týsdagur 22. mai 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. mai 2018 · Nr. 57
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í dag bleiv útbjóðingartilfarið til byggiverkætlanina á Frúutrøð løgd fram í Finsen, sum er fyrrverandi
Kommunuskúlin í Havn.
Danjal av Rana
Tá Tórshavnar kommuna í dag
legði fram útbjóðingartilfarið til
íbúðarbygging á Frúutrøð boðaði
kommunan frá, at byggilist og
nýhugsan telja meiri enn talið á
leiguíbúðum og mettu leigukostn
aðurin, tá vinnandi uppskotini
skulu kjósast.
Talið á leiguíbúðum vigar 20
prosent, og har er tað ein fyrimun
ur, um tað eru lutfalsliga fleiri
leiguíbúðir. Metti leigukostnaðurin
á leiguíbúðunum bigar eisini 20
prosent.
Men byggilistin og nýhugsan í
mun til føroyska siðvenju innan
bygging og byggilist viga 25 prosent
í samlaðu metingini.
- Tað er ein fyrimunur, um
byggilistin er tillagað umhvørv
inum og er nýhugsandi í mun til
føroyska siðvenju inan bygging og
byggilist, og at nýhugsan er eyð
sýnd í mun til parkering, fríøki og
bygging og lendi sum heild, skrivar
kommunan.
Byggitekniskar góðskuloysnir
og burðardyggar og viðlíkahalds
vinarligar loysnir viga eisini 25
prosent í metingini, meðan kostn
aðurin fyri lendi vigar 10 prosent.
Har hevur kommunan tó sett ein
minstaprís á 5,7 milliónir krónur,
men tað er ein fyrimunur, um fyri
tøkurnar eru sinnaðar at rinda
meiri fyri økið, sigur kommunan.
Annika Olsen, borgarstjóri, og
Marin Katrina Frýdal, forkvinna í
byggi- og býarskipanarnevndini,
løgdu fram útbjóðingartilfarið.
Nógv kjak hevur verið um ætl
anirnar hjá Tórshavnar kommunu
at lata íbúðir byggja á Frúutrøð,
men hóast nógv mótmæli frá
grannunum, heldur kommunan á
við verkætlanini.
Frúutrøð hýsir í dag Musikk
skúlanum í Havn og læknavið
talum, men við tað, at læknarnir
fara at flyta í nýggj viðtaluhøli
á Smyrilsvegi á Hálsi í Havn og
nýggjur Musikkskúli er bygdur við
Landavegin, verður hetta økið tøkt
til annað brúk.
- Íbúgvartalið í Tórshavnar
kommunu er voksið við 1.000 fólk
um seinastu trý árini. Vøksturin
hevur verið støðugur síðani 2013,
og í dag búgva yvir 21.000 fólk í
kommununi, sum er yvir 42 prosent
av fólkatalinum í Føroyum, segði
Annika Olsen.
Havnin veksur í vavi, bæði á
Argjum og í Hoyvíkshaganum,
men nú er tíðin komin at fáa fleiri
bústaðir í miðbýnum eisini, heldur
borgarstjórin.
- Fleiri fólk ynskja at búgva í
miðbýnum og tí ynskja vit at síggja
eina býartætting eisini, at fáa fleiri,
og fjølbroyttari, bústaðir í mið
býnum, segði hon.
Á Frúutrøð ætlar Tórshavnar
kommuna at royna nakað nýtt.
- Við hesumútbjóðingartilfar
inum ynskja vit at eggja vinnuni,
bankavinnuni og pensjónsgrunn
unum at finna saman í feløg, sum
saman kunnu standa fyri bæði fígg
ingini, byggingini og rakstrinum av
verkætlanini, segði Annika Olsen.
Ymiskar treytir eru settar til
íbúðirnar eisini. Byggingin skal
ikki hava háhúsadám og má tí ikki
verða hægri enn 10 metrar. Musikk
skúlin á Frúutrøð er 10,5 metrar.
10 prosent av økinum skal vera
fríøki, og størsti parturin av hesum
skal vera til gagns fyri almenningin.
Tað skal tí vera lætt og innbjóðandi
hjá fólki at koma inn í garðin og frí
økið.
Talan skal vera um 50 íbúðir, í
mesta lagi tríggjar hæddir. Í minsta
lagi 30 prosent av íbúðunum, tað vil
siga minst 15 íbúðir, skulu tilskilast
aldursbólkinum 60+ ár.
Í minsta lagi helvtin av íbúð
unum, tað vil siga í minsta lagi 25
íbúðir, skulu vera leiguíbúðir, með
an minst 80 prosent av teimum, tað
vil siga minst 20 íbúðir, skulu hava
ein mánaðarligan leigukostnað á
BYGGILISTIN
ENN LEIGUKO