týsdagur 22. mai 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 23. mai 2018 · Nr. 57
TÍÐINDI
hjá Føroya Bjór hevur eisini
blómað seinastu árini, við
nógvum ymiskum sodavatns
sløgum og smakkum, hóast
harða kapping uttanifrá.
Í 1959 svaraði virkið sam
an við 18 donskum bryggj
aríum aftur tí Amerikansku
cola innrásini við Jolly Cola.
Føroya Bjór eigur í dag rætt
indini at framleiða Jolly í
Føroyum.
Í 2007 fór Føroya Bjór
eisni at framleiða ymiskt hjá
Restorff´s. Jolly og Sisu eru
millum mest seldu sodavatn
um í Føroyum.
Í 1952 bygdi Einar eitt nýtt
bryggjarí nærindis gamla
bryggjarínum á Fornagørð
um.
Eins og pápin tók Einar
lut í almenna kjakinum.
Hann sat í sóknarstýrinum
í Klaksvík 1943 – 1947 og um
boðaði Javnaðarflokkin á
tingi 1950-54. Hann var áhug
aður fyri ítróttinum og sat
sum formaður í KÍ frá 1924
og nøkur ár fram.
Triðja ættarlið,
Útbygging, tøknilig
menning
Í 1970 kom triðja ættarliðið
til. 17 ára gamal fór Einar
Waag, sonur Einar Fróvin
Waag og Onnu Malenu Jo
ensen til Danmarkar og tók
hann studentsprógv har og
arbeiddi á fleiri donskum
bryggjaríum.
Í 1968 fór hann at læra til
bryggjmeistara í München.
Tvey ár seinni varð hann
settur sum stjóri, 23 ára gam
al. Saman við yngra beiggj
anum, Heina, leiddi Einar
fyritøkuna, og í 2008 keypti
Einar partin hjá Heina.
Tíðarskeiðið
frá
70'u
num og frameftir eru stór
ar broytingar farnar fram.
Í 1975 var nýtt bryggjhús
tikið í nýtslu eins og fleiri
útbyggingar og nútímans
gerðir eru framdar.
Í 1980 varð loyvt at
bryggja sterkt øl. Hettar var
ein avbjóðing, sum Føroya
Bjór tók í størsta álvara og
fór at framleiða m. a. kendu
Veðraølina, sum kann sigast
at
vera
flaggskipið
hjá
bryggjarínum.
Undir leiðsluni hjá Einar
hevur fyritøkan ment seg og
megnað hørðu kappingina á
marknaðinum.
Tá rúsdrekkasølan læt
upp í 1992 vóru kappingar
krøvini á ølmarknaðinum
herd, tí fleiri útlendsk øl
komu á marknaðin, bæði
vanlig øl og ser øl.
Fjórða ættarlið.
Nýggjar tíðir, nýggjar
avbjóðingar
Í dag er fjórða ættarlið kom
ið á Føroya Bjór. Dóttir Ein
ar og Elisu, Annika Waag,
matvørukandidat og bryggj
ari, er góðsku- og virkisleiðari
á Føroya Bjór, og síðani 2008
hevur Annika saman við
pápa sínum ført Føroya Bjór
inn í nýggjar tíðir.
Í 2012 bleiv loyvt at
bryggja sterkari øl enn gull
styrki, og Føroya Bjór gjørdi
sum vant, fór við virkisfýsni
og kappingaranda undir at
framleiða fleiri ymisk sløg
av øli.
Tann fyrsta var Tripple
Ram (Trævetur) 8,5%, ið er
ein øl við støði í gamlari
uppskrift hjá Símun í Vági,
blandað við íblásturi frá ríku
bryggjmentanini á evropiska
meginlandinum.
Síðani eru fleiri serøl
bryggjaðar,
Golden
Ram
(Gyltur veðrur) 10%, Sterkur
Veðrur, serbryggj til jóla,
páskir festivalar, ólavsøku
og merkisdagar annars.
Áhaldandi hevur verið
bryggjað til allar føroyingar,
og nú ølið av álvara er farið
at gerast kappingarneyti hjá
víninum á teimum kræsnu
borðunum í Føroyum, so
er tað ógvuliga stuttligt at
síggja, at Føroya Bjór megnar
at blanda seg upp í, brýtur
upp um armar, og koyrir eina
serstaka øl fyri og aðra eftir
út á marknaðin.
Nýggjar tíðir seta nýggj
krøv. Í 2017 læt Føroya Bjór
nýggja útsølu upp eystan
fyri bryggjaríið á Forna
gørðum. Hettar er ein lið
ur í áhaldandi at fjálga um
og nøkta tørvin hjá við
skiftafólkunum
og
veita
teimum bestu tænastu. Inni
í nútímans útsøluhølunum
sæst eisini dropadrívsútbún
aður úr skínandi kopari.
Tær fyrstu tunnurnar av
whisky eru á goymslu, og løg
urin liggur og bíðar og bún
ast, so um nøkur ár verður
føroyskt whisky frá Føroya
Bjór á marknaðinum.
Føroyskt akvavitt og før
oyskt vodka frá Einar’s Dis
tillery er longu á hillunum í
Rúsdrekkasølu Landsins. Alt
ein liður í einari fjølbroyttari
vøruskrá og menning av fyr
itøkuni.
Føroya Bjór hevur altíð
verið ein virkin viðspælari
í føroyska samfelagnum, og
stuðlar bæði einstaklingum
og feløgum kring alt landið.
Føroya Bjór hevur verið
á marknaðinum í 130 ár,
og skiftandi tíðir hava sett
skiftandi krøv, men Føroya
Bjór hevur altíð megnað at
fylgt við og ment seg. Tøkn
iligu framstigini hava havt
við sær, at tað altíð hevur
verið neyðugt at laga fram
leiðsluna til, og tað hevur
fyritøkan gjørt.
Í dag er Føroya Bjór eitt
nýmótans virki, sum við
útbyggingum og nýggjum
maskinum, góðum starvs
fólkum og góðari leiðslu er
ment at kappast við aðrar
framleiðara, og tey á Føroya
Bjór eru til reiðar til tær av
bjóðingar, framtíðin hevur
at bjóða tey næstu 130 árini.
Kelda: Føroya Bjór
0 ÁR
Í 1952 bygdi Einar eitt nýtt bryggjarí nærindis gamla bryggjarínum á Fornagørðum