Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. mai 2018 · Nr. 57 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Avvarðandi skulu blanda seg tá tekin eru um krabbasjúku - Tað hevur stóran týdning at lata seg kanna so skjótt sum tilber, tá illgruni er um krabbamein. Jú fyrr, sjúkan verður staðfest, jú betri eru møguleikarnir fyri lekidómi, sigur yvirlæknin hjá Kræftens Bekæmpelse, Janne Villemoes Bigaard Vilmund Jacobsen Stuðul frá avvarðandi kann vera avgerandi fyri, at ein sjúkur kemur skjótt til lækna, tá illgruni er um krabbamein. Tað eru eisini fleiri, sum einki hava ímóti, at avvarðandi syrgja fyri, at tey koma til lækna. Tí eggjar Kræftens Bekæmpelse eisini fólk til at blanda seg, um illgruni er um krabbasjúku í familj­ uni ella millum vinir. “Eri bangin um teg” Tað er altíð skilagott at eggja fólki at fara til lækna, um tey hava tekin um krabbasjúku. - Tú hevur havt keðiligan hosta í fleiri vikur nú. Eg eri bangin um teg og haldi, at tú skalt søkja tær lækna og fáa teg kannaðan. Soleiðis kann áheitanin ljóða. Ein kanning, sum greiningar­ fyri­tøkan IUM hevur gjørt fyri Kræftens Bekæmpelse vísir, at eina slíka áheitan vilja 87 prosent av dønum í aldrinum 50-74 ár taka væl ímóti, um tað er hjúnarfelagin ella sambúgvin, sum koma við áheit­anini. Um áheitanin kemur frá einum av børnunum, vilja sløk 78 pro­sent í sama aldursbólki taka hana væl upp. Talan er um átakið hjá Kræftens Bekæmpelse, sum verður rópt “Tey 7 tekini”, sum vit venda aftur til seinni í hesi grein. Ikki í tíð og ótíð Tað eru framvegis nógv fólk, sum bíða ov leingi við at fara til lækna, tá illgrunin um krabbamein meldar seg. Tí setir Kræftens Bekæmpelse fokus á týdningin av tí stuðli, sum avvarðandi kunnu veita, soleiðis at fólk skjótast gjørligt søkja sær lækna­hjálp. - Stuðul frá avvarðandi kann vera avgerandi fyri, um fólk koma í góð­ari tíð til lækna, tá tekin eru um krabbamein. Vit siga ikki, at fólk skulu tvingast til lækna, bæði tíð­liga og seint. Janne Villemoes Bigaard, sum er yvirlækni hjá Kræftens Be­kæmp­ else, vísir á, at um fólk kæra seg um trupulleikar við eitt nú at svølgja, um broytt móðurmerki ella onnur tekin um krabbamein - ja, so er bara at senda tey til lækna. Stuðul stóran týdning Í einari kanning millum 5.000 krabba­meinsraktar danir, sum varð al­manna­kunngjørd í desember í 2017, sæst, at ein fjórðingur bíðaði í 45 dagar ella meira við at fara til lækna. - At ganga í 45 dagar við eyð­ kenn­um um krabbasjúku er alt ov leingi. Tá flestu danir sambært nevndu kanning einki hava ímóti at vera eggjaðir at fara til kanning, halda vit, at ein stórur partur av loysn­ini liggur í at stuða hvørjum øðr­um at lata seg kanna, sigur Janne Villemoes Bigaard. Hon vísir á, at tað er eingin skila­ góð orsøk at bíða við at søkja sær lækna­hjálp, tá ábendingar eru um krabba­mein. - Tað hevur alstóran týdning at lata seg kanna so skjótt sum tilber, tá ill­gruni er. Jú fyrr, krabbasjúkan verð­ur staðfest, jú betur eru møgu­ leik­arnir fyri lekidómi, sig­ur yvirl­ æknin hjá Kræftens Be­kæmp­else. Tey sjey tekini Tey sjey tekini, sum fólk eiga at kenna og sum tey eiga at lata seg kanna fyri, eru: • Trupulleikar við at svølgja • Gátuført vekttap • Hosti ella hæsi yvir longri tíð • Gátufør bløðing • Broytt móðurmerki ella sár sum ikki lekjast • Broytt skarnsmynstur • Knútar ella svølling Fram ímóti pápadegnum fer Kræft­ ens Bekæmpelse undir eitt átak, sum eggjar børnum til at minna for­eldrini á, at tey skulu fara til lækna, um tey uppliva eitt av sjey tekj­um um krabbamein. Við átakinum ynskir Kræftens Bekæmpelse júst at leggja dent á týdningarmikla leiklutin sum av­varðandi hava, tá illgrunin um krabba­mein gevur seg til kennar. Stór kenslulig sveiggj Nógv, sum gerast sjúk av krabba­ meini, uppliva stór kenslulig sveiggj. Eina løtu fyllir optimisman, vón­in og trúgvin á, at alt nokk fer at laga seg. Eina aðra løtu kann hin sjúki vera raktur av stúran fyri fram­tíðini. Tað kann elva til frustratiónir, tá sveiggini eru so stór, men tað er týdningarmikið at minnast til, at slíkir kensluligir upp-og niðurtúrar er ein vanlig avleiðing av støðuni. Pør kunnu eisini uppliva, at sveigg­ini eru forskotin - soleiðis, at skilja, at hin eini eina løtu er opt­ imist, samstundis sum hin er stúr­ in. Nógv uppliva tað eisini sum eina styrki, at annar varðveitir vónina, með­an hin er vónleysur. Ein slík støða kann hjálpa báð­ um pørtum at endurvinna vónina. Ein vansi við, at hjún ella sam­ búgv­ar undir sjúkralegu kunnu upp­liva tingini forskotin, kann vera, at hesi ongantíð - ella sjáldan - eru á sama støði kensluliga. Óttin um at bæði kunnu gerast dap­urskygd um støðuna í senn, kann vera ræðandi, men gjarna vil negat­iva kenslan broytast. Menniskju eru ymisk, og tí eru eisini reaktiónirnar ymiskar, tá ann­ar parturin verður raktur av álv­ars­ligari sjúku. Kelda: www.cancer.dk - Tað er eingin skilagóð orsøk at bíða við at søkja sær læknahjálp, tá tekin eru um krabbamein, sigur Janne Villemoes Bigaard, yvirlækni hjá Kræftens Bekæmpelse