byggimál, stað-
festi hon.
Spurd, um hon heldur at
gølan í Tjóðveldisflokkin-
um hevði nakra ávirkan á
valið, svaraði Marin Katr-
ina, at tað jú vísti seg at
verða júst tað øvugta av,
hvat fólk væntaðu sær.
– Stóra stríðið var eitt
persónsmál ímillum Tobba
og Høgna. Tjóðveldisflokk-
urin er so ómetaliga nógv
meiri enn tað, og tað veit
veljarin eisini væl, segði
Marin Katrina Frýdal. – Nú
mugu vit bara vísa veljar-
anum, at vit eru álitið verd.
Hon segði seg tí vóna at
sleppa í samgoguna.
– Um tú ikki situr í sam-
gonguni, fært tú einki út-
rættað. Tað hevur tí alt at
siga at koma í samgonguna,
og persónliga eri eg tilreið-
ar at ofra borgarstjórasess-
in, um tað er tað sum skal
til, fyri at koma í samgong-
una, segði ein avgjørd
Marin Katrina Frýdal at
enda.
Katrin Dahl Jacobsen,
sum gjørdist akkurát
ov stutt til løgtings-
valið, eftir at hava
sitið á tingi í 6 ár,
hevur nú fingið eina
dygga álitisváttan frá
veljarunum. Hon fekk
nevniliga trið flestar
persónligar atkvøður
í Havnini
VALIÐ 04
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
– Tað var ómetaliga spell at
vit ikki fingu triðja um-
boðið eisini, tað manglaði
so ómetaliga lítið í. So tað
er eitt sindur ergriligt var
fyrsta viðmerkingin frá
Katrin Dahl Jacobsen, eftir
valið.
Katrin segði víðari, at tað
er ilt at siga, hvat hon hevði
væntað sær undan valinum,
tí fólk velja øðrvísi, tá tað
er býráðsval.
– Men eg taki hetta í
øllum førum sum eina
dygga persónliga álitisvátt-
an, og eg eri ógvuliga,
ógvuliga
fegin,
segði
Katrin Dahl Jacobsen, júst
eftir, at persónligu atkvøð-
urnar vórðu kunngjørdar.
Komandi valskeið
– Eg havi hópin av tingum,
sum eg nú ætli mær at fara
at arbeiða við. Fyrst haldi
eg, at vit mugu royna at
leita eftir semjum, tí tað eru
fleiri ting, sum allir flokkar
eru samdir um. T.d. eldra-
økið og ungdómurin í
Havnini, sum hevur verið
eitt sindur forsømdur. Og
so havi eg eitt hjartamál,
sum er skúlin, greiddi
Katrin frá.
Hon segði, at hon, meðan
samgongusamráðingarnar
fara fram, ætlar sær at gera
alt
fyri
at
koma
í
samgonguna.
Spurd um hon hevur
nakra ávísa nevnd, sum hon
kundi hugsað sær at komið
í, var svarið, at hon so at
siga kundi hugsað sær at
komið í hvørja nevnd, tað
skuldi verið.
– Tað er so sera umráð-
andi at vera við í tí partin-
um, sum skal stýra. Tá tú
situr í andstøðu er so lítið
tú kanst gera, men eg ætli
mær so í øllum førum at
vísa nakað fyri allan tann
dygga stuðulin, eg havi
fingið. Nú fáa vit at síggja,
hvussu samgongan skipar
seg, men í verandi løtu
haldi eg í øllum førum, at
allir møguleikar eru opnir.
Eg síggi í øllum førum ein
góðan møguleika, at Javn-
aðarflokkurin verður boðin
við til samráðingarnar í
nátt, segði nývalda Katrin
Dahl Jacobsen, beint eftir
valið.
Katrin Dahl Jacobsen:
Dygg álitisváttan
Marin Katrina Frýdal:
Opinleiki og virðing
C
M
Y
K
11
10