Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. november 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 216 - 11. november 2004 Nr. 216 - 11. november 2004 11 So er valið av, og ikki kann annað sigast enn, at valið var ein sigur fyri fólkaræðið, um hugsað verður um valluttøkuna. Valluttøkan var størri enn nakrantíð, og hetta kann bert merkja, at borgararnir taka lokala demokratiið í stórum álvara. Hetta er gott, og gott er tað eisini, at avgerðir veljarana yvirhøvur vóru sera greiðar. Hetta má einhvør ásanna, uttan mun til, um einum dámar úrslitið ella ikki. Í gjár reistu vit spurningin, hvørt eitt føroyskt kommunuval kann nýtast sum eitt slag av veljara- kanning ella ikki. Venda vit aftur til hendan spurning her, so er hann framvegis ógreiður. Taka vit t.d. valini í Vági og á Tvøroyri, so skuldu tey víst ávikavist misálit á Tjóðveldisflokkin og stórt álit á Javnaðarflokkin. Fara vit hinvegin til Havn- ar, so kann valið har tulkast sum ein álitisváttan til Tjóðveldisflokkin, sum er í andstøðu á løg- tingi. Sama kann um Fólkaflokkin sigast, og hes- in situr sum kunnugt í samgongu. Eitt annað dømi er Sambandsflokkurin, sum fór aftur í nøkr- um býum, fyri síðan at hava stóra framgongd í øðrum býum sum t.d. á Tvøroyri. Sostatt er tað sera ivasamt, hvørt bygda- og bý- ráðsvalið yvirhøvur hevur nakað landspolitiskt signalvirði. Valið snúi seg fyrst og fremst um um lokalpolitikk og um leiklutin hjá lokala demokratinum. Tað er tó ikki óhugsandi, at landspolitikkarar fara at skeita eftir kommunalu valúrslitunum, tí tey eru veruliga sera áhuga- verd í ávísum býum og serstakliga í teimum samanløgdu kommununum. Nú er tann stóri spurningurin, hvussu valdsbýtið verður á teimum stóru plássunum. Her er einki givið uttan á Tvøroyri, á Sandi og í Skopun. Í Vági, í Klaksvík og í Tórshavn stendur hesin spurningur opin. Tað er lítið at ivast í, at Tjóð- veldisflokkurin, sum hevði eitt framúr gott úrslit í Havn, fer at gera alt til tess at koma framat valdinum. Spurningurin er bert, hvønn prís flokkurin skal rinda, og her er nokk eingin ivi um, at Tjóðveldisflokkuirn má gloyma alt um borgmeistarapostin, um hann skal sleppa inn í varman. Tað er lítið sannlíkt, at stóri atkvøðus- lúkur floksins letur sær lynda minni enn hetta starv. Sostatt er valið í Havn enn sera spennandi. Mest sannlíkt er tó, at gamla samgonga heldur fram møguliga styrkt við Javnaðarflokkinum. Tað hevði ivaleyst verið ein sterk og arbeiðsfør samgonga, sum hevði havt tann fyrimun, at hon varð hálað eitt sindur inn ímóti miðjuni. DAGSINS MEINING Sosialurin Valið VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Tak Lisbeth Leif Jacobsen, folketingskandidat for Minoritetspartiet Jeg vil først rette en tak til Lisbeth L. Petersen for hendes hurtige reaktion, i forbindelse med de skatte- mæssige problemer, jeg kom ud for, da jeg flyttede til Danmark. Sagen var nemlig den, at jeg i første halvår af 2003 havde tjent 29.000 kroner, mens jeg boede på Færø- erne. I andet halvår tjente jeg 196.000 kroner. Da jeg flyttede til Danmark den 1.7.2003, mente skatte- væsnet i Albertslund Kommune, at jeg skulle betale skat, som om jeg havde tjent 392.000 kroner og så dele dette beløb med 2, ifølge skattelovens § 14. Men det gav jo som res- ultat, at jeg skulle betale cirka 17.000 kroner mere, end hvis der havde været foretaget en skatteberegn- ing af, hvad jeg virkelig havde tjent: 225.000 kroner (29.000 og 196.000). På skattekontoret fik jeg først et forslag om, at jeg skulle betale 8.000 kroner i ekstra skat. Da jeg klagede over det, blev det nedsat til 3000 kroner. Så klagede jeg igen, og endnu engang blev min skat ændret, nu fik jeg 3.000 kroner tilbage. Men her kom så Lisbeth ind i billedet, som en frelsende engel, idet hun havde hen- vendt sig skatteministeriet, som kunne fortælle, at den 1.4.2004 trådte et EU- direktiv i kraft, og hermed blev skattelovens § 14 sat ud af kraft. Nu skal skatteberegning- en foretages ud fra, hvad man reelt har tjent, lige- gyldigt om de er tjent på Færøerne eller i Danmark. I første omgang påstod skatteforvaltningen i Al- bertslund, at loven ikke havde tilbagevirkende kraft. Men det er forkert, idet der i bemærkningerne står, at man kan få foretaget en ny vurdering af sin skat helt tilbage til 1998. Det 4. og sidste forslag til skat for 2003 blev, at jeg har fået mere end 9.000 kroner tilbage. Altså en forskel på 17.000 kroner fra det første forslag til det fjerde forslag. Hvis jeg havde godtaget forslag 1, 2 eller 3, tvivler jeg på, at de af egen kraft havde hen- vendt sig til mig igen. Derfor vil jeg opfordre alle, som har skiftet folke- registeradresse mellem Danmark og Færøerne siden 1998 om at henvende sig til skattemyndigheden i Danmark. Jeg er nok ikke den eneste, der har haft dette problem. Problemet for kommun- erne i Danmark er, at de under det borgerlige styres skattestop, har svært ved at få enderne til at hænge sammen, og har derfor ikke andre muligheder, end at føre en stram politik over- for borgerne. Et tydeligt eksempel på dette er, at hver fjerde, der klager over ikke at have fået, hvad de mener at være berettiget til ifølge sociallovgivningen, får ret i, at de får for lidt udbetalt. Endnu en gang: tak Lisbeth. Til sidst, kan jeg ikke lade være med at komme med en kommentar til den religiøse genoplivning i forbindelse med det netop afholdte præsidentvalg i USA og kommunevalget her på Færøerne. Vil vi virkelig leve efter Luthers lære, hvis sam- fundsopfattelse ser menn- esket, som et »farligt rov- dyr«, som skal holdes i lænker, og som passivt skal affinde sig med og under- lægge sig enhver myndig- hed, uanset hvor uretfærdig denne måtte synes - fordi myndighederne ses som Guds »tugtemestre og bødler«. Nej heldigvis ikke. Kræv din ret og tro på dig selv. TÍÐINDASKRIV FRÁ FØROYAR PRO VITA Aftur í ár skipar Føroya Pro Vita fyri evnisdegi, har ymisk evnir viðvíkjandi fosturtøku verða viðgjørd og lýst meira nágreiniliga. Hetta er ein einastand- andi møguleiki hjá øllum sum hava áhugað í fostur- tøkuspurninginum, at fáa meira at vita. Evnisdagurin er viðkomandi fyri polittik- arar, lógarsmiðir, starvsfólk innan heilsuverkið, mamm- ir, pápar, prestar, sam- komuleiðarar, tíðindafólk og fólk sum hava verið við í kjakinum. Í kjalarvørrinum av fost- urtøkukjakinum í seinast- uni, hevur Pro Vita valt at lýsa avleiðingarnar sum standast av fosturtøku. Av- leiðingarnir av fosturtøku hava ikki verið frammi í kjakinum, og til at lýsa hetta evni nærri, fara hjún- ini, Elisabeth og Carl Suk- kot frá Tilflugten í DK, at halda tveir fyrilestrar undir heitinum: – Hví fáa nakrar kvinnur sálarligar trupuleikar av fosturtøku, og aðrar ikki ? – Hvørja ávirkan hevur fosturtøka á familjuna ? Evnisdagurin verður hildin í Útvarpshøllini leygardagin 13. nov. Byrja verður kl. 10.00 við morg- unkaffi. Evnisdagurin er al- mennur og ókeypis. Øll eru hjartaliga væl- komin. Evnisdagur um fosturtøku Býráðsvalið týsdagin hevði nakað av út- skifting við sær. Serliga merkisvert var kanska, at tríggir mans vórðu útskiftir við tríggjar kvinnur. Heldur óvæntað verða nevniliga ikki færri enn seks av trettan býrðáslimum, kvinnur VALIÐ 04 Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Annika Olsen Fólkaflokkurin, sum hevur gjørt rættiliga nógv fyri at profilera Anniku Olsen, fekk eisini bonus fyri tað. Annika kom inn við 244 atkvøðum, og er sostatt nýggj í býráðnum. Seinasta valskeið sat Jákup Suni Joensen fyri Fólkaflokkin, men hann stillaði ikki uppaftur hesuferð. Annika Olsen tók, við sínum 244 atkvøðum, hansara sess. Beata L. Samuelsen Beata L. Samuelsen varð endurvald av sambands- veljarunum. Hon misti tríggjar atkvøður í mun til seinasta val, men hetta var kortini nóg mikið til at tryggja henni ein sess í bý- ráðnum. Eina løtu hekk hon í einum klønum tráð, tí tað var óvist hvørt Sambands- flokkurin ella Javnaðar- flokkurin fór at fáa tann triðja býráðssessin. Ì sein- astu løtu fall hann til sam- bandið, og harvið varð Beata endurvald við 207 at- kvøðum. Katrin og Elin Javnaðarflokkurin gjørdi eitt veruligt hál, reint kvinnupolitiskt. Javnaðar- flokkurin vann sær tvey umboð á ting, og tað vísti seg at vera tvær kvinnur. Katrin Dahl Jacobsen, sum av álvara gjørdi eitt met- stórt hál við 583 persón- ligum atkvøðum, var topp- skorari av øllum teimum kvinnuligu valevnunum, og samanlagt gjørdist hon nr. 3, frammanfyri Jan Christ- iansen. Elin Lindenskov var endurvald, hóast hon hevði eina stóra afturgongd í at- kvøðum. Við seinasta val fekk hon knappar 400 at- kvøður, meðan hon hesa- ferð fekk 238. Ein aftur- gongd uppá knappar 160 atkvøður, men tó nóg mikið til at koma inn. Hildur og Marin Katrina Tjóðveldisflokkurin fekk, kanska heldur óvæntað, stóra framgongd. Stóri vøksturin av atkvøðum gav úrslit, tí Tjóðveldið vann eitt umboð afturat. Hildur Eyðunsdóttir, sum eisini sat seinasta valskeið, varð endurvald við 288 atkvøðum í mun til 334 seinast. Ein lítil afturgongd uppá 46 atkvøður. Ein av teimum, sum allarhelst hevur tikið nakrar av atkvøðunum frá Hildur, man ivaleyst vera nývalda Marin Katrina Frýdal, sum var beint í hølunum á Hildur, við 286 atkvøðum. Ógvuliga óvæntað, av eini higartil púra ókendari kvinnu í býaðspolitikki. Næstan helvtin Alt í alt má nú staðfestast, at tað sær út til, at tosið um at fáa fleiri kvinnur í politikk endiliga er farið at endurspeglast í kynsbýtin- um á teimum valdu. Við seks kvinnuligum umboðum av trettan, er hugsandi, at býráðspolit- ikkurin fer at verða broyttur eitt vet. Í valstríðnum hevur fleiri ferðir verið ført fram, býráðspolitikkurin er ógvu- liga mannfólkadominerað- ur, tí so fáar kvinnur hava verið valdar, at tað hevur verið torført hjá teimum at gjørt sína ávirkan galdandi. Spennandi verður nú at síggja, um broyting kemur í. Hvørt valdu kvinnurnar fara at leggja dent á at standa saman um nøkur mál ella um tær einans fara at arbeiða partapolitiskt. Avbera gott kvinnuval í Havnini Nývalda Marin Katrina Frýdal úr Tjóðveldisflokkinum heldur, at nógvu gøl- urnar, serliga í byggi- málum, hava kostað fráfarnu samgonguni dýrt. – Og stríðið ímillum Tobba og Høgna fekk øvugta ávirkan á valið, enn frammanundan varð hildið, segði hon VALIÐ 04 Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Marin Katrina Frýdal er ikki nøkur kend kvinna innan býráðspolitikk. Men hóast tað er fyrstu ferð, at hon stillaði upp, slapp hon inn sum nummar fýra á tjóðveldislistanum. Hon hevði bert tvær atkvøður minni enn Hildur Eyðuns- dóttir, sum kom inn sum nummar trý. Sjálv heldur Marin Katr- ina Frýdal, at greinarnar, sum hon hevur skrivað hava gjørt størsta munin. – Eg havi skrivað rætti- liga nógv í seinastuni, og fólk hava sikkurt tikið und- ir við tí. Eg havi lagt stóran dent á at fáa opinleika og virðing inn í politikkin. Bæði ímillum politikararn- ar, men so sanniliga eisini mótvegis borgarunum, segði ein glað Marin Katr- ina Frýdal, beint eftir, at úrslitið var kunngjørt, og legði afturat, – Hóast eg búgvi í Havn, so eri eg av Velbastað, og har fekk eg eisini nógvar atkvøður. Tað gjørdi sítt til, at eg kom so høgt upp, segði hon. Rættlag á byggi- ætlanirnar Marin Katrina segði, at í framtíðini má skil fáast á byggiætlanirnar í kommununi. – Tað hava verið gølur aftaná gølur, serliga í byggimálum, ímeðan und- anfarna samgonga sat. Har varð hugsað ov lítið, tá bygt varð, og tað hevur allarhelst eisini kostað Sambands- flokkinum, sum gekk nógv aftur. Vit mugu avgjørt fáa rættlag á byggimál, stað- festi hon. Spurd, um hon heldur at gølan í Tjóðveldisflokkin- um hevði nakra ávirkan á valið, svaraði Marin Katr- ina, at tað jú vísti seg at verða júst tað øvugta av, hvat fólk væntaðu sær. – Stóra stríðið var eitt persónsmál ímillum Tobba og Høgna. Tjóðveldisflokk- urin er so ómetaliga nógv meiri enn tað, og tað veit veljarin eisini væl, segði Marin Katrina Frýdal. – Nú mugu vit bara vísa veljar- anum, at vit eru álitið verd. Hon segði seg tí vóna at sleppa í samgoguna. – Um tú ikki situr í sam- gonguni, fært tú einki út- rættað. Tað hevur tí alt at siga at koma í samgonguna, og persónliga eri eg tilreið- ar at ofra borgarstjórasess- in, um tað er tað sum skal til, fyri at koma í samgong- una, segði ein avgjørd Marin Katrina Frýdal at enda. Katrin Dahl Jacobsen, sum gjørdist akkurát ov stutt til løgtings- valið, eftir at hava sitið á tingi í 6 ár, hevur nú fingið eina dygga álitisváttan frá veljarunum. Hon fekk nevniliga trið flestar persónligar atkvøður í Havnini VALIÐ 04 Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo – Tað var ómetaliga spell at vit ikki fingu triðja um- boðið eisini, tað manglaði so ómetaliga lítið í. So tað er eitt sindur ergriligt var fyrsta viðmerkingin frá Katrin Dahl Jacobsen, eftir valið. Katrin segði víðari, at tað er ilt at siga, hvat hon hevði væntað sær undan valinum, tí fólk velja øðrvísi, tá tað er býráðsval. – Men eg taki hetta í øllum førum sum eina dygga persónliga álitisvátt- an, og eg eri ógvuliga, ógvuliga fegin, segði Katrin Dahl Jacobsen, júst eftir, at persónligu atkvøð- urnar vórðu kunngjørdar. Komandi valskeið – Eg havi hópin av tingum, sum eg nú ætli mær at fara at arbeiða við. Fyrst haldi eg, at vit mugu royna at leita eftir semjum, tí tað eru fleiri ting, sum allir flokkar eru samdir um. T.d. eldra- økið og ungdómurin í Havnini, sum hevur verið eitt sindur forsømdur. Og so havi eg eitt hjartamál, sum er skúlin, greiddi Katrin frá. Hon segði, at hon, meðan samgongusamráðingarnar fara fram, ætlar sær at gera alt fyri at koma í samgonguna. Spurd um hon hevur nakra ávísa nevnd, sum hon kundi hugsað sær at komið í, var svarið, at hon so at siga kundi hugsað sær at komið í hvørja nevnd, tað skuldi verið. – Tað er so sera umráð- andi at vera við í tí partin- um, sum skal stýra. Tá tú situr í andstøðu er so lítið tú kanst gera, men eg ætli mær so í øllum førum at vísa nakað fyri allan tann dygga stuðulin, eg havi fingið. Nú fáa vit at síggja, hvussu samgongan skipar seg, men í verandi løtu haldi eg í øllum førum, at allir møguleikar eru opnir. Eg síggi í øllum førum ein góðan møguleika, at Javn- aðarflokkurin verður boðin við til samráðingarnar í nátt, segði nývalda Katrin Dahl Jacobsen, beint eftir valið. Katrin Dahl Jacobsen: Dygg álitisváttan Marin Katrina Frýdal: Opinleiki og virðing C M Y K 11 10