týsdagur 22. mai 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. mai 2018 · Nr. 57
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Fjórða og triðja ættarlið á
Føroya Bjór: Annika Waag,
matvørukandidatur og
bryggjari, er góðsku- og
virkisleiðari á Føroya Bjór.
Einar Waag er stjóri
Byrjanin. Bakarí.
Bryggjarí. Handil.
Reiðarí
Einaferð í árinum 1888 fór
Símun í Vági inn í kjallara sín
í húsunum, hann hevði bygt
í Vági. Í einum bryggjpotti
bryggjaði hann við vatni,
malti, ger og humlu einar 40
litrar tilsamans, sum góvu
einar 100 fløskur av øli.
Føroya Bjór hevði sæð
dagsins ljós á fyrsta sinni.
Nú vita vit av góðum
grundum ikki, hvussu hend
an fyrsta royndin hjá vágs
manninum at bryggja øl
hepnaðist, ella hvussu ølin
smakkaði, men helst hevur
hon smakkað væl, tí fyritøk
an Føroya Bjór byggir enn í
dag, 130 ár seinni, á grund
sjónarmiðini hjá stovnar
anum; fyrsta floks rávøru,
nærlagni og hart og miðvíst
arbeiði. Føroya Bjór hevur,
síðani Símun í Vági stovn
aði bryggjaríið, altíð verið
slóðbrótarin innan føroyska
bryggjvinnu.
Símun F. Hansen var
føddur í Vági í 1863 og and
aðist í 1935. Hann var vanliga
nevndur Símun í Vági og var
sonur Hanus bónda í Tung
húsinum í Vági og Cathrinu
úr Innistovu á Trøllanesi.
Gamla navnið fyri festi
húsini í Vági var Niðristova,
men ein av festarunum,
Hanus, var ættaður Frammi
í Tungu í Mikladali, og við
honum sigst Niðristova at
hava fingið navnabroyting
til Tunghúsið.
Pápi Símun doyði í 1879,
49 ára gamal, og Símun tók
sum ungur festið, men tvær
merkur var ikki nógv at lív
bjarga sær við, so Símun róði
út.
Hann
var
víðskygdur
maður, virkaði sum bóndi og
útróðrarmaður og fór sum
20 ára gamal niður á Valle
kilde háskúla og síðani at
læra til bakara og bryggjara,
tvey størv, ið tá altíð hoyrdu
saman.
Í Danmark gjørdist Símun
kunnugur við háskúlament
anina, og hon gjørdist ein
grundhugsan í framburðs
strembanum hansara.
Heimafturkomin arbeiddi
Símun í Vági í nøkur ár hjá
Klaksvíkshandilinum,
til
hann byrjaði fyri seg sjálvan
at baka, bryggja og handla.
Í fyrstani bakaði hann
annan hvønn dag, og annan
hvønn dag róði hann norður
um Múlan at selja.
Í 1891 bygdi hann pakkhús
við Fornagarðar, og so við og
við øktist virksemi og fevndi
um handil, fiskastykki og
reiðaravirksemi. Hann átti
m. a. í Norðingi og Dart.
Símun í Vági var sum
sagt hugsjónarmaður, hann
var við at kalla inn til kenda
jólafundin 2. jóladag í 1888,
hann tók lut á fólkafundum,
var í blaðtjaki, serliga í Tinga
krossi. Hann tók stig at
byggja Samkomuhúsið í 1898,
og tá Háskúlin varð settur á
stovn í Klaksvík í 1899 var
Símun ein av undangongu
monnunum.
Annað ættarlið.
Spesialisering,
bryggjaríið
Símun giftist í 1888 við Karin,
hon var úr Funningsstovu í
Havn, og fingu tey átta børn.
Tá Símun doyði í 1935, tók
sonurin Einar F. Waag (1894-
1989) við eftir pápan og helt
áfram við bryggjarívirksem
inum. Einar var á háskúla í
Havn veturin 1915-16, seinni
var hann í Danmark, fyrst á
Fredensborg háskúla, síðani
arbeiddi hann á tveimum
bryggjaríum.
Heimafturkomin
tók
hann við leiðsluni á Før
oya Bjór, og við honum tók
bryggjaríparturin at vaksa.
Hann keypti maskinurnar
hjá Smæruni og fór at fram
leiða sodavatn í 1936. Hesin
parturin av virkseminum
FØROYA BJÓR 13
Símun í Vági var framfýsur maður. Hendan myndin, sum er tikin fyri 1936, vísir Símun í Vági, sum flaggar við Merkinum, áðrenn tað varð viðurkent í 1940.