Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. mai 2018 · Nr. 57 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - Vit hava ikki verið í nøkrum óvæntaðum í tunnilsboringini Hvítanesmegin, og hetta er ikki nakað, sum skeiklar verkætlanina, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur-og Sandoyartunlar Vilmund Jacobsen Seinastu tvær vikurnar hava vit sæð í frásagnum hjá P/F Eystur- og Sandoyartunlar, at arbeitt hev­ ur verið við trygging av einari so­ kall­aðari gongd við leysari tilfari í tunnilsarbeiðnum Hvítanes-meg­in. Hetta hevur gjørt, at boraðu og sprongdu metrarnir í hesum part­ inum av tunlinum hava verið fáir hesar seinastu tvær vikurnar. Men, áðrenn tunnilstoymið rendi seg í bleyta tilfarið, gekk ar­ beiðið óføra skjótt og væl Hvítanes- megin. - Væntandi verður bori-og spreingi­arbeiðið í hesum partinum av tunl­inum eisini avmarkað kom­ andi vikuna, tí nú verður eis­ini vegabreyt gjørd í tunlinum Hvíta­ nes­-megin. Tað sigur Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur-og Sandoy­ar­ tunlar. Stál og betong Teitur Samuelsen vísir á, at tunn­ ils­toymið Hvítanes-megin nú er komið ígjøgnum bleyta tilfarið og tá hesin parturin av arbeiðnum, sum nú verður gjørdur á vega­ breyt­ini, er liðugur, fer verulig gongd at koma á aftur bori-og spreingi­arbeiðið. - Tunnilstoymið, sum arbeiðir Hvítanes-megin, hevur ikki verið í nøkrum óvæntaðum og als ikki í nøkr­um, sum á nakran hátt skeikl­ ar fíggjarætlanina undir samlaðu verk­ætlanini. Boringar, sum áður eru gjørdar und­ir Vestmannasundi og Leir­ víks­firði, hava víst, at bleytari tilfar kann koma fyri á vegnum, men hetta eru avbjóðingar, sum væl ber til at loysa. - Í hesum førinum kunnu vit ímynda okkum, at vit koma ígjøgn­ um eina ”gjógv” við leysari tilfari, og fyri at koma fram við ”gjónni”, verður arbeitt við robustum tilfari, eitt nú tjúkkum stáli og betongi, sig­ur Teitur Samuelsen. Sosialurin kann leggja aftrat, at boraðir og sprongdir eru nú 2.581 metrar Hvítanes-megin, og av samlaðu verkætlanini á 11.250 metr­ ar, eru nú boraðir og sprongdir til­ sam­ans 5.367 metrar. Gera inntøkini Fyri eini tíð síðan byrjaðu teir at rudda grót burtur undir beninum á Gomlurætt, har tunnilsmunnin úr Sandoyartunlinum verður, og seinastu tíðina hava eisini bilar hjá NCC verið at sæð í Sandoynni. Um dagarnar skrivaði Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður og sand­oyingur á Facebook, at brúgv­ in, sum skal verða um ánna í Trað­ ar­dali, verður bygd í summar, eins og byggiplássið, sum verður í Trað­ ar­dali, skal fyrireikast og ger­ast klárt. - Í november/ desember verð­ur byrjað at bora. Framtíðin nærk­ast við risafetum, skrivaði løg­tings­ mað­urin. Teitur Samuelsen sigur, at í næst­um verður parkeringsøkið á Gomlurætt flutt vestur um omankoyringarvegin til ferju­leg­ una, soleiðis at pláss verður fyri ferðsl­uni til og frá arbeiðnum við tunnils­munnan, sum verður á Gomlurætt. - Í næstum fara vit eisini at arbeiða við inntakinum, sum verð­ ur í Traðardali í Sandoynni, og her skal ein brúgv gerast um ánna, eins og spreingjast og stoypast skal fyri inn­takinum, sigur stjórin í P/F Eyst­ ur­oy-og Sandoyartunlar. Herfyri segði Teitur Samuelsen við Sosialin, at tunnilsarbeiðið gong­- ur eftir ætlan. - Fíggjarætlanin heldur, og peng­ ar eru til báðar tunlarnar, legði hann bjartskygdur aftrat. Eru komnir ígjøgnum tað bleyta tilfarið Hóast tunnilstoymið Hvítanes-megin hevur arbeitt í bleytari tilfari seinastu vikurnar, skeiklar hetta ikki á nakran hátt fíggjarætlanina - Fíggjarætlanin heldur, og pengar eru til báðar tunlarnar, sigur stjórin í P/F Eystur-og Sandoyartunlar, Teitur Samuelsen Í næstum verður parkeringsøkið á Gomlurætt umskipað, soleiðis at parkeringsplássini verða flutt vestur um omankoyringina