Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mai 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. MAI 2018 SOSIALURIN 58 5 TRÓNDUR ARGE L eygarkvøldið verður Champions League final­ an í fót­bólti. Hon er mill­ um Liver­pool, sum sein­ast vann steypið í minniligu finalu­ni í 2005, og Real Madrid, sum hevur vunnið hana tríggjar ferðir sein­ astu fýra árini. Tað eru nógvir Liverpool fjeppar­ar í Føroyum. Bara í Liver­ pool Føroyar bólkinum á Face­book eru 3006 limir. Tað er eisini tiltikið, at fótbóltsáhugaði í Føroyum fylgja væl við í Onglandi. Hetta var minniliga Champions League finalan í 2005 eisini eitt prógv um. Hon fer í søguna, sum kanska tann hend­ingarríkasta nakrantíð. Liverpool var aftanfyri 3-0 í hálvleikinum móti einum óhugna­ liga væl mannaðum AC Milan-liði. Men upp á bara seks minuttir í seinna hálvleiki vendi Liverpool dysti­num. Frá 3-0 til 3-3. Tað endaði við brotssparkskapping, har Liverpool vann. Tað eru gjørdi dokumentarar um fólk, sum fóru av Atatürk leikvøllinum í Istanbul í Turkalandi, tí tey høvdu mist mótið. Eisini í Føroyum minnast fleiri Liverpool fjepparar aftur á minni­ liga mikukvøldið, nú Liverpool aftur er í Champions League finalu­ni. Føroyskir Liverpool fjeppar­ar vóru millum annað eisini samlaðir í gamla dansistaðnum REX og í klubbanum í Tvøroyri. Rex karmur um veitslu Helst størsta fjepparatiltakið í Føroyum 25. mai 2005 var í dansi­ stað­num, Rex. Liverpool Føroyar skip­aði fyri, men tað gekk ikki so væl við søluni av Liverpool troyggjum. - Liverpool Føroyar skipaði fyri stórum fjeppara tiltaki í REX. Vit høvdu framleytt hópin av troyggum, men sølan gekk ikki væl. Aftaná fyrstu 45 minuttirnar vóru fýra ferðir so nógvar troyggjur eftir í hølinum sum fjepparar. Áðr­enn brotssparkskappingina var alt útselt, sigur Áki Johansen, for­maður í Liverpool Føroyum. Aðrir minnast eisini aftur á kvøld­ið í Rex. Serliga tey, sum valdu at blíva sitandi, sjálvt um Liver­pool hevði langt á mál. - Vit vóru fýra, sum komu nakað seint á gátt í Rex. Vit stóðu aftalaga og sóu næstan onki, tá dysturin byrjaði. Tá leið ímóti hálvleiki, sloppu vit lættliga framat barrini og settu okkum á fremsta bonk. Tá eg einaferð hugdi afturum meg móti dystarenda, tá sást tú ikki veggirnar fyri fólki, sigur Ian D. Jacob­sen. Ein annar sum var í Rex hatta kvøldið var tónleikarin, John Johan­sen. Hann rýmdi ikki, men setti seg bara í barrina. -Vit vóru í Rex hatta mikukvøldið. 70 prosent av fjepparunum rýmdu í hálvleikinum. Vit vendu okkum móti barrini og høvdu ryggin móti sjónvarpinum frá hálvleikinum, og til Steven Gerrard minkaði um munin. Óneyðugt at siga at hølið var aftur á kjaft av fólki til brots­ sparkskappingina, fortelur John Johansen. Tórfinn Simonsen minnist eisini aftur á løtuna, men við einum undan­taki, so var alt bara gott. -Tað varð serverað grýtirættur í hálvleikunum uttan nøkur serlig siti­pláss. Tí høvdu tey flestu tallerk­in við sær aftur til stólin og sótu og ótu. Og so kom 54. minuttur. Tá vit reistu okkum eftir 90 minuttir pluss longdaleiktíð, pluss brotsspørk, sóu hølini ikki tespilig út. Veit ikki um nakar tallerk­ur yvirlivd, fortelur Tórfinn Simonsen. Rukkulív á Tvøroyri Í klubbanum á Tvøroyri varð eisini skipað fyri tiltakið hendan dagin. Millum fyrstu menn á gátt vóru Helgi Eidesgaard og Pætur Mikal Holm. -Okur møttu í Klubbanum á Tvør­oyri áðrenn hann læt upp, og fingu bestu plássini. Klubbin var stúvstappandi fullur og fantast­ iskur stemningur at byrja við. Je var í Liverpool-útstýri frá toppi til tá, men sum 1. hálvleikur leið sukku okur bara niður í stólarnar, for­telur Helgi Eidesgaard og leggur afturat: - Je umhugsaði at rýma í hálv­ leikinum, men keypti mær heldur eina øl aftrat og segði fyri mær sjálv­um, at um tað bleiv 0-4, so fór jeg heim. Tá Dudek (Jerzy Dudek, mál­verjin hjá Liverpool, blaðm) bjarg­aði seinasta brotssparkinum gjørdu okur eitt 'dive' upp á nøkur borð undir stórskíggjanum, sum vórðu flutt fyri at fáa pláss fyri fleiri sitiplássum. Aftaná komu trøll­vaksnir - og í tí løtuni púra sansa­leysir - menn loypandi, og lógu og hálsfevndust í einum trunka á hesum góðu borðum. Tað var ótrúligt, heilt surrealistiskt at hugsa aftur á, fortelur Helgi Eides­ gaard. Endaði í ferðsluóhappi Kaj Olsen er íðin Liverpool fjepp­ ari. Hendan dagin í mai er hann í Dan­mark og hyggur eftir dysti­ num. Í hálvleikinum fær hann eina uppgávu, sum broytir kvøldið. Eg var júst tá í Danmark, og hugdi eftir dystinum á stórskýggja á okkara konstabelmesse (heri­ num). Eftir at hava hugt eftir fyrsta hálvleiki bleiv eg spurdur um eg kundi fara oman í Blockbuster við nøkrum filmum. Eg so gjørdi. Men á veg yvir aftur endaði eg í einum ferðsluóhappi við motorsúkkluni, og varð fluttur á sjúkrahús, fortelur Kaj Olsen. Ikki fyrr enn seint á kvøldi spyr ein sjúkrasytur, um tað er nakað hon kann hjálpa unga føroy­ inginum í Danmark við. -Eg spurdi hana so um dystin og fái tá fortalt hvør vann. Tá gloymdi man alt um sína situatión í eina løtu, og jublaði í gleði, fortelur Kaj Olsen. Fleiri fingu ikki sigurin við Fleiri føroyskir fjepparar hjá Liver­pool hava eisini viðgingið, at teir ikki upplivdu allan dystin. Teirra millum er býráðslimurin í Klaksvík, Kristian Eli Zachariasen. - Eg rýmdi út í hálvleikinum og fór biltúr. Beiggi mín, sum heldur við Manchester United, bleiv við at ringja og siga tað var 3-3. Eg trúði hon­um ikki. Kom tíbetur heim aftur til brotsspørkini, fortelur Kristian Eli Zachariasen. Kendi tónleikarin, Mikael Blak, sum eisini fylgir væl við í fótbólti, fekk bara fyrra hálvleik við. -Eg spældi konsert í Belgia. Eg ringdi heim til ein vinmann aftaná og spurdi, um tað endaði 5-0. Tá segði hann, at tað var brots­ sparkskapping. Tað er einastu ferð, at eg havi sæð ein fullan dyst um­ aftur, tá eg kom heim, sigur Mikael Blak. Bárður Dal Christiansen fór bara í song og fann ikki útav úrsliti­ num, fyrr enn hann sá tað á TV2 News dagin eftir. Tað royndi hann at taka so pent, sum hann kundi. -Fyrst var eg vónbrotin av míni manglandi trúgv, ætlaði so at eta morgunmat á songini saman við damuni. Haldi tað endaði við, at eg fekk mær corn flakes og sang You’ll Never Walk Alone, sigur Bárður Dal Christiansen. Aðrar søgur eru um menn, sum fóru út at renna, fyri síðani at koma heim finna útav, at Liverpool vann. Eftir bragdið í 2005 er helst óhugs­andi, at nakar Liverpool fjepp­ari torir at rýma, hóast tað ikki stendur væl til í hálvleikinum í Champions League finaluni móti Real Madrid leygardagin. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Onkur fekk boðini á sjúkrahúsinum, onkur fór at spæla konsert, meðan upp aftur aðrir fóru bara í song. 25. mai 2005 framdi Liverpool kanska størsta bragdið í Champions League søguni, tá teir vunnu, eftir at hava verið aftanfyri 3-0 í hálvleikinum móti AC Milan Champions League finalan 2005: LIVERPOOL FJEPPARAR FÓRU HEIM Í HÁLVLEIKINUM