Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mai 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. MAI 2018 SOSIALURIN 58 6 – Tað hevur ongantíð ligið í kortunum, at eg skuldi fara í herin. Ongin hevði væntað hetta av mær, og tey nærmastu stúra, tí tey síggja fyri sær, at eg verði send til Miðeysturs í kríggj. Tað sigur 19 ára gamla Birgit Helena Dahl Hansen, sum eftir lokið studentsprógv fer til Danmarkar at gera hertænastu og umhugsar at útbúgva seg víðari innan herin. Stranga disiplinin og hørðu likamligu og sálarligu krøvini í herinum lokka Birgit, sum dámar væl avbjóðingar MILDRIÐ JACOBSEN MILDRID@SOSIALURIN.FO B irgit Helena Dahl Hansen, sum gongur á triðja ári í Studentaskúlanum í Hoy­dølum, hevur valt at fara eina heilt aðra leið enn flestu aðr­ar nýklaktar pisur. 4. februar byrjar hon at gera hertænastu í danska herinum. Hon sendi av sínum eintingum umsókn til herin, og eftir upptøkuroynd á hermannabúðini Høvelte uttan fyri Keypmannahavn fyrr í hesum mánaðinum fekk hon boð um, at hon verður mett skikkað at gera hertænastu. – Tey flestu hildu, at tað ljóðaði spennandi, tá eg byrjaði at tosa um at søkja um at sleppa í herin. Men ongin hevði roknað við, at eg veruliga fór at taka stigið. Hetta er als ikki vanligt at gera, og tað er yvirhøvur ikki nakað, sum nakar hevði væntað av mær, sigur Birgit Helena Dahl Hansen, sum hugsaði seg um væl og leingi, áðrenn hon sendi umsóknina um at sleppa í herin. Birgit Helena, sum í fleiri ár hevur vant harða styrkivenjing og hevur verið við í bæði fitness- og styrki­kappingum, dámar væl at seta sær sjálvari hørð krøv. Hetta er eisini orsøkin til, at hon hevur valt at fara í herin, har ein ikki klárar seg uttan at vera likamliga og sálarliga sterkur. Hon greiðir frá, at hon vil fegin sleppa at gera okkurt spennandi og okkurt, sum onnur vanliga ikki gera, tá hon verður liðug við studenta­skúlan í summar. – Mær dámar væl at gera tað, sum ikki er væntað, og sum er øðrvísi, sigur hon og leggur afturat, at familjan hjá henni er alt annað enn fegin um avgerðina. – Mínum nærmastu dámar einki. Tá eg nevndi herin, sóu tey beinanvegin fyri sær, at eg fór at verða send til Miðeysturs í kríggj. Men tað er als ikki tað, vit tosa um. Ongin verður sendur í kríggj, meðan tey gera hertænastu, greiðir hon frá. – Men eg skilji væl familjuna hjá mær. Eg skilji væl, at tey eru ivingarsom og eisini skelkað. Tað er jú púra óvæntað fyri tey, at hetta er leiðin, sum eg ætli at fara, sigur Birgit Helena, sum umhugsar at útbúgva seg víðari innan herin, tá hon er liðug við hertænastuna. Stóran áhuga fyri hervaldi Birgit Helena Dahl Hansen, sum er dóttur Ann Dahl Hansen, sókn­ ar­prest og Jens Jákup Hansen, er fødd og uppvaksin í Havn. Hon hev­ur altíð havt stóran áhuga fyri søgu, og tá hon byrjaði í Hoydølum, fór hon at lesa nógv um annan ver­ ald­arbardaga og eisini um onnur kríggj. Hon kunnaði seg um, hvussu her­valdið í teimum ymisku lond­ un­um virkar, og hvussu kríggj vórðu løgd til rættis. Hon hugdi eis­ini eftir nógvum krígsfilmum. Tað var í hesum sambandi, at hon kom at hugsa um hertænastu. – Tá eg fann útav, hvat her­tæn­ asta er, og hvat hon krevur, gjørdist eg beinavegin áhugað. Tað lokkaði meg, at tað krevur nógva styrki og disiplin at vera í herinum, sigur Birg­it Helena. – Eg hugsaði, at hetta riggar akk­ ur­át til mín. Eg haldi, at tað er sera spenn­andi at vita, hvussu nógv eg klári at pressa meg sjálva, og hvussu nógv kroppur og sinni tola, sigur Birgit Helena, sum heldur, at hertænastan er eitt frálíkt høvi at royna seg, tí hon er so ómetaliga krevj­andi bæði fyri kropp og sál. Góðar fortreytir Birgit Helena Dahl Hansen er væl brynjað til hertænastuna. Hetta seinasta hálvatriðja árið hevur hon vant styrkivenjing fimm til sjey ferðir um vikuna, og hon er sera væl fyri kropsliga. Hon hevur verið við í fitnesskapping og kapping í styrkilyfting, og í løtuni fyrireikar hon seg til aðrar kappingar, sum verða í heyst og í vetur. – Venjingin fær meg at kenna meg sterka, og eg fái eina kenslu av vælveru, tá eg havi vant. Eg fái eisini meira orku, tá eg venji nógv. Venjingin hevur sera jaliga ávirkan á meg, sigur Birgit Helena, sum alla tíðina roynir at betra seg. Hon hevur eisini eina fortíð í estetiskum fimleiki, sum hon gavst at íðka fyri fýra árum síðani. Hon hevði tá verið við til at vinna bæði før­oyameistaraheitið og steypa­ kapp­ingina, men í 2014 varð hon ikki úttikin aftur til liðið. – Tað var øgiliga hart ikki at sleppa á liðið. Fimleikurin hevði tikið alla mína tíð. Árið eftir gjørdi eg ongan ítrótt yvirhøvur, og skúlan gjørdi eg heldur einki við. Eg treivst illa, og eg skuldi finna meg sjálva aftur í øllum, sig­ ur Birgit Helena, sum fór at styrki­ venja, eftir at hon var byrjað í Hoy­ døl­um. Sterk sálarliga – Eg varð bitin av tí beinanvegin. Hetta við at pressa meg sjálva og tann disiplinin, sum skal til fyri alla tíðina at betra seg, dámdi mær sera væl. Og eg vildi vita, hvussu langt eg kundi koma, sigur hon. – At íðka ítrótt sum ein­stak­ling­ ur, har tú bara kappast móti tær sjálvari, riggaði nógv betur til mín enn estetiski fimleikurin, sig­ur Birgit Helena, sum heldur, at fim­ leikaumhvørvið er ómetaliga hart, tí tað verður lagdur so stórur dent­ ur á, hvussu kroppurin sær út. – Tað verður ikki tosað um tað inn­an fimleikin, og ein fær ikki PERSÓNSSØGA Birgit Helena Dahl Hansen – Tá eg fann útav, hvat hertænasta er, og hvat hon krevur, gjørdist eg beinavegin áhugað. Tað lokkaði meg, at tað krevur nógva styrki og disiplin at vera í herinum. PRESTADÓTTIR Í