Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mai 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. MAI 2018 SOSIALURIN 58 4 Í góðveðrinum eru lønarviðurskiftini hjá kommunalpolitikarum og almennum stjórum komin fram í ljósið. Pílarnir venda hvør sín veg. Tá ið tað snýr seg um kommunalpolitikararnar í Havn skal lønin upp, meðan tá tað snýr seg um nýggja stóran í almenna parta­ felagn­um Vága Floghavn, so skal stjóra­ løn­in nógv niður. Taka vit flogvallarstjóran fyrst, so fell­ur tað í eyguni, at nú ein kvinna var sett, fór lønin niður úr 90.000 krónum um mán­aðin til 60.000 krómur um mánaðin. Eg skal ikki vera tann fyrsti at siga, at almennu lønirnar skulu hækka, men hetta stuntið, har tað er eydnast lands­ stýris­manninum við sam­ferðslumálum at trýsta nevnd­arfor­kvinnuna í Vága Flog­ havn til hendan niðurskurðin er neyvan heilt í lagi. Hevði tað verið so væl, at politiska skip­ anin tók í egnan barm og kravdi at stjóra­ lønirnar í øllum teimum almennu parta­ feløg­unum vóru settar niður, so kundu vit kalla tað fyri skilagóðan politikk. Í hesum føri er tó varhugi av, at onkur hev­ur kunnað trumlað seg ígjøgnum og bar­bera lønina hjá nýggja kvinnuliga stjór­anum 33 prosent niður. 60.000 krónur um mánaðin er ein góð løn, men eisini har sum politikarar hava ein fingur við í spælinum, eigur ein rími­ lig­heit at vera í. Politiska skipanin sigur, at nýggi stjórin hevur júst somu uppgávur at loysa, sum fráfarni stjórin. Ája – eg undrist. Í Tórshavnar kommunu fenglast tey eisini við at fáa lønina upp. Tí­betur skal hetta góðkennast av lands­myndug­leik­ unum, men alt bendir kortini á, at bý­ ráðs­forkvinnan fer at fáa einar 10-15000 krón­ur meira um mánaðin og samstundis fer lønin hjá forkvinnunum í nevndunum upp við sama prosenttalið. At góðu tíðirnar gera, at vanlig fólk vinna pening, eigur ikki at gera at pol­it­ik­ ar­arnir fáa meira í løn. Polit­ik­ar­ar­nir eru í politikki, tí tey vilja hava makt og ávirkan. Tí skal onkuir ansa eftir at teirra løn ikki fer upp í órímiligir hæddir. Minnist til, at hesir somu politikararnir vaksa um alla umsiting, so tað er lættari at vera politikari – eisini kommunalpolitikari í býráðnum í Havn. Ja her eru tey farin so langt, at býar­ bókasavnið verður skert, so pláss kannn fáast til ein umsitingarligan stjóra afturat. Ája! Tað gongur væl í Føroyum enn og vit ganga framvegis móti góða partinum av ár­inum. Tað undrar bert, at alt bara fer av­stað við fúkandi ferð, samstundis sum øll siga, at hetta kann ikki halda fram. Sig mær – er ongin við valdið, sum kann seta røttu spurningarnar og fáa røttu svarini. Hasir tríggir fundirnir, sum Dennis og Aksel hava avtalað eru eitt stig á leiðini, men øru íløgurnar mugu rað­fest­ast nú Ikki eftir nøkur ár við fundum. Gera vit ikki raðfestingarnar nú, so ger onkur tað fyri okkum! Ája! Vikan ið fór Sæð á Facebook: Nú eru tit spent? Er tað tú, sum hevur vunnið? Eru tit nógv sum spæla? Hevur tú verið ígjøgnum fyrr? Hvussu er veðrið har? Gekkavertamanuskriptið er allíkavæl ikki so umfatandi. Gudny Langgaard, nýggi stjóri í Vága Floghavn, fær 30.000 minni í løn um mánaðin enn undanmaður hennara, Jákup Sverri Kass. Liljan Weihe hevur fingið eitt triðja ætlanarskriv frá Johnny í Grótinum 42 ára gamli føroyingurin, sum er ákærdur fyri eggjan til misnýtslu av einum fýra ára gomlum dreingi, er aftur í rættinum hesa vikuna. Arnbjórn Ó. Dalsgarð hevur sagt starvið sum býarbókavørður í Havn frá sær og sostatt verður starvið lýst leyst. Ársins fyrsta grind varð hildin til í Gøtu í vikuni Løn MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt tannáringar í Grønlandi fingu fosturtøku í 2016 206 Bæði lønin hjá stjóranum á Vága Floghavn og lønarviðurskiftini hjá býráðslimum í Havn hava verið til almenna umrøðu hesa vikuna. Um orðið sigur Sprotin: gjald, samsýning fyri arbeiði  el.  tænastu;  sms. t.d. bjargingar-, dag-, eftir-, finningar-, fjall-,  heiðurs-,  minsta-, ómaks-, takkar- FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 8-13 m/s 8-13 m/s 5-10 m/s Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? At kryvjivirkið á Strondum er selt til Marine Harvest? Sæð á Facebook: Kringvarpið segði, at ein kanning vísur at best umtókti barnasangur er "Dukka mín er blá", nummar tvey á listanum er "Eg banki, eg buki". #neitilharðskap Lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og fyrrapartin skýggjað, men út á dagin klárar í og sólin sær. Hitin um 9 stig. Um náttina turt og yvirhøvur klárt og hitin millum 3 og 7 stig. Lot til andøvsgul av lágætt, 2 til 7 m/s. Turt og sól og hitin millum 9 og 13 stig. Um náttina turt og klárt og hitin um 7 stig. Lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 m/s, í støðum upp í stívt andøvsgul, 10 m/s. Turt og sólrikt og hitin millum 10 og 15 stig. Um náttina yvirhøvur klárt og hitin um 7 stig.